|
Bræv Paulusar ápostuls til Galatamanna, kapittul 3 Trúgvin tekur móti andanum og ikki lógargerningarnir v1O, tykkara skilaleysu Galatar! Hvør hevur forgjørt tykkum, tit sum tó fingu Jesus Krist uppmálaðan krossfestan fyri eygunum á tykkum?v2Bert hetta vil eg fáa at vita av tykkum: Fingu tit andan av lógargerningum ella av at hoyra trúnna boðaða?v3Eru tit so skilaleysir? Tit, sum byrjaðu í anda, ætla tit nú at enda í holdi?v4Hava tit til einkis roynt so mikið? – um tað tá er til einkis.v5Og tann, sum veitir tykkum andan og virkar kraftarverk tykkara millum, ger hann tað av lógargerningum ella av at boða trúnna?v6Eins og Ábraham trúði Guði, og tað varð roknað honum til rættvísi.v7Tí skulu tit vita, at tey, sum hava trúgv, tey eru børn Ábrahams.v8Men tá ið skriftin sá tað frammanundan, at Guð vildi rættvísgera heidningarnar av trúgv, boðaði hon Ábrahami frammanundan tann gleðiboðskapin: «Í tær skulu allar tjóðir fáa signing.»v9Soleiðis fáa tey, sum hava trúgv, signing saman við hinum trúgvandi Ábrahami. Kristus keypti okkum undan banning lógarinnar v10Tí at so mangir, sum halda seg til lógargerningar, eru undir banning; tí at skrivað er: «Bannaður er hvør tann, sum ikki heldur fast við alt tað, sum skrivað er í lógbókini, so at hann ger eftir tí.»v11Men at eingin verður rættvísgjørdur fyri Guði við lóg, tað er skilligt, tí at hin rættvísi skal liva við trúgv.v12Men lógin spyr ikki um trúgv, men heldur «tann, sum ger eftir hesum, skal liva við tað.»v13Kristus keypti okkum undan banning lógarinnar, við tað at hann varð banning fyri okkum, – tí at skrivað er: «Bannaður er hvør tann, sum á træi hongur» –v14fyri at signing Ábrahams kundi koma til heidningarnar í Kristi Jesusi, so at vit við trúnni kundu fáa fyrijáttan andans. Lógin, ið kom seinni, kann ikki gera fyrijáttanina ónýta v15Brøður! eg tali á manna vísi. Eingin ger eina arvasemju hjá manni, sum er vorðin staðfest, ónýta ella leggur nakað aftur at henni.v16Men nú vórðu fyrijáttanirnar givnar Ábrahami og avkomi hansara; – tað stendur ikki «og avkomum», sum vóru tað fleiri, men «og avkomi tínum,» líkasum tá ið um ein er at tala, og tað er Kristus.v17Tað sum eg vil siga, er hetta: Ein sáttmála, sum frammanundan var staðfestur av Guði, kann lógin, sum kom fýra hundrað og tríati ár seinni, ikki gera ónýtan, so at hon skuldi gera fyrijáttanina til einkis.v18Tí at um so er, at arvurin fæst av lóg, tá fæst hann ikki longur av fyrijáttan; men Guð veitti Ábrahami hann við fyrijáttan. Lógin bert agari okkara til Krists v19Hvat skuldi tá lógin til? Hon varð sett aftrat fyri misgerðanna skuld, inntil tað avkomið kom, sum fyrijáttanin ljóðaði um, greidd av einglum, við millummans hond.v20Men millummaður tørvast ikki, har sum bert er ein um at gera; men Guð er ein.v21Er tá lógin ímót fyrijáttanum Guðs? Á ongum sinni! Tí at um ein lóg hevði verið givin, sum hevði kunnað gjørt livandi, tá hevði rættvísin vissuliga fingist av lóg.v22Men skriftin hevur lokað alt inn undir synd, til tess at fyrijáttanin av trúgv á Jesus Krist skuldi verða givin teimum, sum trúgva.v23Men áðrenn trúgvin kom, vórðu vit hildnir innibyrgdir í varðhaldi av lógini, inntil tann trúgvin, sum skuldi koma, opinberaðist,v24so at lógin er vorðin agari okkara til Krists, fyri at vit skuldu verða rættvísgjørdir av trúgv.v25Men nú, tá ið trúgvin er komin, eru vit ikki longur undir agara;v26tí at tit eru øll Guðs børn við trúnni á Krist Jesus.v27Tí at tit, so mong sum eru doypt til Krists, tit hava íklæðst Krist.v28Her er ikki Jødi ella Grikki, her er ikki trælur ella frælsur maður, her er ikki kallur ella kona; tí at tit eru øll ein maður í Kristi Jesusi.v29Men um tit hoyra Kristi til, tá eru tit eisini avkom Ábrahams, arvingar eftir fyrijáttan. |