|
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja, kapittul 15 Hjálpsemi og semja eftir fyrimynd Krists v1Men vit, sum eru sterkir, eiga at bera veikleikarnar hjá teimum máttlítlu og ikki at gera okkum sjálvum til vildar.v2Ein og hvør okkara geri næsta sínum til vildar í tí, sum gott er til uppbyggingar.v3Tí at Kristus gjørdi ikki heldur sær sjálvum til vildar, men sum skrivað stendur: «Háðorð teirra, sum háða teg, eru fallin á meg.»v4Tí at alt tað, sum áður er skrivað, er skrivað okkum til lærdóms, fyri at vit skulu hava vón okkara av tí tolmóði og teirri uggan, sum skriftirnar geva.v5Men Guð, sum veitir tolmóðið og ugganina, gevi tykkum, at tit mega sita væl um sátt hvør við annan, soleiðis sum Kristus Jesus vil tað,v6til tess at tit samhugaðir við einum munni mega prísa Guði og faðir várs harra Jesu Krists.v7Takið tí hvør annan at sær, líkasum eisini Kristus tók tykkum at sær til Guðs æru.v8Tí at eg sigi, at Kristus er vorðin tænari fyri umskorin fyri Guðs sannføris skuld, fyri at staðfesta tær fyrijáttanir, sum fedrunum vóru givnar,v9men at heidningarnir skulu prísa Guði fyri miskunnar hansara skuld, soleiðis sum skrivað stendur: «Tess vegna vil eg viðkennast teg fólkanna millum og lovsyngja navn títt.»v10Og aftur sigur skriftin: «Fegnist, tjóðir, saman við fólki hans!»v11Og uppaftur: «Harranum lovið, fólkasløg øll, og lovsyngið hann, tjóðir allar!»v12Og aftur sigur Jesaja: «Koma skal rótskot Ísais og tann, sum rísur upp til at ráða yvir heidningum; á hann skulu heidningar vóna.»v13Men vónarinnar Guð fylli tykkum við allari gleði og friði í trúnni, so at tit mega vera ríkir í vónini við kraft heilaga andans. Rættur Paulusar til at áminna v14Men eg við, brøður mínir, havi sjálvur ta fullvissu um tykkum, at tit eisini sjálvir eru fullir av góðsku, fyltir við alskyns kunnleika, førir fyri eisini at áminna hvør annan.v15Men tó havi eg summar staðir skrivað heldur dirvisliga til tykkara, við tað at eg aftur vildi áminna tykkum eftir teirri náði, sum mær er givin av Guði,v16at eg skal vera offurprestur Krists Jesu hjá heidningunum og røkja prestatænastu við gleðiboðskapinum, til tess at heidningarnir mega verða eitt hugnaligt offur, halgað av heilagum anda.v17Tí havi eg rós mítt í Kristi Jesusi, av tænastu míni fyri Guði.v18Tí at eg vil ikki vága mær at tala um nakað annað enn tað, sum Kristus hevur útint við mær til at føra heidningar til lýdni, í orði og verki,v19við kraft av teknum og undurum, við kraft av anda Guðs, so at eg til fulnaðar havi boðað gleðiboðskapin um Krist frá Jerúsalem og allar staðir umkring líka til Illýriu;v20men tó á tann hátt, at eg havi sett mær æru í at boða gleðiboðskapin, ikki har sum Kristus áður var nevndur, fyri at eg ikki skuldi byggja á grundvølli hjá øðrum,v21men soleiðis sum skrivað stendur: «Teir skulu síggja, sum einki hava fingið kunngjørt um hann, og teir, sum ikki hava hoyrt, skulu skilja.» Paulus greiðir sína ferðaætlan v22Tí er tað, at tað ferð eftir ferð ikki hevur borið til hjá mær at koma til tykkara.v23Men nú, tá ið einki er eftir hjá mær at gera í hesum landslutum, og við tað at mær í mong ár hevur longst eftir at koma til tykkara,v24ætli eg, tá ið eg fari til Spániu, at koma til tykkara, tí at eg vóni, at eg fái at síggja tykkum á gjøgnumferðini, og at eg av tykkum verði fylgdur á leið hagar, tá ið eg fyrst í nakran mun havi notið hugnað hjá tykkum.v25Men nú fari eg til Jerúsalem í ørindum fyri hini heilagu.v26Tí at Makedónia og Akkea hava av góðvild síni gjørt eitt samanskot til tey fátæku millum hini heilagu, sum eru í Jerúsalem.v27Tey hava gjørt tað av góðvild síni, tey standa eisini í skuld til teirra; tí at hava heidningarnir fingið burtur av andligu ognum teirra, so er tað skylda teirra at tæna teimum í tímiligum førum.v28Men tá ið eg havi útrættað hetta og havi flýggjað teimum henda ávøkst upp í hendur, ætli eg at fara haðani og leggja ferðina um bygd tykkara til Spániu,v29og eg veit, at tá ið eg komi til tykkara, skal eg koma við fylling av signing Krists. Paulus biður um forbøn v30Men eg áminni tykkum hjartaliga, brøður, fyri várs harra Jesu Krists skuld og fyri andans kærleika skuld til saman við mær at stríða í bønunum til Guðs fyri mær,v31at eg má verða bjargaður frá hinum vantrúgvandi í Júdeu, og at ørindi míni til Jerúsalem mega verða væl umtókt av hinum heilagu,v32fyri at eg, um Guð vil tað so, kann koma til tykkara við gleði og lívgast upp í samveru við tykkum.v33Men Guð friðarins veri við tykkum øllum! Amen. |