Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja, kapittul 8
Fyri tey, sum eru í Kristi, er eingin fordøming, tey eru við Guðs anda fríað frá holdsins og deyðans mátti
v1So er tá nú eingin fordøming fyri tey, sum eru í Kristi Jesusi.v2Tí at lóg lívsins anda hevur í Kristi Jesusi gjørt meg frían frá lóg syndarinnar og deyðans.v3Tí at tað, sum var ómøguligt hjá lógini, av tí at hon var máttleys av holdinum, tað gjørdi Guð, við tað at hann sendi sín egna son í líki av syndigum holdi og fyri syndarinnar skuld og dómfeldi syndina í holdinum,v4fyri at rættlætiskravið í lógini skuldi verða fullgjørt hjá okkum, sum ikki ganga eftir holdi, men eftir anda.v5Tí at tey, sum ganga eftir holdi, tráa eftir tí, sum holdsins er; men tey, sum ganga eftir anda, tráa eftir tí, sum andans er.v6Tí at trá holdsins er deyði, men trá andans er lív og friður;v7tí at trá holdsins er fíggindskapur móti Guði, av tí at hon ikki er Guðs lóg lýðin, ja, kann heldur ikki vera tað.v8Men tey, sum eru í holdinum, kunnu ikki toknast Guði.v9Men tit eru ikki í holdinum, men í andanum, so framt sum andi Guðs býr í tykkum; men hevur einhvør ikki anda Krists, tá hoyrir hann ikki honum til.v10Men er Kristus í tykkum, tá er væl likamið deytt fyri syndarinnar skuld, men andin er lív fyri rættvísinnar skuld.v11Men um andi hansara, sum vakti upp Jesus frá deyðum, býr í tykkum, tá skal hann, sum vakti upp Krist Jesus frá deyðum, eisini gera livandi deyðiligu likam tykkara fyri anda síns skuld, sum býr í tykkum.
Andans vitnisburður um barnarætt hjá Guði
v12So standa vit tá, brøður, ikki í skuld til holdið, so at vit skuldu liva eftir holdinum.v13Tí at liva tit eftir holdinum, tá skulu tit doyggja; men deyða tit við andanum gerningar likamsins, tá skulu tit liva.v14Tí at so mong, sum verða leidd av anda Guðs, tey eru Guðs børn.v15Tí at ikki fingu tit trældómsanda aftur til ræðslu, men tit fingu sonarættaranda, sum vit rópa í: Abba, faðir!v16Sjálvur andin vitnar saman við anda okkara, at vit eru Guðs børn.v17Men eru vit børn, tá eru vit eisini arvingar, og tað Guðs arvingar, og Krists samarvingar, so framt sum vit líða við honum, til tess at vit eisini skulu verða dýrmett við honum.
Frælsisstynjan skapningsins og okkara, andans hjálp
v18Tí at eg haldi tað, at líðingarnar í tíðini, sum nú er, einki eru aftur ímót teirri dýrd, sum skal verða opinberað á okkum.v19Tí at tráan skapningsins bíðar eftir opinbering Guðs barna.v20Tí at skapningurin er lagdur undir fáfongdina, – ikki við sínum vilja, men fyri hansara skuld, sum legði hann undir hana, –v21í vón um, at eisini sjálvur skapningurin skal verða loystur úr trældómi forgongiligleikans til dýrdarfrælsis Guðs barna.v22Tí at vit vita, at allur skapningurin stynjar tilsaman og hevur føðingarverkir tilsaman líka til nú.v23Ja, ikki bert hann; men eisini vit, sum hava frumgróður andans, eisini vit stynja við okkum sjálvum, við tað at vit bíða eftir sonarættinum, endurloysing likams okkara.v24Tí at í vónini eru vit vorðin frelst; men ein vón, ið sæst, er ikki vón, tí at hvør vónar tað, sum hann sær?v25Men vóna vit tað, sum vit ikki síggja, tá bíða vit eftir tí við tolmóði.v26Men somuleiðis kemur eisini andin veikleika okkara til hjálpar; tí at vit vita ikki, hvat vit skulu biðja um, soleiðis sum tað eigur at vera gjørt; men sjálvur andin gongur í forbøn fyri okkum við ósigandi suffum.v27Og hann, sum rannsakar hjørtuni, veit, hvat trá andans er, at hann eftir Guðs vilja gongur í forbøn fyri heilagum.
Allir lutir samvirka til góða hjá teim, sum elska Guð og eru kallað av honum
v28Men vit vita, at allir lutir samvirka til góða hjá teimum, sum elska Guð, teimum, sum eftir ráðagerð hansara eru kallað.v29Tí at tey, sum hann kendi frammanundan, tey skilaði hann eisini til frammanundan til at líkjast mynd sonar síns, fyri at hann kundi vera hin fyrstiføddi millum mangar brøður,v30og tey, sum hann skilaði til frammanundan, tey kallaði hann eisini; og tey, sum hann kallaði, tey rættvísgjørdi hann eisini; og tey, sum hann rættvísgjørdi, tey dýrmetti hann eisini.
Við Kristi eiga vit trygd og Guðs kærleika
v31Hvat eiga vit tá at siga um hetta? Er Guð við okkum, hvør er tá ímót okkum?v32Hann, sum ikki spardi sín egna son, men gav hann upp fyri okkum øll, hví skuldi hann ikki eisini geva okkum alt við honum?v33Hvør vil ásaka Guðs útvaldu? Guð er tann, sum rættvísger.v34Hvør er tann, sum fordømir? Kristus Jesus er tann, sum deyður er, og meira enn tað, er risin upp frá deyðum, hann sum er við høgru hond Guðs, hann sum eisini gongur í forbøn fyri okkum.v35Hvør skal skilja okkum frá kærleika Krists! Trongd? Ella angist? Ella atsókn? Ella hungur? Ella nakni? Ella váði? Ella svørð?v36Tað er sum skrivað stendur: «Tín vegna verða vit dripnir allan dagin, verða mettir javnt við skurðseyð.»v37Men í øllum hesum vinna vit meira enn sigur við honum, sum elskaði okkum.v38Tí at eg eri fullvísur í tí, at hvørki deyði ella lív, hvørki einglar ella harradømi, hvørki tað, sum nú er, ella tað, sum koma skal, ella kreftur,v39hvørki hædd ella dýpd ella nakar annar skapningur skal kunna skilja okkum frá kærleika Guðs í Kristi Jesusi, harra okkara.