|
Evangeliið eftir Lukas, kapittul 2 Jesu føðing v1Men tað hendi í teimum døgum, at tað komu boð frá Augustusi keisara um, at allur heimurin skuldi verða skrivaður í manntal.v2(Hetta fyrsta manntalið var, meðan Kvirinius var landshøvdingi í Sýriulandi).v3Og øll fóru at verða skrivað, hvør í ættarbygd sína.v4Men eisini Jósef fór úr Galileu, úr bygdini Nasaret, niðan til Júdeu, til Dávids bygd, sum eitur Betlehem, tí at hann var slektaður av Dávids húsi og ætt,v5at verða skrivaður, saman við Mariu, trúlovaðu festarmoy síni, sum var við barn.v6Men tað hendi, meðan tey vóru har, at tíðin kom, at hon skuldi eiga barn.v7Og hon átti son sín, hin fyrstafødda, og hon reivaði hann og legði hann í eina krubbu, tí at ikki var rúm fyri teimum í tilhaldshúsinum. Hirðarnir v8Og tað vóru hirðar har í sama bygdarlaginum, sum lógu úti á markini um náttina og goymdu at seyðafylgjum sínum.v9Og sí, eingil Harrans stóð hjá teimum, og dýrd Harrans ljómaði rundan um teir, og teir vórðu ógvuliga óttafullir.v10Og eingilin segði við teir: «Óttist ikki; tí sí, eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, sum skulu verða fyri alt fólkið.v11Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði!v12Og hetta skulu tit hava til merkis: Tit skulu finna eitt barn reivað og liggjandi í eini krubbu.»v13Og í somu stund var hjá einglinum ein fjøld av himmalskum herskarum, sum lovaðu Guði og søgdu:v14«Heiður veri Guði í hægsta himli, [og friður á jørð, og í menniskjum góður tokki!»]v15Og tað hendi, tá ið einglarnir vóru farnir frá teimum aftur til himmals, tá søgdu hirðarnir hvør við annan: «Latum okkum nú fara beinanvegin til Betlehem og vita um hesi tíðindi, sum hend eru, og sum Harrin hevur kunngjørt okkum.»v16Og teir fóru við skundi hagar og funnu bæði Mariu og Jósef og barnið liggjandi í krubbuni.v17Og tá ið teir sóu tað, søgdu teir frá teimum orðum, sum talað høvdu verið til teirra um hetta barn.v18Og øll, ið hoyrdu tað, undraðust á tað, sum teimum varð sagt av hirðunum.v19Men Maria legði sær øll hesi orð í geyma og hugsaði um tey í hjarta sínum.v20Og hirðarnir fóru avstað aftur, og teir lovaðu og prísaðu Guði fyri alt tað, sum teir høvdu hoyrt og sæð, soleiðis sum tað hevði verið sagt við teir. Umskeringin v21Og tá ið átta dagar vóru lidnir, og hann skuldi verða umskorin, tá varð navn hansara kallað Jesus, soleiðis sum tað var kallað av einglinum, áðrenn hann var gitin í móðurlívi. Símeon og Anna v22Men tá ið reinsunardagar teirra eftir Móselógini vóru úti, fóru tey við honum niðan til Jerúsalem fyri at føra hann fram fyri Harran, –v23eftir tí sum skrivað stendur í lóg Harrans: «Alt kallkyn, sum fyrst opnar móðurlív, skal kallast Harranum halgað,» –v24og fyri at bera fram eitt offur, eftir tí sum sagt er í lóg Harrans: «Tvær turtildúvur ella tveir dúvuungar.»v25Og sí, í Jerúsalem var ein maður, nevndur Símeon, og hesin maður var rættvísur og gudrøkin, og hann væntaði troyst Ísraels; og heilagi andin var yvir honum.v26Og heilagi andin hevði gjørt hann varan við, at hann skuldi ikki síggja deyðan, fyrr enn hann hevði sæð hin salvaða Harrans.v27Og hann kom leiddur av andanum inn í halgidómin; og tá ið foreldrini komu inn við barninum Jesusi fyri at gera við tað, sum siður var eftir lógini,v28tá tók hann tað í føvningin og lovaði Guði og segði:v29«Harri, nú letur tú tænara tín fara í friði eftir orði tínum;v30tí at eygu míni hava sæð frelsu tína,v31sum tú hevur búgvið til fyri øll fólkasløg,v32eitt ljós til at lýsa fyri heidnum monnum og eina dýrd fyri Ísrael, fólk títt.»v33Og faðir hansara og móðir hansara undraðust á tað, ið sagt varð um hann.v34Og Símeon vælsignaði tey og segði við Mariu, móður hansara: «Sí, hesin er settur mongum í Ísrael til fals og til uppreisingar og til eitt mótmælismerki, –v35ja, eisini tína egnu sál skal svørð fara ígjøgnum, – til tess at hjartans hugsan hjá mongum má gerast kunn.»v36Og har var ein profetkvinna, Anna Fanuelsdóttir, av Assers ætt; hon var avgomul, hevði livað saman við manni sínum sjey ár aftan á jomfrúdagar sínar,v37og hevði nú sitið einkja fram at fýra og áttati ára aldri. Hon veik ikki úr halgidóminum, og tænaði Guði við føstu og bønahaldi nátt og dag.v38Eisini hon kom til í teirri somu stund og lovaði Guði og talaði um hann við øll, sum væntaðu bjarging Jerúsalems.v39Og tá ið tey høvdu útint alt tað, sum var fyriskipað í lóg Harrans, fóru tey avstað aftur til Galileu, til Nasaret, heimbygd sína.v40Men barnið vaks og styrknaði og varð fult av vísdómi, og náði Guðs var yvir honum. Jesus tólv ára gamal í halgidóminum v41Og foreldur hansara ferðaðust á hvørjum ári til Jerúsalem um páskirnar.v42Og ta ferðina, tá ið hann var vorðin tólv ára gamal, og tey fóru niðan, sum siðurin var um hátíðina,v43og tey høvdu verið har teir dagarnar, tá varð drongurin Jesus eftir í Jerúsalem, tá ið tey fóru heim aftur; og foreldur hansara varnaðu tað ikki.v44Men av tí at tey hildu, at hann mundi vera við í ferðalaginum, hildu tey leiðini fram ein dag, og tey leitaðu eftir honum hjá skyldfólki teirra og kunningum.v45Og tá ið tey ikki funnu hann, vendu tey um aftur til Jerúsalem og leitaðu eftir honum.v46Og ikki fyrr enn tríggir dagar vóru farnir, tá funnu tey hann í halgidóminum, har sum hann sat mitt ímillum lærumeistaranna og bæði lýddi á teir og spurdi teir.v47Men øll, ið hoyrdu hann, vóru heilt bilsin av vitsku hansara og svørum.v48Og tá ið tey bóru eyga við hann, kom ræðsla á tey; og móðir hansara segði við hann: «Barn mítt, hví gjørdi tú okkum hetta? Sí, faðir tín og eg hava við sorg og sút leitað eftir tær.»v49Og hann segði við tey: «Hví leitaðu tit eftir mær? Vistu tit ikki, at eg eigi at vera í [tí, sum faðirs míns er?»]v50Men tey fataðu ikki hetta orðið, sum hann talaði til teirra.v51Og hann fór oman við teimum og kom til Nasaret og var teimum lýðin. Og móðir hansara goymdi øll hesi orð í hjarta sínum.v52Og Jesus tók til í vísdómi og aldri og yndi hjá Guði og monnum. |