Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Bræv Paulusar ápostuls til Galatamanna, kapittul 4
Við Kristi ert tú ikki longur trælur men sonur
v1Men eg sigi: Alla ta tíð, sum arvingin er óviti, er eingin munur á honum og træli, tó at hann er harri yvir øllum;v2men hann er undir umsjónarmonnum og ráðsmonnum til ta tíð, sum faðirin hevur ásett.v3Soleiðis vóru vit eisini, tá ið vit vóru ómyndingar, trælabundnir undir barnalærdómi heimsins.v4Men tá ið fylling tíðarinnar kom, sendi Guð son sín, føddan av kvinnu, føddan undir lóg,v5til tess at hann kundi keypa tey leys, sum vóru undir lóg, so at vit kundu fáa sonarættin.v6Men av tí at tit eru synir, tá hevur Guð sent anda sonar síns í hjørtu okkara, sum rópar: «Abba, faðir!»v7So ert tú tá ikki longur trælur, men sonur; men ert tú sonur, tá ert tú eisini arvingi fyri Guðs sakir.
Galatar eiga ikki at sleppa hinum kristna frælsinum
v8Men ta tíðina, tá ið tit ikki kendu Guð, trælaðu tit undir teimum gudum, sum í roynd og veru ikki eru gudar.v9Men nú, tá ið tit kenna Guð, og tað sum meir er, eru kendir av honum, hvussu kunnu tit tá venda við aftur til hin veika og fátæka barnalærdómin, sum tit aftur av nýggjum vilja fara at træla undir?v10Tit geva gætur eftir døgum og mánaðum og tíðum og árum.v11Eg kvíði, at eg skal hava arbeitt við tykkum til einkis.
Men líkjast Paulusi og minnast teirra gamla kærleika til hansara
v12Verðið eins og eg, tí at eg eri vorðin eins og tit, brøður, eg biði tykkum! Tit hava ongan órætt gjørt mær.v13Men tit vita, at ein likamligur veikleiki hjá mær var orsøkin til, at eg á fyrsta sinni boðaði tykkum gleðiboðskapin;v14og tí, sum í holdi mínum kundi verið tykkum til freistingar, høvdu tit ikki vanvirðing ella andstygd fyri; men tit tóku móti mær sum einum eingli Guðs, ja, sum Kristi Jesusi sjálvum.v15Hvar er tá nú sæluprísan tykkara? Tí at tann vitnisburð gevi eg tykkum, at hevði tað verið møguligt, tá høvdu tit stungið eyguni út úr tykkum og givið mær tey.v16Eri eg tá vorðin fíggindi tykkara, við tað at eg sigi tykkum sannleikan?v17Teir látast at hava áhuga fyri tykkum, men tað er ikki av góðum; heldur vilja teir skilja tykkum burturfrá, fyri at tit skulu hava áhuga fyri teimum.v18Men tað er altíð gott at vera áhugaður fyri tí, sum gott er, og ikki bert tá ið eg eri hjá tykkum.v19Børn míni, sum eg av nýggjum føði við hørðum verkjum, inntil Kristus er vorðin myndaður í tykkum!v20Eg vildi ynskt, at eg var hjá tykkum nú og kundi broytt rødd mína, tí at eg eri í iva um tykkum.
Hagar – Sára: lógartrældómur – Kristusfrælsi
v21Sigið mær, tit sum vilja vera undir lóg, hoyra tit ikki lógina?v22Tí at skrivað stendur, at Ábraham átti tveir synir, annan við trælkvinnuni og annan við hini frælsu kvinnuni.v23Men sonurin hjá trælkvinnuni er gitin eftir holdi, men sonurin hjá hini frælsu kvinnuni samsvarandi fyrijáttan.v24Hetta hevur eina bílætliga merking; tí at tær báðar merkja teir tveir sáttmálarnar: annar er tann frá Sinaifjalli, sum føðir børn til trældóms, og hann er Hagar;v25tí at «Hagar» er Sinaifjallið í Árábiu og samsvarar við ta Jerúsalem, sum nú er; tí at hon er í trældómi við børnum sínum.v26Men Jerúsalem, sum er fyri oman, er fræls, og hon er móðir okkara.v27Tí at skrivað stendur: «Ver glað, ófrukt, sum ikki hevur átt barn; sker í róp og kalla hátt, tú sum ikki hevur barnsverkir! tí at børn hennara, sum er einslig, eru nógv fleiri enn hennara, sum hevur mannin.»v28Men vit, brøður, eru børn samsvarandi fyrijáttan, eins og Ísakur.v29Men líkasum í forðum tann, sum var gitin eftir holdi, forfylgdi tí, sum var gitin eftir anda, soleiðis eisini nú.v30Men hvat sigur skriftin? «Rek út trælkvinnuna og son hennara; tí at ikki skal trælkvinnusonurin taka arv saman við syninum hjá hini frælsu kvinnuni.»v31Tess vegna, brøður, eru vit ikki trælkvinnubørn, men børn hjá hini frælsu kvinnuni.