|
Fyrra bræv Paulusar ápostuls til Korintmanna, kapittul 7 Maður og kona í hjúnaskapinum v1Men viðvíkjandi tí, sum tit skrivaðu um, tá er tað gott fyri mann ikki at nema kvinnu.v2Men fyri hordómanna skuld havi ein og hvør maður sína egnu konu, og ein og hvør kvinna havi sín egna mann.v3Maðurin geri konuni skyldu sína, og somuleiðis eisini konan manninum.v4Konan hevur ikki vald yvir sínum egna likami, men maðurin; og somuleiðis hevur heldur ikki maðurin vald yvir sínum egna likami, men konan.v5Haldið tykkum ikki hvørt frá øðrum, uttan at tað so er í samráði fyri eina tíð, fyri at tit kunnu hava náðir til bønahalds, og komið so saman aftur, fyri at Sátan ikki skal freista tykkum, við tað at tit ikki kunnu vera fráhaldandi.v6Men hetta sigi eg sum eini eirindi, ikki sum eini boð.v7Men tað ynski eg, at allar menniskjur vóru, eins og eg eri sjálvur; men hvør hevur sína egnu náðigávu frá Guði, ein so, og annar so. Hini ógiftu og einkjurnar v8Men við hinar ógiftu og við einkjurnar sigi eg, at tað er gott fyri tey, um tey verða verandi, eins og eg eri.v9Men kunnu tey ikki vera fráhaldandi, tá gifti tey seg; tí at betri er at gifta seg enn at brenna av girnd. Um hjúnalagsskilnað v10Men teimum, sum eru gift, bjóði eg, tó ikki eg, men Harrin, at konan ikki má skiljast frá manninum, –v11men er hon skild frá honum, skal hon verða verandi ógift ella sameinast við mannin – og at maðurin ikki má lata konuna fara frá sær. Hjúnaband millum heiðin og kristin v12Men við hini sigi eg, ikki Harrin: Um onkur bróðir hevur vantrúna konu, og hon hevur hug at búgva saman við honum, tá skal hann ikki lata hana fara frá sær;v13og ein kona, sum hevur vantrúnan mann, og hann hevur hug at búgva saman við henni, skal ikki lata mannin fara frá sær.v14Tí at hin vantrúni maðurin er halgaður í konuni, og hin vantrúna konan er halgað í bróðurinum; tí at annars vóru børn tykkara órein, men nú eru tey heilag.v15Men vil hin vantrúni fara, so lat hann fara; tí at hvørki bróðirin ella systirin eru trælabundin í slíkum lutum; men í friði hevur Guð kallað okkum.v16Tí at hvat veitst tú, kona, um tú kanst frelsa mann tín? Ella hvat veitst tú, maður, um tú kanst frelsa konu tína?v17Bert at ein og hvør má gera soleiðis, sum Harrin hevur givið honum í lut, sum Guð hevur kallað hann. Og soleiðis skipi eg fyri í øllum kirkjuliðunum.v18Er nakar kallaður sum umskorin, tá dragi hann ikki yvirhúð yvir; er nakar kallaður sum óumskorin, tá lati hann seg ikki umskera!v19Umskeringin hevur einki at týða, og yvirhúðin hevur einki at týða, men tað at halda Guðs boð.v20Ein og hvør verði verandi í teirri støðu, sum hann varð kallaður í!v21Ert tú kallaður sum trælur? Ber ikki sút um tað! Men um enn tú eisini kanst verða frælsur, tá ger tær tess meira gott úr tí.v22Tí at tann trælur, sum er kallaður í Harranum, er frímaður Harrans; á sama hátt er tann, sum kallaður er sum frælsur maður, trælur Krists.v23Tit eru keyptir dýrt; verðið ikki mannatrælir!v24Brøður, ein og hvør verði verandi hjá Guði í tí standi, sum hann varð kallaður í! Viðvíkjandi moyggjunum v25Men viðvíkjandi moyggjunum havi eg einki boð frá Harranum; men eg seti fram mína meining sum tann, ið fingið hevur ta náði av Harranum at vera trúsagdur.v26Eg haldi tá, at tað er gott vegna ta neyð, sum nú er fyri hond, – at tað er gott fyri menniskju at vera soleiðis.v27Ert tú bundin til konu? Royn tá ikki at verða leysur. Ert tú leysur av konu? Søk tær tá ikki konu.v28Men um tú eisini giftist, syndar tú ikki; og um ein moyggj giftist, syndar hon ikki; men trongd vilja slík fáa fyri hold sítt, men eg vil spara tykkum.v29Men hetta sigi eg, brøður, at tíðin er stutt, so at hereftir skulu bæði teir, sum hava konur, vera, sum høvdu teir onga,v30og teir, sum gráta, sum grótu teir ikki, og teir, sum eru glaðir, sum vóru teir ikki glaðir, og teir, sum keypa, sum fingu teir einki at eiga,v31og teir, sum nýta heimin, sum nýttu teir hann ikki. Tí at skapilsið á hesum heimi forferst.v32Men eg vil, at tit skulu ikki vera stúrnir. Hin ógifti maðurin hevur umsorgan fyri tí, sum hoyrir Harranum til, hvussu hann kann toknast Harranum.v33Men hin gifti maðurin hevur umsorgan fyri tí, sum hoyrir heiminum til, hvussu hann kann toknast konuni.v34Og tað er eisini munur á konuni og moynni. Hin ógifta moyggin hevur umsorgan fyri tí, sum hoyrir Harranum til, fyri at hon má vera heilag bæði viðvíkjandi likami og anda; men hin gifta konan hevur umsorgan fyri tí, sum hoyrir heiminum til, hvussu hon kann toknast manninum.v35Men hetta sigi eg tykkum sjálvum at gagni, ikki fyri at kasta eina snerru fyri tykkum, men fyri at fremja sømd og støðugt fasthaldni við Harran.v36Men um onkur heldur, at hann ger ógiftu dóttur síni til skammar, um hon situr ungdómsárini av sær, og tað má so vera, tá geri hann tað, sum honum sýnist, hann syndar ikki; giftist tey!v37Tann harímóti, sum er staðfastur í hjarta sínum og ikki er noyddur til tess, men hevur fult ræði á sínum egna vilja og hevur sett sær tað fyri í sínum egna hjarta at halda dóttur sína ógifta, hann ger væl;v38so at bæði tann maðurin ger væl, sum giftir dóttur sína burtur; og tann, sum ikki giftir hana burtur, ger betur. Viðvíkjandi einkjum |