|
Evangeliið eftir Lukas, kapittul 23 Jesus fyri Pilatusi og Heródesi; fólkið biður um Barabbas v1Og teir reistust, allur flokkurin, og førdu hann til Pilatusar.v2Og teir tóku at klaga hann og søgdu: «Vit eru vorðnir varir við, at hesin maðurin villir fólk okkara inn á avvegir og forbjóðar at lata keisaranum skatt og sigst sjálvur vera Kristus, kongur.»v3Og Pilatus spurdi hann og segði: «Ert tú kongur Jødanna?» Men hann svaraði honum og segði: «Tú sigur tað.»v4Men Pilatus segði við høvuðsprestarnar og við fólkið: «Eg finni onga søk hjá hesum manni.»v5Men teir gjørdust enn ágrýtnari og søgdu: «Hann øsir upp fólkið, við tað at hann lærir um alla Júdeu, líka frá Galileu, har sum hann setti á, og higar.»v6Men tá ið Pilatus hoyrdi tað, spurdi hann, um maðurin var Galileingur.v7Og tá ið hann var vorðin vísur í tí, at hann var úr umdømi Heródesar, sendi hann hann til Heródesar, sum sjálvur eisini var staddur í Jerúsalem í teimum døgunum.v8Men tá ið Heródes sá Jesus, varð hann ógvuliga glaður; tí at hann hevði langa tíð fegin viljað sæð hann, av tí at hann hevði hoyrt um hann; og hann gjørdi sær vón um at fáa at síggja eitthvørt tekin gjørt av honum.v9Og hann spurdi hann mangar spurningar; men hann svaraði honum einki.v10Men høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu stóðu har og átalaðu hann harðliga.v11Men tá ið Heródes við hermonnum sínum hevði hildið hann fyri háð og spott, kastaði hann eitt skartaklæði um hann og sendi hann aftur til Pilatusar.v12Og tann dagin vórðu teir Pilatus og Heródes vinmenn báðir; tí at áður hevði verið fíggindskapur teirra millum.v13Men Pilatus kallaði saman høvuðsprestarnar og høvuðsmenninar og fólkiðv14og segði við tey: «Tit hava ført mær higar henda mann sum tann, ið villir fólkið út á avvegir; og sí, eg havi so tit hava hoyrt, forhoyrt hann, og eg havi onga søk funnið hjá hesum manni í tí, sum tit klaga hann fyri.v15Og heldur ikki Heródes; tí at hann sendi hann aftur til okkara; og sí, hann hevur einki gjørt, sum hann eigur at verða dripin fyri.v16Eg vil tí revsa hann og sleppa honum leysum.» (v17Men hann noyddist at sleppa teimum einum fanga leysum um hátíðina.)v18Men tey rópaðu øll somul og søgdu: «Burtur við honum! Gev okkum Barabbas leysan!»v19Men hetta var ein maður, sum var settur fastur fyri uppreist, sum verið hevði í staðinum, og fyri manndráp.v20Og Pilatus talaði upp aftur til teirra, av tí at hann hevði hug at lata Jesus leysan.v21Men tey rópaðu og søgdu: «Krossfest, krossfest hann!»v22Men triðju ferðina segði hann við tey: «Hvat ilt hevur hann tá gjørt? Eg havi onga deyðasøk funnið hjá honum; eg vil tí revsa hann og lata hann leysan.»v23Men tey strongdu á við hørðum rópum og kravdu, at hann skuldi verða krossfestur; og róp teirra vórðu við yvirlutan.v24Og Pilatus dømdi tá, at tað skuldi verða soleiðis, sum tey kravdu;v25og hann slepti honum leysum, sum fyri uppreist og manndráp hevði verið settur fastur, tí, sum tey bóðu um; men Jesus gav hann teimum eftir vild teirra. Jesu krossfesting; biður fyri fíggindum sínum, uggar annan ránsmannin og doyr v26Men tá ið teir førdu hann út, tóku teir fatur á einum manni, Símuni frá Kýrene, sum kom uttan av markini, og teir løgdu krossin upp á hann, at hann skuldi bera hann aftan á Jesus.v27Men honum fylgdi ein stórur skari av