|
Fimta Mósebók, kapittul 22 Ymiskar løgskipanir v1Tá ið tú sært neyt ella seyð hjá bróður tínum, sum eru burturvilst, tá mást tú ikki fara frá teimum, men beina tey aftur til bróður tín.v2Men býr bróðir tín ikki í námundu tær, ella tú ikki kennir hann, sum djórið eigur, tá skalt tú taka tað heim við tær og hava tað hjá tær, til bróðir tín kemur at fregnast eftir tí; tá skalt tú fáa honum tað aftur.v3Og soleiðis skalt tú gera við asna hans og klæði hans og alt, sum bróðir tín missir burtur; tá ið tú kemur fram á tað, mást tú ikki hava teg undan at taka tað til høldar.v4Tá ið tú sært asna ella oksa bróður tíns liggja avveltar á vegnum, tá mást tú ikki fara um teir, men hjálpa honum til at fáa teir aftur á føtur. v5Konu er ikki loyvt at ganga í kallmansbúna og kallmanni ikki at fara í konubúna, tí at hvør tann, ið tílíkt ger, er Harranum, Guði tínum, andstyggiligur. v6Tá ið tú á leið tíni kemur fram á fuglareiður uppi í træ ella á jørðini við ungum ella eggjum í, og móðirin liggur á ungunum ella eggjunum, tá mást tú ikki taka móðurina saman við ungunum;v7eina ungarnar mást tú taka, men móðurini skalt tú sleppa, til tess at tú skalt verða eydnuríkur og liva leingi. v8Tá ið tú byggir nýtt hús, tá skalt tú gera rimagarð alt íkring uppi á takinum, so at tú ikki leiðir blóðsekt yvir hús títt, um einhvør skuldi dottið niður av tí. v9Tú mást ikki sáa tvinnanda kyn av sáði í víngarð tín, annars fellur alt inn undir halgidómin, bæði sáðið, sum tú hevur sáað, og úrtøkan av víngarðinum.v10Tú mást ikki pløga við oksa og asna saman.v11Tú mást ikki fara í klæði, sum vovin eru bæði úr ull og líni. v12Tú skalt gera tær skúvar á hini fýra skeyt á skikkju tíni, sum tú sveipar teg í. v13Tá ið maður tekur sær konu og hevur samlegu við hana, men fær ótokka til hennarav14og fer at siga ilt um hana og loypa hana út í ringt orð og sigur: «Eg fekk mær hesa konu; men tá ið eg hevði samlegu við hana, fann eg einki moydómsmerki hjá henni.»v15Tá skulu faðir gentunnar og móðir hennara taka moydómsmerki hennara við sær út í borgarliðið til borgarinnar elstu;v16og faðir gentunnar skal siga við hinar elstu: «Eg gav hesum manni dóttur mína til konu; men sí, hann hevur fjónað hanav17og lagt hana undir alt ilt og sigur, at hann einki moydómsmerki hevur funnið hjá dóttur míni; men her eru sannanir fyri moydómi hennara.» Og tá skal hann breiða út áklæðið frammi fyri borgarinnar elstu.v18Og borgarinnar elstu skulu taka mannin og revsa hann;v19og teir skulu lata hann greiða faðir gentunnar eitt hundrað siklar í silvuri í bót, aftur fyri at hann hevði loypt ringt orð á moyggj í Ísrael; og hon skal vera kona hansara; honum skal ikki vera heimilt at skilja seg við hana, so leingi sum hann livir.v20Men roynist ásakanin sonn, og eingin sannan finst fyri, at gentan hevur verið moyggj,v21tá skal gentan verða leidd fyri húsdyr faðirs hennara, og borgarmenn hennara skulu grýta hana til bana, fyri at hon hevur gjørt eitt dáraverk í Ísrael og drivið hor heima í faðirs garði. Soleiðis skalt tú beina burtur frá tær alt tað illa.v22Tá ið maður verður tikin í samlegu við annars mans konu, tá skulu tey bæði týna lívið, bæði maðurin, sum hevði samlegu við konuna og konan sjálv. Soleiðis skalt tú oyða tað illa burtur úr Ísrael.v23Tá ið maður hittir inni í staðinum moyggj, sum er trúlovað øðrum manni, og legst við henni,v24tá skulu tit føra bæði út fyri borgarliðið og grýta tey til bana, gentuna, fyri at hon ikki rópaði – hóast hon var inni í borgini – og mannin, fyri at hann spilti konu næsta síns. Soleiðis skalt tú beina tað illa burtur frá tær.v25Men um maðurin hittir trúlovaðu gentuna úti á víðavangi og tekur hana við valdi og legst við henni, tá skal eina maðurin, sum legðist við henni, týna lívið;v26men gentuni skalt tú einki gera; hon hevur ikki gjørt nakað, sum hon eigur at doyggja fyri; tað er við hesum, eins og tá ið maður ræður á næsta sín og drepur hann.v27Av tí at hann hitti trúlovaðu gentuna úti á víðavangi, kann hon hava rópað, uttan at nakar hevur verið har til at hjálpa henni.v28Um maður hittir moyggj, ið ikki er trúlovað, og hann tekur hana við valdi og legst við henni, og tey verða funnin,v29tá skal maðurin, ið legðist við gentuni, greiða faðir hennara fimmti siklar í silvuri; og hon skal verða hansara, aftur fyri at hann spilti hana; og honum er ikki heimilt at skilja seg frá henni so leingi, sum hann livir.v30Eingin má taka sær konu faðirs síns ella lyfta upp áklæði faðirs síns. |