Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja, kapittul 2
Dómur eftir gerningum
v1Tí hevur tú onga avsakan, maður, hvør tú so ert, sum dømir. Tí at við tað at tú dømir annan, fordømir tú sjálvan teg; tí at tú, sum dømir, gert sjálvur tað sama.v2Men vit vita, at Guðs dómur, samsvarandi við sannleika, er yvir teimum, sum slíkt gera.v3Men hugsar tú tað, maður, sum dømir teir, sum slíkt gera, og gert sjálvur tað sama, at tú skalt sleppa undan Guðs dómi?v4Ella vanvirðir tú ríkidømið av góðsku hansara og tolmóði og langmóði, og veitst ikki, at Guðs góðska leiðir teg til umvendingar?v5Men við harðlyndi tínum og við iðrunarleysa hjarta tínum savnar tú tær sjálvum vreiði á vreiðinnar degi, tá ið Guðs rættvísi dómur verður opinberaður,v6hann sum skal gjalda einum og hvørjum eftir gerningum hansara,v7teimum, sum við bindindi í góðum verki søkja dýrd og heiður og ódeyðiligleika, ævigt lív;v8men teimum, sum lata seg leiða av eginvild og eru sannleikanum ólýðin, men órættvísini lýðin, vreiði og illvild.v9Trongd og angist kemur yvir eina og hvørja mannasál, sum ger tað, ið ilt er, bæði yvir Jøda fyrst og síðan Grikka.v10Men dýrd og heiður og friður verður einum og hvørjum fyri, sum ger tað, ið gott er, bæði Jøda fyrst og síðan Grikka.
Heidningar, sum hava samvitskuna, Jødar, sum hava lógina
v11Tí at hjá Guði er ikki mannamunur.v12Tí at øll tey, sum hava syndað uttan lóg, skulu eisini verða týnd uttan lóg; og øll tey, sum hava syndað undir lóg, skulu verða dømd av lóg.v13Tí at ikki eru tey, sum hoyra lógina, rættvís fyri Guði; men tey, sum gera eftir lógini, skulu verða rættvísgjørd.v14Tí at tá ið heidningarnir, sum ikki hava lóg, av náttúruni gera tað, sum lógin býður, tá eru teir, tó at teir ikki hava lóg, sær sjálvum lóg;v15teir sýna, at verk lógarinnar er skrivað í hjørtum teirra, við tað at samvitska teirra ber sín vitnisburð og hugsanirnar sín ámillum ásaka ella eisini avsaka hvør aðra –v16á tí degi, tá ið Guð skal døma tað, ið dult er hjá menniskjunum, samsvarandi gleðiboðskapi mínum við Jesusi Kristi.v17Men um tú kallar teg Jøda og styðjar teg til lóg og rósar tær av Guði,v18og veitst vilja hansara og dugir at meta teir ymissu lutirnar, við tað at tú ert upplærdur av lógini,v19og lítur tær sjálvum til at vera vegleiðari hjá blindum, ljós hjá teimum, sum eru í myrkri,v20uppalari hjá fákunnum, lærari hjá óvitugum, við tað at tú hevur hitt rætta sniðið á kunnleikanum og sannleikanum í lógini, –v21tú, sum soleiðis lærir annan, lærir tú ikki teg sjálvan? Tú, sum prædikar, at tey skulu ikki stjala, stjelur tú?v22Tú, sum sigur, at tey skulu ikki dríva hor, drívur tú hor? Tú, sum hevur andstygd fyri skurðgudum, rænir tú skurðgudatempul?v23Tú, sum rósar tær av lóg, vanvirðir tú Guð við at gera lógbrot?v24Tí at, sum skrivað stendur: «Navn Guðs verður fyri tykkara skuld spottað heidninganna millum.»
Umskering kann ikki frelsa
v25Tí at víst er umskering gagnlig, um tú heldur lógina; men um tú ert lógbrótari, tá er umskering tín vorðin yvirhúð.v26Um tí hin óumskorni heldur boðorðini í lógini, skal tá ikki yvirhúð hansara verða roknað sum umskering?v27Og man ikki tann, sum av náttúruni er óumskorin, men heldur lógina, døma teg, sum við bókstavi og umskering er lógbrótari?v28Tí at ikki tann er Jødi, sum er tað í útsjónd, og ikki heldur er tað umskering, sum er tað í útsjónd, í holdi.v29Men tann er Jødi, sum er tað í loyndum, og umskeringin er umskering hjartans í anda, ikki í bókstavi; og rós hansara er ikki av monnum, men av Guði.