Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Fimta Mósebók, kapittul 20
Hernaðarreglur
v1Tá ið tú fert í hernað móti fígginda tínum, og tú sært ross og vagnar og herlið, sum eru fjølmentari enn tú, tá skalt tú ikki óttast teir, tí at Harrin, Guð tín, er við tær, hann, sum leiddi teg út úr Egyptalandi.v2Og tá ið tit leggja til orrustu, tá skal presturin ganga fram og tala til fólkið,v3og hann skal siga við teir: «Hoyr Ísrael! Tit leggja í dag til orrustu við fíggindar tykkara; latið nú ikki hug og hjarta bila tykkum, óttist ikki og skelvið ikki og verið ikki ræddir fyri teimum;v4tí at Harrin, Guð tykkara, man sjálvur vera í ferðini við tykkum og berjast fyri tykkum móti fíggindum tykkara og geva tykkum sigur á teimum.»v5Síðan skulu umsjónarmenninir siga við fólkið: «Hvør maður, ið hevur bygt sær nýtt hús og enn ikki vígt tað, honum er loyvt at fara heim aftur til húsa, til tess at hann skal ikki falla í orrustuni og annar maður víga hús hans.v6Og hvør maður, ið hevur fingið sær víngarð, men enn ikki notið nakað av honum, honum er loyvt at fara heim aftur til húsa, til tess at hann skal ikki falla í orrustuni og annar maður føra sær víngarð hans í nýtslu.v7Og hvør maður, ið hevur fingið sær festarmoyggj, men enn ikki tikið hana til konu, honum er loyvt at fara heim aftur til húsa, til tess at hann skal ikki falla í orrustuni og annar maður taka hana til konu.»v8Framvegis skulu umsjónarmenninir tala til fólkið og siga: «Hvør maður, sum er ræddur og huglítil, honum er loyvt at fara heim aftur til húsa, so at hann loypir ikki ræðslu á brøður sínar.»v9Og tá ið umsjónarmenninir hava lokið talu sína til fólkið, tá skulu høvdingar verða skipaðir á odda fyri fólkinum.v10Tá ið tú býðst til orrustu við borg, skalt tú fyrst bjóða henni grið;v11og um hon tá tekur við grið av tær og letur upp borgarliðini, tá skal alt fólkið, sum har finst, verða vinnuskyldugt og træla hjá tær.v12Vil hon ikki binda frið við teg, men heldur leggja til orrustu við teg, tá skalt tú kringseta hana;v13og tá ið Harrin, Guð tín, hevur givið hana upp í hendur tínar, skalt tú fella alt kallkyn í henni við svørði.v14Men konur og børn og fenað og alt, sum í borgini er, alt, sum í henni verður rænt, er tær loyvt at taka sum herfong, og njóta tað, sum rænt verður frá fíggindum tínum, alt tað, sum Harrin, Guð tín, gevur tær.v15Soleiðis skalt tú gera við allar borgir, ið liggja langt frá tær, sum ikki eru av borgum hesa tjóða.v16Men í borgum hesa tjóða, sum Harrin, Guð tín, letur lutast tær, skalt tú ikki lata nakað livandi kykt verða eftir;v17nei, tær skalt tú fullkomiliga bannføra, bæði Hetitar og Ámoritar, Kánáanitar, Perezitar, Hivitar og Jebusitar, eins og Harrin, Guð tín, hevur boðið tær,v18til tess at teir skulu ikki læra tykkum at taka eftir øllum teim andstygdum, sum teir hava framt gudum sínum til heiðurs, so at tit synda móti Harranum, Guði tykkara.v19Tá ið tú herjar á borg og verður at kringseta hana mangar dagar til tess at taka hana, tá skalt tú ikki beina fyri trøum hennara við at reiggja øksini eftir teimum; tí at av teimum skalt tú liva; tú skalt ikki høgga tey, tí munnu trø markarinnar vera menn, at tey skulu svíða fyri kringseting tína?v20Eina tey trø, sum tú veitst ikki bera etandi aldin, er tær loyvt at beina fyri og høgga til tess at reisa úr teimum hervirki móti teirri borg, sum tú herjar á, til tú fært bilbugt við henni.