Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja, kapittul 5
Trongdirnar stimbra vónina, sum byggir á Guðs kærleika, opinberaður við Jesu deyða fyri syndarar
v1Rættvísgjørd av trúgv hava vit tí frið við Guð við harra okkara, Jesusi Kristi,v2sum vit við trúnni eisini hava fingið atgongd við til hesa náðina, sum vit standa í, og vit rósa okkum av vón um Guðs dýrd.v3Ja, ikki bert tað, men vit rósa okkum eisini av trongdunum, við tað at vit vita, at trongdin virkar tolmóð,v4og tolmóðin roynslu, men roynslan vón;v5men vónin ger ikki til skammar, tí at kærleiki Guðs er útheltur í hjørtum okkara við heilagum anda, sum okkum er givin.v6Tí at meðan vit enn vóru veik, doyði Kristus til ásetta tíð fyri gudleys.v7Tí at valla man nakar ganga í deyðan fyri ein rættvísan; – fyri hin góða kundi tað verið, at onkur hevði viljað doyð; –v8men Guð sýnir kærleika sín til okkara av tí, at Kristus doyði fyri okkum, meðan vit enn vóru syndarar.v9So mikið heldur skulu vit tá, nú vit eru rættvísgjørd við blóði hansara, verða frelst við honum frá vreiðini.v10Tí at so satt vit, tá ið vit vóru fíggindar, vórðu sátt við Guð við deyða sonar hansara, so skulu vit so mikið heldur, tá ið vit eru sátt, verða frelst við lívi hansara.v11Ja, ikki bert tað, men vit rósa okkum eisini av Guði við harra okkara, Jesusi Kristi, sum vit nú hava fingið sáttargerðina við.
Synd og deyði komin við Ádami, rættvísi og lív við Jesusi
v12Tess vegna, líkasum syndin kom inn í heimin við einum menniskja og deyðin við syndini, og deyðin soleiðis trongdi seg ígjøgnum til øll menniskju, av tí at tey syndaðu øll. –v13Tí at fyri lógina var synd í heiminum; men synd verður ikki tilroknað, har sum lóg ikki er;v14kortini ráddi deyðin frá Ádami til Móses eisini yvir teimum, sum ikki høvdu syndað í líking við brot Ádams, hann sum er fyrimynd hansara, sum skuldi koma.v15Men ikki er tað við náðigávuni á sama hátt sum við misgerðini. Tí at um tey nógvu doyðu fyri misgerð hins eina mans, so hevur mikið meira náði Guðs og gáva verið ovurhonds ríklig fyri tey nógvu í náði hins eina mans, Jesu Krists.v16Og ikki er tað soleiðis vorðið við gávuni, sum tað varð, tá ið tann eini maðurin syndaði; tí at dómurin varð til fordømingar fyri eins skuld, men náðigávan varð til frælsisdóms fyri manga misgerða skuld.v17Tí at um deyðin fyri misgerð hins eina mans ráddi við hinum eina, tá skulu mikið meira tey, sum fáa hina ovurríku náði og rættvísi-gávu ráða í lívi við hinum eina, Jesusi Kristi.v18Eins og tað tí fyri eins mans misgerð kom til fordømingar fyri øll menniskju, soleiðis er tað eisini fyri eins mans rættlætis verk komið til rættvísgeringar til lívs fyri øll menniskju.v19Tí at líkasum tey nógvu vórðu syndarar við ólýdni hins eina mans, soleiðis skulu eisini tey nógvu verða rættvís við lýdni hins eina.
Lógin hevur nørt um syndina, til tess náðin kundi roynast ríkari
v20Men lógin kom aftrat, fyri at misgerðin kundi taka til; men har sum syndin tók til, har varð náðin enn meira ovurhonds ríklig,v21til tess at, eins og syndin ráddi við deyðanum, soleiðis skuldi eisini náðin ráða við rættvísi til ævigt lív við Jesusi Kristi, harra okkara.