|
Seinna bræv Paulusar ápostuls til Korintmanna, kapittul 8 Paulus biður um kærleiksgávu til tey fátæku v1Men vit kunngera tykkum, brøður, ta náði Guðs, sum er givin í kirkjuliðunum í Makedóniu,v2at tó at tey vórðu nógv roynd í trongd, hevur gleði-ríkdómur teirra og hin djúpi fátækdómur teirra flotið yvir í gávumildi-ríkidømi teirra.v3Tí at eftir førimuni, tað vitni eg, ja, út um førimun góvu tey av egnum ávum,v4so at tey bønaðu og bóðu okkum um ta náði at sleppa upp í part við okkum um hjálpina til hini heilagu;v5og tey góvu ikki bert soleiðis sum vit høvdu vónað, men seg sjálv góvu tey fyrst og fremst til Harrans og síðan til okkara við Guðs vilja,v6so at vit bóðu Titus um, at líkasum hann áður hevði byrjað, soleiðis skuldi hann við fullenda hjá tykkum eisini hesa kærleiksgávu.v7Men eins og tit í øllum lutum eru ríkir, í trúgv og talu og kunnleika, og í øllum áhuga og í kærleika tykkara til okkara, soleiðis skulu tit eisini vera ríkir í hesi kærleiksgávu.v8Eg sigi hetta ikki sum eitt boð, men fyri at royna dygdina í kærleika tykkara við áhuganum hjá øðrum.v9Tí at tit kenna náði várs harra Jesu Krists, at hann fyri tykkara skuld gjørdist fátækur, tá ið hann var ríkur, fyri at tit við fátækt hansara skuldu verða ríkir.v10Og eg sigi meining mína í hesum máli; tí at tað er tykkum at gagni, tit, sum longu síðan í fjør vóru teir fyrstu at leggja fyri ikki bert í verki, men eisini í vilja.v11Men fullførið nú eisini verkið, fyri at fullendingin, eins og hugurin til at vilja, má vera eftir førimuni.v12Tí at um viljin er góður, tá er hann væl toknaður eftir tí, sum hann hevur til, ikki eftir tí, sum hann ikki hevur til.v13Ikki so at skilja, at aðrir skulu fáa ein lætta, og tit eina byrði; men at tað skal vera javni. Nú um stund bøtir yvirflóð tykkara um trotið hjá hinum,v14fyri at eisini yvirflóðin hjá hinum kann bøta um trot tykkara, so at tað fer at vera javni;v15soleiðis sum skrivað stendur: «Tann, sum mikið savnaði, fekk ikki ovmikið, og tann, sum lítið savnaði, hjá honum treyt ikki.» Titus og tveir aðrir koma til Korint at skipa fyri innsavningini v16Men tøkk veri Guði, sum vakti henda sama íðinskap fyri tykkum í hjarta Titusar!v17Tí at væl fekk hann studling frá mær, men hann er sjálvur so hugaður, at hann fer avstað til tykkara sjálvkravdur.v18Og saman við honum senda vit tann bróðurin, sum er gitin í øllum kirkjuliðunum fyri arbeiði sítt í gleðiboðskapinum.v19Og ikki bert tað, men hann er eisini av kirkjuliðunum útvaldur til at vera í ferðini við okkum við hesi kærleiksgávu, sum vit hava umsjón við, til at fremja Harrans egnu dýrd og fúsleika okkara,v20við tað at vit vilja vara okkum fyri, at nakar skal lasta atferð okkara viðvíkjandi hesi ríku gávu, sum vit hava umsjón við.v21Tí at hugur okkara stendur til tað, sum gott er, ikki bert í Harrans eygum, men eisini í manna eygum.v22Og vit senda saman við teimum bróður okkara, sum vit ofta í mongum førum hava roynt sum ein ídnan mann, men nú so nógv ídnari vegna sítt mikla treyst til tykkara.v23Hvat ið nú Titusi viðvíkur, tá er hann felagi mín og starvsbróðir hjá tykkum, ella brøðrum okkara viðvíkur, tá eru teir sendimenn frá kirkjuliðunum, æra Krists.v24Sýnið teimum tá, fyri eygunum á kirkjuliðunum, prógvið um kærleika tykkara og um rós okkara av tykkum! |