|
Ápostlasøgan, kapittul 5 Ánanias og Saffira v1Men ein maður, Ánanias at navni, saman við Saffiru konu síni, seldi ein eigindóm,v2og tók nakað av virðinum burtur av, so kona hansara visti tað, og kom við einum parti av tí og legði fyri føturnar á ápostlunum.v3Men Pætur mælti: «Ánanias, hví hevur Sátan fylt hjarta títt, so at tú hevur logið fyri hinum heilaga anda og hevur tikið burtur av peningavirðinum fyri jørðina?v4Var hon ikki tín, meðan hon var í tíni ogn, og hevði tú ikki ræði á søluvirðinum? Hví hevur tú tá í hjarta tínum sett tær hesa gerð fyri? Tú hevur ikki logið fyri menniskjum men fyri Guði.»v5Men tá ið Ánanias hoyrdi hesi orð, fell hann niður og gav upp andan. Og mikil ótti kom á øll tey, sum hetta hoyrdu.v6Men teir ungu menninir stóðu upp og vældu um hann og bóru hann út og jarðaðu hann.v7Og okkurt um tríggjar tímar seinni bar tað so til, at kona hansara, sum einki visti um tað, ið hent hevði, kom inn.v8Og Pætur segði tá við hana: «Sig mær, seldu tit jørðina fyri hetta virðið?» Men hon segði: «Ja, fyri hetta virðið.»v9Tá segði Pætur við hana: «Hví hava tit verið samsint um at freista anda Harrans? Sí, føtur teirra, sum jarðaðu mann tín, eru við dyrnar, og teir skulu bera teg út.»v10Men hon fell í stundini niður fyri føturnar á honum og gav upp andan; og tá ið teir ungu menninir komu inn, funnu teir hana deyða, og teir bóru hana út og jarðaðu hana hjá manni hennara.v11Og mikil ótti kom á alt kirkjuliðið og á øll tey, sum hetta hoyrdu. Ápostlarnir gera undurgerðir v12Men fyri hondunum á ápostlunum hendu mong tekin og undur millum fólkið, og teir vóru allir samhugaðir í súlnagong Sálomons.v13Men av hinum tordi eingin at fara í felag við teir, men fólkið prísaði teir hátt.v14Og fleiri og fleiri, sum trúðu, løgdust til hjá Harranum, ein fjøld bæði av monnum og kvinnum,v15so at tey eisini bóru sjúk fólk út á gøturnar og løgdu tey á sengur og legubeinkir, fyri at, um tað so ikki var meira enn skuggin av Pæturi, tá ið hann kom, skuldi skugga á einhvønn av teimum.v16Ja, um tað so var úr bygdunum uttan um Jerúsalem, so kom haðan ein mongd saman, og tey høvdu við sær sjúk fólk og slík, sum vóru plágað av óreinum andum; og tey fingu øll heilsuna aftur. Ápostlarnir verða fongslaðir, hjálptir út av eingli og førdir aftur fram fyri ráðið v17Men høvuðspresturin reistist og allir teir, sum vóru í parti við honum, – tað var Saddukearaflokkurin, – og teir vórðu fullir av ágrýtni;v18og teir løgdu hendur á ápostlarnar og settu teir í hitt almenna varðhaldið.v19Men eingil Harrans opnaði um náttina dyrnar á fangahúsinum og leiddi teir út og segði:v20«Farið og stígið fram og talið í halgidóminum øll hesi lívsins orð til fólkið!»v21Og tá ið teir høvdu hoyrt hetta, fóru teir í lýsingini inn í halgidómin og lærdu. Men tá ið so høvuðspresturin kom og teir, sum vóru í parti við honum, kallaðu teir saman ráðið og allar hinar elstu hjá Ísraels børnum og sendu boð í fangahúsið, at teir skuldu koma við teimum.v22Men tá ið tænararnir komu hagar, funnu teir teir ikki í fangahúsinum; og teir komu aftur og søgdu frá hesum og mæltu:v23«Fangahúsið funnu vit stongt bæði væl og virðiliga og vaktarmenninar standandi fyri durunum; men tá ið vit lótu upp, funnu vit ongan inni.»v24Men tá ið teir hoyrdu hesi orð, bæði høvuðsmaðurin fyri halgidóminum og høvuðsprestarnir, vórðu teir ráðvillir um teir, hvat ið mundi fara at verða úr hesum.v25Men tá kom ein maður og bar teimum tey tíðindini: «Sí, menninir, sum tit settu í varðhald, teir standa í halgidóminum og læra fólkið.»v26Tá fór høvuðsmaðurin avstað við tænarunum eftir teimum og heimtaði teir, men ikki við makt; tí at teir óttaðust fyri fólkinum, at teir skuldu verða steinaðir.v27Men tá ið teir vóru komnir við teimum, leiddu teir teir inn fyri ráðið. Og høvuðspresturin spurdi teir og segði:v28«Strangliga buðu vit tykkum ikki at læra í hesum navni, og sí, tit hava fylt Jerúsalem við læru tykkara, og tit vilja føra yvir okkum blóðið av hesum manni.»v29Men Pætur og ápostlarnir svaraðu og søgdu: «Guði er meir at vera lýðin enn monnum.v30Guð fedra vára hevur reist upp Jesus, sum tit hongdu upp á træ og tóku av lívi;v31henda hevur Guð hevjað upp við síni høgru hond til høvdinga og frelsara til at veita Ísrael umvending og syndafyrigeving.v32Og vit eru vitni um hesar lutir, og heilagi andin, sum Guð hevur givið teimum, sum eru honum lýðin.» Røða Gamaliels v33Men tá ið teir hoyrdu hetta, neit tað teir í hjartað, og teir ráðløgdu um at drepa teir.v34Men í ráðinum reistist tá ein Fariseari, Gamaliel at navni, ein lóglærari, sum var í miklum metum hjá øllum fólkinum, og hann beyð, at teir skuldu lata menninar fara útum eina lítla løtu.v35Og hann segði við teir: «Tit Ísraels menn, hyggið tykkum væl fyri, hvat tit ætla at gera við hesar menninar!v36Tí at nakað herfyri hendi tað, at Tevdas steig fram, sum segði seg sjálvan at vera nakað; og ein flokkur av okkurt um fýra hundrað mans fóru í hóslag við hann; men hann varð dripin, og allir teir, sum góvu seg undir hann, spjaddust og vórðu fyri ongum.v37Aftan á hann reis upp Judas frá Galileu, í teirri tíðini, tá ið skattaútskrivingin var, og fekk fólk í fylgi við sær. Hann læt eisini lív, og allir teir, sum góvu seg undir hann, vórðu drivnir hvør frá øðrum.v38Og nú sigi eg tykkum: «Latið hesar menn vera og sleppið teimum; tí at um hetta ráð ella hetta verk er av monnum, tá verður tað fyri ongum;v39men um tað er av Guði, tá eru tit ikki mentir at gera tað til einkis. Latið ikki tað verða, at tit eru slíkir, sum stríðast móti Guði!» » Ápostlarnir sleppa leysir v40Og teir góvu honum viðhald og kallaðu ápostlarnar inn aftur og húðflettu teir og buðu teimum ikki at tala í Jesu navni og lótu teir sleppa.v41Teir fóru tá burtur frá ráðinum, glaðir um at teir høvdu verið hildnir verdir at líða vanvirðing fyri navnsins skuld;v42og teir lótu ikki av at læra hvønn dag í halgidóminum og heima og at boða gleðiboðskapin um Krist Jesus. |