|
Ápostlasøgan, kapittul 16 Paulus og Timoteus vitja kirkjuliðini í Lítlu Ásiu v1Og hann kom líka til Derbe og Lýstru, og sí, har var ein lærusveinur, Timoteus at navni, sonur av eini trúgvandi kvinnu av Jødaætt, men faðirin var grikskur.v2Hann hevði gott ummæli hjá brøðrunum í Lýstru og Ikonium.v3Hann vildi Paulus hava við í ferðini við sær, og hann tók og umskar hann fyri Jødanna skuld, sum vóru har á teimum støðunum; tí at teir vistu allir, at faðir hansara var Grikki.v4Men sum teir ferðaðust um bygdirnar, løgdu teir fram fyri tey at halda tey boðini, sum samtykt vóru av ápostlunum og hinum elstu í Jerúsalem.v5So vórðu nú kirkjuliðini styrkt í trúnni, og tey tóku til í tali dag frá degi.v6Og teir fóru um Frýgíu og Galataland, av tí at teir av heilaga andanum vórðu hildnir frá at tala orðið í Ásiu.v7Og tá ið teir vóru komnir at Mýsiu, royndu teir at fara til Betýniu, og Jesu andi loyvdi teimum tað ikki.v8Og teir fóru tá fram við Mýsiu og komu oman til Troas.v9Og um náttina birtist ein sjón fyri Paulusi: ein makedóniskur maður stóð hjá honum og bað hann og segði: «Kom yvirum til Makedóniu og hjálp okkum!»v10Og alt fyri eitt sum hann hevði sæð hesa sjón, royndu vit at sleppa avstað til Makedóniu, tí at vit fingu tað burtur úr tí, at Guð hevði kallað okkum til at boða teimum gleðiboðskapin. Paulus og Timoteus fara til Makedóniu og prædika í Filippi v11Vit løgdu so út frá Troas og sigldu beina leiðina til Samotrake, og dagin eftir til Neapolis;v12og haðan til Filippi, sum er fyrsta bygdin í tí partinum av Makedóniu, og er ein nýbygd. Í hesi bygdini dvaldu vit nakrar dagar.v13Og hvíludagin fóru vit út um bygdarliðið, fram við eini á, har sum vit hugsaðu, at ein bønahaldsstaður mundi vera, og vit settust niður og talaðu við kvinnurnar, sum har komu saman.v14Og ein kona, Lýdia, at navni, sum handlaði við purpuri, úr bygdini Týatiru, ein kona, sum óttaðist Guð, lýddi á, og Harrin opnaði hjarta hennara, so at hon gav gætur eftir tí, sum Paulus talaði.v15Og tá ið hon var doypt og hús hennara, bað hon og segði: «Um tit halda meg vera Harranum trúgva, tá komið inn í hús mítt og verðið har.» Og hon noyddi okkum. Paulus og Timoteus verða fongslaðir v16Men tað bar so til, tá vit gingu út á bønahaldsstaðin, at okkum møtti ein genta, sum hevði spádómsanda og sum veitti húsbóndum sínum stóran vinning við at spáa.v17Hon elti Paulus og okkum og rópaði og segði: «Hesir menninir eru tænarar hins hægsta Guðs, og teir boða tykkum frelsuvegin!»v18Hetta gjørdi hon fleiri dagar. Men Paulusi líkaði hetta illa, og hann vendi sær við og segði við andan: «Eg bjóði tær í navni Jesu Krists at fara út úr henni!» Og hann fór út í stundini.v19Men tá ið húsbøndur hennara sóu, at vón teirra um vinning var farin, tóku teir hendur á Paulus og Silas og drógu teir fram á torgið fyri yvirmenninar.v20Og teir fóru við teimum til stýrismenninar og søgdu: «Hesir menninir loypa heilt røring í bygd okkara; teir eru Jødarv21og boða siðir, sum tað ikki loyvist okkum, sum eru Rómverjar, hvørki at taka við ella fylgja.»v22Og mannamúgvan reistist móti teimum, og stýrismenninir skræddu klæðini av teimum og buðu, at teir skuldu verða bardir við støvum.v23Og tá ið teir høvdu sligið teir nógv sløg, kastaðu teir teir í fangahús og løgdu fangavaktaranum dýran við at ansa væl eftir teimum.v24Og tá ið hann hevði fingið slík boð, kastaði hann teir í hitt innara fangahúsið og setti føtur teirra fastar í stokkin. Paulus og Timoteus sleppa út á undurfullan hátt v25Men um miðju nátt hildu Paulus og Silas bøn og sungu Guði lovsangir, og fangarnir lýddu á teir.v26Tá kom knappliga ein stórur landskjálvti, so at grundvøllurin í fangahúsinum ristist, og alt fyri eitt opnaðust allar dyr, og leinkjurnar fullu av øllum.v27Men fangavaktarin stakk upp úr svøvni, og tá ið hann sá fangahúsdyrnar opnar, dró hann svørðið og ætlaði at drepa seg sjálvan, av tí at hann hugsaði, at fangarnir vóru rýmdir.v28Men Paulus rópaði við harðari rødd og segði: «Ger ikki tær sjálvum nakað mein; tí at vit eru her allir!»v29Og hann bað um ljós og leyp inn, og ræðslusligin fell hann Paulusi og Silasi til fóta;v30og hann leiddi teir út og segði: «Harrar, hvat eigi eg at gera, at eg kann verða frelstur?»v31Men teir søgdu: «Trúgv á Harran Jesus, og tú skalt verða frelstur og hús títt.»v32Og teir talaðu Harrans orð fyri honum og fyri øllum í húsi hansara.v33Og hann tók teir til sín hesa somu náttarstundina og vaskaði sár teirra eftir sløgini, og hann varð sjálvur doyptur og øll hansara tá við tað sama.v34Og hann fór við teimum niðan í hús sítt og læt borðreiða fyri teimum og gleddist, tí at hann við øllum húsi sínum hevði tikið við trúgv á Guð.v35Men tá ið dagur kom, sendu stýrismenninir sveinarnar og søgdu: «Sleppið hasum monnunum leysum!»v36Fangavaktarin bar Paulusi hesi orðini: «Stýrismenninir hava sent boð um, at tit skulu verða sleptir leysir; gangið tí nú út og farið í friði!»v37Men Paulus segði við teir: «Teir hava fyri alra manna eygum bart okkum, tó at vit eru rómverskir menn, og kastað okkum í fangahús; og nú ætla teir at reka okkum burtur í loyndum. Nei, ikki skal tað vera so, men komi teir sjálvir og føri okkum út!»v38Men sveinarnir bóru stýrismonnunum hesi orðini. Og ótti kom á teir, tá ið teir hoyrdu, at teir vóru rómverskir menn.v39Og teir komu og talaðu blídliga við teir og førdu teir út og bóðu teir fara burtur úr bygdini.v40Og tá ið teir vóru komnir út úr fangahúsinum, fóru teir heim til Lýdiu; og tá ið teir høvdu hitt brøðurnar og givið teimum áminningar, fóru teir avstað. |