|
Evangeliið eftir Lukas, kapittul 3 Jóhannes doyparin prædikar, verður settur fastur v1Men á fimtanda stjórnarári Tiberiusar keisara, meðan Pontius Pilatus var landshøvdingi í Júdeu, og Heródes var fjórðingshøvdingi í Galileu, og Filippus bróðir hansara fjórðingshøvdingi í landspartinum Itureu og Trakonitis, og Lýsanias fjórðingshøvdingi í Abilene,v2og meðan Annas og Kaifas vóru høvuðsprestar, tá kom orð Guðs til Jóhannesar Sakariassonar í oyðimørkini.v3Og hann steig fram og fór um øll bygdarløgini við Jórdan og prædikaði umvendingardóp til fyrigevingar syndanna,v4eins og skrivað stendur í spádómsbók Jesaja profets: «Ein rødd á einum, ið rópar í oyðimørkini: Slættið veg Harrans, gerið beinar leiðir hansara.v5Hvør ein lægd skal fyllast upp, og hvør ein hædd og hvør ein heygur skal javnast; og tað, ið krókut er, skal verða beinað, og tað, ið knortlut er, skal verða slættar gøtur;v6og alt hold skal síggja frelsu Guðs.»v7Hann segði tí við mannamúgvurnar, sum komu út til hansara at verða doyptar av honum: «Tykkara ormaungar! Hvør lærdi tykkum at flýggja undan hini komandi vreiðini?v8Berið tá ávøkst, sum samsvarar við umvendingina, og farið ikki og sigið við tykkum sjálvum: «Vit hava Ábraham til faðir;» tí at eg sigi tykkum, at Guð er mentur at vekja Ábrahami børn av hesum steinunum.v9Men øksin liggur tí eisini longu við røturnar á trøunum; hvørt tað træ, sum ikki ber góðan ávøkst, verður tá avhøgt og kastað í eldin.»v10Og mannamúgvurnar spurdu hann og søgdu: «Hvat eiga vit tá at gera?»v11Men hann svaraði og segði við tey: «Tann, ið eigur tveir kyrtlar, býti við tann, ið ongan eigur; og tann, ið hevur mat, geri so við.»v12Men eisini tollarar komu at verða doyptir, og teir søgdu við hann: «Meistari, hvat eiga vit at gera?»v13Men hann segði við teir: «Krevjið ikki meira enn tað, sum tykkum er lagt á!»v14Men eisini hermenn spurdu hann og søgdu: «Hvat eiga vit tá at gera?» Og hann segði við teir: «Noyðið ikki peningar av nøkrum við voldum ella svikum, og latið tykkum noyða við løn tykkara.»v15Men tá ið nú fólkið gekk í væntan, og tey øll hugsaðu í hjørtum sínum um Jóhannes, hvørt hann ikki mundi vera Kristus,v16tá svaraði Jóhannes og segði við øll: «Eg doypi tykkum við vatni; men tann kemur, sum er mætari enn eg, og eg eri ikki verdur at loysa tveingir hansara; hann skal doypa tykkum við heilagum anda og eldi.v17Hann heldur tíningarskuvluni í hond síni fyri at tína allan sorn sín og goyma kornið saman í løðu síni; men dumbuna skal hann brenna í einum ósløkkjandi eldi.»v18Og eisini við mongum øðrum áminningum bar hann fólkinum gleðiboðskapin.v19Men tá ið Heródes fjórðingshøvdingin varð átalaður av honum vegna Heródiasar, bróðurkonu hansara, og fyri alt tað illa, sum Heródes hevði gjørt,v20tá legði hann tað aftur at øllum hinum, at hann setti Jóhannes fastan. Jesus doyptur v21Men meðan alt fólkið varð doypt, bar tað so á, tá ið Jesus eisini var vorðin doyptur og helt bøn, at himmalin opnaðist,v22og heilagi andin steig niður yvir hann í likamligum líki sum ein dúgva, og ein rødd kom av himli: «Tú ert sonur mín, hin elskaði; til tín havi eg góðan tokka.» Ættartal Jesu v23Og sjálvur var Jesus okkurt um tríati ára gamal, tá ið hann byrjaði, og var, sum tey hildu, sonur Jósefs, sonar Eli,v24sonar Mattats, sonar Levi, sonar Melki, sonar Jannai, sonar Jósefs,v25sonar Mattatiasar, sonar Ámosar, sonar Náhums, sonar Esli, sonar Naggai,v26sonar Máats, sonar Mattatiasar, sonar Simei, sonar Jóseks, sonar Jóda,v27sonar Jóhanans, sonar Resa, sonar Serubábels, sonar Sealtiels, sonar Neri,v28sonar Melki, sonar Addi, sonar Kosams, sonar Elmadams, sonar Ers,v29sonar Jesu, sonar Eliesers, sonar Jórims, sonar Mattats, sonar Levi,v30sonar Símeons, sonar Júda, sonar Jósefs, sonar Jónams, sonar Eljakims,v31sonar Melea, sonar Menna, sonar Mattata, sonar Nátans sonar Dávids,v32sonar Ísai, sonar Óbeds, sonar Bóasar, sonar Salmons, sonar Naksons,v33sonar Amminadabs, sonar Ráms, sonar Hesrons, sonar Peresar, sonar Júda,v34sonar Jákups, sonar Ísaks, sonar Ábrahams, sonar Tára, sonar Nákors,v35sonar Seruks, sonar Rehu, sonar Peleks, sonar Ebers, sonar Sela,v36sonar Kenans, sonar Arpaksads, sonar Sems, sonar Nóa, sonar Lameks,v37sonar Metúsala, sonar Enoks, sonar Jareds, sonar Malálaels, sonar Kenans,v38sonar Enosar, sonar Sets, sonar Ádams, sonar Guðs. |