Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Bræv Paulusar ápostuls til Efesusmanna, kapittul 3
Paulus kallaður til at boða Guðs loyndardóm: At heidningar skulu eiga fullan part í frelsuni við Kristi
v1Tess vegna er tað, at eg, Paulus, fangi Krists Jesu fyri tykkara skuld, tit heidningar –v2um tit annars hava hoyrt um húshaldið við teirri Guðs náði, sum mær varð givin viðvíkjandi tykkum,v3at við opinbering varð loyndardómurin kunngjørdur mær, soleiðis sum eg frammanfyri stutt havi skrivað,v4so at tit av tí, tá ið tit lesa tað, kunnu skyna um fatan mína av loyndardómi Krists,v5sum í fornum tíðum ikki varð kunngjørdur mannabørnunum, soleiðis sum hann nú er opinberaður hansara heilagu ápostlum og profetum í andanum:v6at heidningarnir eru samarvingar og samlimir og samluttiknir í fyrijáttanini í Kristi Jesusi við gleðiboðskapinum,v7sum eg eri vorðin tænari fyri, samsvarandi teirri Guðs náðigávu, sum mær er givin við kraftini í mátti hansara.v8Mær, hinum allarminsta av øllum heilagum varð henda náðin givin, at boða heidningunum gleðiboðskapin um hin órannsakanliga ríkdóm Krists,v9og at upplýsa allar um, hvussu tað er við húshaldinum við hesum loyndardómi, sum frá ævigum tíðum hevur verið fjaldur í Guði, sum allar lutir hevur skapað,v10fyri at Guðs margfaldi vísdómur nú av kirkjuliðinum skuldi verða kunngjørdur valdunum og ráðunum á himnagrundum,v11samsvarandi hini ævigu fyriætlan, sum hann fullførdi í Kristi Jesusi, harra okkara,v12sum vit hava treysti okkara í og atgongd í lít við trúnni á hann.v13Tí biði eg, at tit ikki mega falla í fátt av trongdum mínum fyri tykkara skuld; tær eru heiður tykkara. –
Forbøn
v14Tess vegna er tað, at eg boyggi knæ míni fyri faðirinum,v15sum allur faðirskapur fær navn av á himnum og á jørð,v16at hann av dýrdar ríkidømi sínum má geva tykkum veldigliga at styrkjast við anda sínum í hini innaru menniskju tykkara,v17at Kristus má búgva við trúnni í hjørtum tykkara,v18so at tit, rótfestir og grundfestir í kærleika, mega verða førir fyri at fata saman við øllum hinum heilagu, hvat ið er breiddin og longdin og dýpdin og hæddin,v19og at kenna kærleika Krists, sum ber av øllum kunnleika, fyri at tit mega fyllast til alla fylling Guðs.
Lov til Guðs
v20Men honum, sum er mentur í øllum lutum at gera langt út um alt tað, sum vit biðja um ella skilja, eftir teirri kraft, sum virkar í okkum,v21honum veri æra í kirkjuliðinum og í Kristi Jesusi gjøgnum allar ættir, um aldur og allar ævir! Amen.