fólkinum, og av kvinnum, sum bæði harmaðu hann og grótu um hann.v28Men Jesus vendi sær á ímóti teimum og segði: «Jerúsalem-døtur, grátið ikki um meg, men grátið um tykkum sjálvar og um børn tykkara!v29Tí at, sí, teir dagar skulu koma, tá ið sagt man verða: «Sælar eru ófruktirnar, og sæl eru tey móðurlív, sum ikki hava føtt, og tey bróst, sum ikki hava givið at súgva!v30Tá skulu tey fara at siga við fjøllini: «Fallið yvir okkum!» og við heyggjarnar: «Fjalið okkum!»v31Tí at gera tey hetta við hitt grøna træið, hvussu fer tá at gangast hinum turra?» »v32Men tveir aðrir, tveir illgerðarmenn, vórðu førdir út við at verða tiknir av døgum saman við honum.v33Og tá ið teir komu á tann staðin, sum kallast Skallin, krossfestu teir hann har og illgerðarmenninar, annan høgrumegin og annan vinstrumegin.v34Men Jesus segði: «Faðir, fyrigev teimum; tí at teir vita ikki, hvat teir gera!» Men teir býttu klæði hansara millum sín og kastaðu lut um tey.v35Og fólkið stóð og hugdi at. Men høvuðsprestarnir hildu hann fyri spott og søgdu: «Øðrum hevur hann hjálpt, lat hann nú hjálpa sær sjálvum, um hann er Guðs Kristus, hin útvaldi!»v36Somuleiðis spottaðu eisini hermenninir hann; teir komu og rættu honum edik og søgdu:v37«Ert tú kongur Jødanna, so bjarga tær sjálvum!»v38Men ein yvirskrift var eisini uppi yvir honum: Hetta er kongur Jødanna.v39Men annar av illgerðarmonnunum, sum hongdir vóru, spottaði hann og segði: «Ert tú ikki Kristus? Bjarga tær sjálvum og okkum!»v40Men annar svaraði og hevði at honum og segði: «Óttast tú heldur ikki Guð, tá ið tú ert undir sama dómi?v41Og vit eru tað við rættum; tí at vit fáa tað afturlønt, sum vit hava gjørt; men hesin hevur einki ósámiligt gjørt.»v42Og hann segði: «Jesus, minst tú til mín, tá ið tú kemur í ríki títt!»v43Og hann segði við hann: «Sanniliga sigi eg tær, í dag skalt tú vera við mær í páradís!»v44Og tað var nú okkurt um hin sætta tíman, og myrkur kom um alt landið líka til hin níggjunda tíman,v45við tað at sólin myrknaði. Og forhangið í templinum skrædnaði í tvey eftir miðjuni.v46Og Jesus rópaði við harðari rødd og segði: «Faðir, í tínar hendur gevi eg anda mín!» Og í tí hann hetta segði, andaðist hann.v47Men tá ið herhøvdingin sá tað, sum hendi, gav hann Guði æruna og segði: «Av sonnum var hesin maður rættvísur!»v48Og allar tær mannamúgvur, sum saman vóru komnar at síggja hesa sjón, slógu seg fyri bringuna, tá ið tær sóu, hvat ið hendi, og fóru avstað aftur.v49Men allir kunningar hansara, og tær kvinnur, sum høvdu fylgt honum úr Galileu, stóðu langt burtur frá og hugdu at hesum. Jesus jarðaður v50Og sí, ein maður var, ið æt Jósef; hann var ráðsharri, ein góður og rættvísur maður;v51og hann hevði ikki samtykt í teirra ráði og verki; hann var úr Arimateu, einum staði í Jødalandi, og hann væntaði Guðs ríki.v52Hesin maður fór til Pilatusar og bað um likamið av Jesusi.v53Og hann tók tað niður, sveipaði tað inn í línklæði og legði tað í eina grøv, høgda inn í klettin, sum eingin hevði ligið í áður.v54Og tað var atfangadagur, og hvíludagurin var í hondum.v55Og tær kvinnurnar, sum vóru komnar við honum úr Galileu, fylgdu eftir, og tær sóu grøvina og hvussu likam hansara varð lagt.v56Tær fóru so avstað aftur og gjørdu til angandi urtir og smyrsl; og hvíludagin hildu tær sær í kvirrum eftir lógini. |