|
Fimta Mósebók, kapittul 10 Framhald v1Um tað mundið segði Harrin við meg: «Høgg tær úr steini tvær talvur, eins og hinar fyrru vóru, og kom niðan á fjallið til mín; somuleiðis skalt tú gera tær ørk av viði.v2Eg ætli at rista á talvurnar tey orð, sum vóru á hinum fyrru talvunum, sum tú breytst sundur; og tú skalt leggja tær í ørkina.»v3Eg gjørdi tá ørk av ákásiuviði og høgdi úr steini tvær talvur eins og hinar fyrru og gekk niðan á fjallið við báðum talvunum í hendi.v4Tá ritaði hann á talvurnar tað sama sum hina fyrru ferðina, tey tíggju orðini, sum Harrin talaði til tykkara á fjallinum út úr miðjum eldinum tann dagin, sum tit vóru samankomnir har; síðan fekk Harrin mær tær.v5Tá snúði eg mær og fór oman aftur av fjallinum og legði talvurnar í ta ørk, sum eg hevði gjørt; og har vórðu tær liggjandi, eins og Harrin hevði boðið mær.v6Síðan fóru Ísraelsmenn úr Beerot-Bene-Jáakan til Mósera; har doyði Áron og varð jarðaður; og Eleazar, sonur hansara, varð prestur í stað hansara.v7Haðan fóru teir til Gudgoda og frá Gudgoda til Jotbata, har ikki tróta løkir.v8Um tað mundið skildi Harrin Levi ætt frá til at bera sáttmálaørk Harrans og til at standa frammi fyri Harranum og tæna honum og vælsigna í navni hansara, eins og teir gera enn í dag.v9Tí fekk Levi ongan lut ella arv saman við brøðrum sínum; Harrin er sjálvur arvalutur hans, so sum Harrin, Guð tín, hevði lovað honum.v10Men eg varð verandi á fjallinum í fjøruti dagar og fjøruti nætur eins og hina fyrru ferðina; og Harrin bønhoyrdi meg eisini hesa ferðina; Harrin vildi ikki forkoma tykkum.v11Tá segði Harrin við meg: «Búgv teg nú til ferðar og gakk á odda fyri fólkinum, so at teir koma inn í og ogna sær tað landið, sum eg svór fedrum teirra at geva teimum.» Áminning um at halda lógina v12Og nú, Ísrael, hvat krevur Harrin, Guð tín, av tær annað, enn at tú óttast Harran, Guð tín, so at tú altíð gongur leiðir hansara og elskar hann og tænir Harranum, Guði tínum, av heilum huga og av allari sál tíniv13og varðveitir boðorð Harrans og tær fyriskipanir, sum eg í dag leggi fyri teg, til tess at tær skal vignast væl!v14Sí, himin og himnanna himnar, foldin og alt, sum á henni er, tilhoyrir jú Harranum, Guði tínum;v15og kortini vóru tað einans fedrar tykkara, sum hann hevði góðan tokka í, so at hann elskaði teir og útvaldi tykkum, eftirkomarar teirra, eftir teir fram um allar tjóðir, eins og nú er sýniligt.v16Umskerið tí yvirhúð hjarta tykkara og gerið ikki longur svíra tykkara harðan!v17Tí at Harrin, Guð tykkara, hann er Guð gudanna og drottin drotnanna, hin mikli, sterki og øgiligi Guð, sum ikki ger mannamun og ikki tekur við mutri;v18hann veitir hinum faðirleysa og einkjuni rætt, er góður við útisetan og gevur honum føði og klæði.v19Og somuleiðis skulu tit vera góðir við útisetan, tí at eisini tit vóru útisetar í Egyptalandi.v20Harran, Guð tín, skalt tú óttast, hann skalt tú dýrka og halda teg aftur at honum; og við navn hansara skalt tú svørja.v21Hann er lovsongur tín, og hann er Guð tín, sum hevur útint fyri teg hesi stórverk og miklu undur, sum tú hevur sæð við egnum eygum.v22Sjeyti í tali fóru fedrar tínir til Egyptalands, og nú hevur Harrin, Guð tín, gjørt teg fjølmentan eins og stjørnur himinsins. |