Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Evangeliið eftir Lukas, kapittul 19
Sakeus
v1Og hann fór inn í Jeriko og helt ferðini har ígjøgnum.v2Og sí, har var maður, at navni nevndur Sakeus, og hann var yvirtollari, og hann var ríkur.v3Og hann vildi fegin fáa at síggja, hvør ið var Jesus; men hann kundi ikki sleppa framat fyri mannamúgvuni, tí at hann var lítil av vøkstri.v4Og hann rann undan og kleiv upp í eitt morberjatræ, fyri at fáa hann at síggja, tí at leiðin hjá honum lá har framvið.v5Og tá ið Jesus kom hagar, leit hann upp og bar eyga við hann og segði við hann: «Sakeus, skunda tær og kom niður, tí at í dag má eg koma at gista í tínum húsi.»v6Og hann skundaði sær og fór niður og tók ímóti honum glaður.v7Og tá ið tey sóu hetta, vórðu tey øll illa við og søgdu: «Hann er farin inn hjá einum syndigum manni at gista.»v8Men Sakeus steig fram og segði við Harran: «Sí, Harri, helmingin av ogn míni gevi eg fátækum, og um onkur er, sum eg av órættum havi tikið ov mikið frá, vil eg lata tað ferfalt aftur.»v9Men Jesus segði við hann: «Í dag hevur frelsa verið hesum húsi fyri, við tað at eisini hesin maður er sonur Ábrahams;v10tí at menniskjusonurin er komin at leita upp hitt farna og at bjarga tí.»
Hini 10 pundini
v11Men meðan teir lýddu á hetta, helt hann fram og segði eitt líknilsi, við tað at hann var nær við Jerúsalem og tey hildu, at Guðs ríki skuldi koma til sjóndar nú við tað sama.v12Hann segði: «Ein háborin maður fór burtur at ferðast í eitt fjarlagið land fyri at vinna sær kongadømi og síðan koma aftur.v13Og hann kallaði til sín tíggju av tænarum sínum og gav teimum tíggju pund og segði við teir: «Handlið við hesum, inntil eg komi aftur.»v14Men landsmenn hansara hataðu hann og sendu sendiboð avstað aftan á honum og søgdu: «Vit vilja ikki, at hesin maðurin skal vera kongur yvir okkum.»v15Og tað hendi, tá ið hann var komin aftur og hevði tikið við kongadøminum, at hann segði, at hesir tænararnir, sum hann hevði givið peningarnar, skuldu kallast inn til hansara, fyri at hann kundi fáa at vita, hvat ið hvør hevði vunnið.v16Tá gekk hin fyrsti fram og segði: «Harri, pund títt hevur givið tíggju pund av sær.»v17Og hann segði við hann: «Tað var væl gjørt, tú góði tænari; av tí at tú vart trúgvur í tí minsta, skalt tú hava veldi yvir tíggju støðum.»v18Og hin annar kom og segði: «Pund títt, Harri, hevur givið fimm pund av sær.»v19Og hann segði somuleiðis við hann: «Og tú skalt ráða yvir fimm støðum.»v20Og uppaftur ein annar kom og segði: «Harri, sí, her er pund títt, sum eg havi havt liggjandi í einum turrklæði;v21tí at eg ræddist teg, av tí at tú ert ein strangur maður; tú heimtar tað, sum tú ikki legði út, og heystar tað, sum tú ikki sáaði.»v22Hann sigur við hann: «Eftir tínum egnu orðum dømi eg teg, tú illi tænari; tú visti, at eg eri ein strangur maður, sum heimti tað, sum eg ikki legði út, og heysti tað, sum eg ikki sáaði!v23Og hví lætst tú tá ikki pengar mínar til veksliborðið, so hevði eg kunnað fingið teir aftur við rentu, tá ið eg kom heim?»v24Og hann segði við teir, sum vóru hjástaddir: «Takið pundið frá honum og gevið honum tað, sum hevur tíggju pund.»v25Og teir søgdu við hann: «Harri, hann hevur tíggju pund.»v26«Eg sigi tykkum, at einum og hvørjum, sum hevur, skal verða givið; men frá tí, sum ikki hevur, skal eisini tað, sum hann hevur, verða tikið.v27Men hesar fíggindar mínar, sum ikki vildu, at eg skuldi vera kongur teirra, førið teir higar og høggið teir niður fyri eygunum á mær!»
Jesus ríður inn í Jerúsalem
v28Og tá ið hann hevði sagt hetta, gekk hann undan og fór niðan til Jerúsalem.v29Og tað hendi, tá ið hann nærkaðist Betfage og Betániu við fjallið tað, sum kallast Oljufjallið, at hann sendi tveir av lærusveinunum undan og segði:v30«Farið í bygdina her beint framman fyri tykkum, og tá ið tit koma hagar, munnu tit finna eitt fyl standa bundið, sum einki menniskja enn nakra tíð hevur sitið á; loysið tað og leiðið tað higar.v31Og um onkur spyr tykkum: «Hví loysa tit tað?» tá skulu tit siga soleiðis: «Harranum tørvar tað!» »v32Og teir, sum sendir vóru, fóru avstað og funnu tað soleiðis, sum hann hevði sagt teimum.v33Men tá ið teir loystu fylið, søgdu teir, sum áttu tað, við teir: «Hví loysa tit fylið?»v34Og teir søgdu: «Harranum tørvar tað.»v35Og teir leiddu tað til Jesus, og teir løgdu klæði síni á tað og settu Jesus upp á tað.v36Og meðan hann helt ferðini fram, breiddu teir klæði síni undir á vegin.v37Men tá ið hann nú nærkaðist og kom hagar, sum farið verður oman av Oljufjallinum, tá tók allur flokkurin av lærusveinunum undir við gleði at lova Guði við harðari reyst fyri allar tær kraftargerðir, sum teir høvdu sæð, og mæltu:v38«Vælsignaður veri kongurin, ið kemur í Harrans navni! Friður á himni og heiður í hægstu himnum!»v39Og nakrir av Farisearunum í mannaskaranum søgdu við hann: «Meistari, set tú at lærusveinum tínum!»v40Men hann svaraði og segði: «Eg sigi tykkum, at um hesir tagdu, mundu steinarnir rópað.» »
Hann grætur um staðin
v41Og tá ið hann kom nærri og sá staðin, græt hann um hann og segði:v42«Hevði tú tó eisini vitað, enntá á hesum degi tínum, hvat ið er tær at friði! Men nú er tað fjalt fyri eygum tínum.v43Tí at dagar skulu koma á teg, tá ið fíggindar tínir skulu laða upp eitt virki rundan um teg og kringseta teg og søkja at tær úr øllum ættum;v44og teir skulu slætta teg við jørðina og børn tíni í tær og ikki lata stein eftir á steini í tær, av teirri søk at tú ikki kendi vitjunartíð tína.»
Hann ruddar halgidómin
v45Og hann gekk inn í halgidómin og tók at koyra út teir, sum har seldu,v46og segði við teir: «Skrivað stendur: «Og hús mítt eigur at vera eitt bønhús; men tit hava gjørt tað til eitt ránsmannabøli.» »v47Og hann lærdi dagliga í halgidóminum. Men høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu og teir mætastu menninir av fólkinum royndu at fáa hann tiknan av døgum.v48Men teir kundu ikki finna út, hvat teir skuldu gera, tí at alt fólkið hekk uppi í honum og lýddi á hann.