|
Evangeliið eftir Lukas, kapittul 13 Dripnir Galileingar og tornið í Siloam v1Men um sama leitið vóru har nakrir hjástaddir, sum søgdu honum frá teimum Galileingum, sum Pilatus hevði blandað blóðið av saman við ofrum teirra.v2Og hann svaraði og segði við teir: «Halda tit, at hesir Galileingarnir vóru størri syndarar enn allir aðrir Galileingar, av tí at teir hava verið fyri hesum.v3Nei, sigi eg tykkum; men um tit ikki venda um, tá skulu tit allir umkomast á sama hátt.v4Ella teir átjan, sum tornið í Siloam datt oman yvir og varð at bana, halda tit, at teir vóru sekari enn alt hitt fólkið, sum býr í Jerúsalem?v5Nei, sigi eg tykkum; men um tit ikki venda um, tá skulu tit allir umkomast á sama hátt.» Líknilsið um fikutræið v6Og hann segði hetta líknilsi: «Ein maður átti eitt fikutræ, sum var sett niður í víngarði hansara; og hann kom og leitaði eftir frukt á tí og fann onga.v7Hann segði tá við víngarðsmannin: «Sí, nú havi eg í trý ár komið og leitað eftir frukt á hesum fikutræi og havi onga funnið; høgg tað upp; hví skal tað arma jørðina út aftrat?»v8Men hann svaraði og segði við hann: «Harri, lat tað standa enn hetta árið, til eg fái grivið uttan um tað og taðað tað;v9hvør veit, um tað tá ikki fer at bera frukt í komandi tíð; men verður tað ikki, so kanst tú tá høgga tað upp.» Jesus grøðir kropnaða konu v10Og hann lærdi í einum av samkomuhúsunum ein hvíludag.v11Og sí, har var kona, sum hevði havt ein veikleiks anda í átjan ár; og hon var kropnað saman og orkaði ikki á nakran hátt at rætta seg upp.v12Men tá ið Jesus bar eyga við hana, rópaði hann hana til sín, og segði við hana: «Kvinna, tú ert loyst frá veikleika tínum!»v13Og hann legði hendurnar á hana, og í stundini rættist hon upp og lovaði Guði.v14Men forstøðumaðurin fyri samkomuhúsinum, sum var illur um, at Jesus hevði grøtt um hvíludagin, tók til orða og segði við mannamúgvuna: «Tað eru seks dagar, sum tað eigur at verða arbeitt í; teir dagarnar kunnu tit koma og verða grødd, og ikki hvíludagin.»v15Men Harrin svaraði honum og segði: «Tykkara falsarar! Loysir ikki ein og hvør tykkara oksa sín ella ásin sítt av básinum um hvíludagin og leiðir tey at drekka?v16Men henda konan, sum er dóttir Ábrahams og sum Sátan hevur hildið bundna í fjøtrum, og tað í átjan ár, átti hon ikki at verða loyst úr hesum bandi ein hvíludag?»v17Og tá ið hann segði hetta, vórðu allir mótstøðumenn hansara fyri skommum, og øll mannfjøldin gleddist yvir alt tað dýrdarríka, sum hann gjørdi. Sinopskornið og súrdeiggið v18Hann segði tá: «Hvørjum er Guðs ríki líkt, og hvat skal eg líkna tað við?v19Tað er líkt einum sinopskorni, sum ein maður tók og setti niður í urtagarð sín; og tað vaks og varð til eitt træ, og himmalsins fuglar bygdu reiður í greinunum á tí.»v20Og aftur segði hann: «Hvat skal eg líkna Guðs ríki við?v21Tað er líkt súrdeiggi, sum ein kona tók og legði í trý mál av mjøli, inntil alt samalt var sýrað.» Hann hóttir Ísrael v22Og hann fór úr staði í stað og úr bygd í bygd og lærdi, alt meðan hann helt fram ferð síni til Jerúsalem.v23Men onkur segði við hann: «Harri, eru tað fá, ið verða frelst?» Men hann segði við tey:v24«Stríðist fyri at koma inn ígjøgnum hinar trongu dyrnar; tí at mong, sigi eg tykkum, skulu royna at koma inn, og kunnu tað ikki.v25Um tit tá fyrstani, tá ið húsbóndin er farin upp og hevur stongt dyrnar, geva tykkum til at standa fyri uttan at banka á dyrnar og siga: «Harri, lat okkum upp!» tá man hann svara og siga við tykkum: «Eg veit ikki, hvaðan tit eru.»v26Tá munnu tit fara at siga: «Vit hava etið og drukkið fyri eygunum á tær, og tú hevur lært á gøtunum hjá okkum.»v27Og hann skal tá siga: «Eg sigi tykkum, eg veit ikki, hvaðan tit eru. Víkið frá mær øll tit, sum gera órætt!»v28Har skal verða grátur og tannagrísl, tá ið tit fáa at síggja Ábraham og Ísak og Jákup og allar profetarnar í Guðs ríki, men tykkum sjálv koyrd uttanfyri.v29Og tey skulu koma eystaneftir og vestaneftir og norðaneftir og sunnaneftir og setast til borðs í Guðs ríki.v30Og sí, til eru síðstir, sum skulu verða fyrstir, og til eru fyrstir, sum skulu verða síðstir.» Dómur yvir Jerúsalem v31Á somu stund komu nakrir Farisearar og søgdu við hann: «Far avstað og halt burtur hiðani, tí at Heródes ætlar at drepa teg.»v32Og hann segði við teir: «Farið tit og sigið við henda revin: Sí, eg reki út illar andar og gevi heilsubót í dag og í morgin, og triðja dagin eri eg komin á enda;v33men eg eigi at halda ferð míni fram í dag og í morgin og dagin eftir; tí at tað sømir seg ikki, at ein profetur letur lívið aðrar staðir enn í Jerúsalem.v34Jerúsalem, Jerúsalem! tú sum tekur profetarnar av lívi og steinar teir, sum eru sendir til tín, hvussu ofta havi eg viljað savnað saman børn tíni, eins og høna ungar sínar undir veingirnar á sær, – og tit vildu ikki.v35Sí, hús tykkara skal verða latið til tykkara sjálvs. Men eg sigi tykkum, at tit skulu als ikki síggja meg, fyrr enn tann tíðin kemur, tá ið tit siga: Vælsignaður veri tann, ið kemur í Harrans navni!» |