|
Fimta Mósebók, kapittul 3 Framhald: Sigur á Og kongi í Básjan v1Síðan hildu vit avstað og løgdu leiðina niðan móti Básjan. Tá kom Og, kongur av Básjan, ímóti okkum við øllum monnum sínum til orrustu námundis Edrei.v2Men Harrin segði við meg: «Ikki skalt tú óttast hann; tí at eg gevi hann og allar menn hans og land hans upp í hendur tínar; og tú skalt fara við honum, eins og tú fórt við Sihoni, kongi Ámorita, sum búði í Hesjbon.»v3Og Harrin, Guð vár, gav bæði Og, kong í Básjan, og allar menn hans upp í hendur okkara; og vit vógu hann, so at ikki ein teirra komst undan.v4Vit tóku tá allar borgir hans; eingin borg var, sum vit ikki tóku frá teimum, seksti borgir, alt landið kring Argob, kongaríki Ogs í Básjan.v5Allar hesar borgir vóru víggirdar við høgum múrum, við liðum og lokum; og umframt hesar tóku vit fjølmangar bygdir, sum ikki vóru víggirdar.v6Vit avoyddu tær, eins og vit høvdu gjørt við Sihon kong í Hesjbon, og bannførdu í hvørji borg kallar, konur og børn;v7men fenaðin allan og alt, sum vit rændu úr borgunum, tóku vit sum herfong til okkum sjálvar.v8Soleiðis tóku vit tá frá báðum Ámoritakongum alt landið hinumegin Jórdan frá Arnons á og alt at Hermons fjalliv9– Zidonitar nevna Hermon Sirjon, men Ámoritar nevna tað Senir –v10allar borgirnar á háslættanum, Gilead alt og alt Básjan alt at Salka og Edrei, borgir í kongaríki Ogs í Básjan.v11– Tí at Og kongur í Básjan er einastur eftir av Refaitum; líkkista hansara, sum er úr jarni, er jú enn til í Rabba hjá Ammonitum; hon er níggju alnir long og fýra alnir breið eftir vanligum alnamáti. – Landið eystan fyri Jórdan sundurlutað v12Soleiðis løgdu vit tá hetta landið undir okkum. Landið frá Ároer, sum stendur við Arnons á, og helmingin av Gileads fjallalandi og borgirnar har gav eg Rubenitum og Gáditum;v13men tað, sum eftir var av Gilead og alt Básjan, kongaríki Ogs, gav eg hálvari Manasse ætt; allan landslutin Argob; hetta Básjan alt verður nevnt Refaitaland.v14Jáir Manasseson vann sær allan landslutin Argob alt at landamarkum Gesjurita og Máakatita og nevndi landið Jáirs tjaldbygdir eftir sær sjálvum, sum tað eitur enn í dag.v15Mákir gav eg Gilead.v16Rubenitum og Gáditum gav eg landið frá Gilead suður at Arnons á, soleiðis at markið gekk í miðjum dali, og alt at Jabboks á, sum er við landamark Ammonita;v17og Árábaslættan við Jórdan sum mark frá Kinneret til Árába- ella Salthavið eystantil undir fjallalíðum Pisga.v18Ta ferðina beyð eg tykkum og segði: «Harrin, Guð tykkara, hevur givið tykkum hetta land til ognar; men farið nú herklæddir yvirum á odda fyri brøðrum tykkara Ísraelsmonnum, allir tit, ið førir eru til víggja.v19Einans konur og børn og fæflokkar tykkara – eg veit, at tit hava miklar fæflokkar – skulu vera eftir í borgum tykkara, sum eg havi givið tykkum,v20til Harrin eisini veitir brøðrum tykkara hvílu eins og tykkum, og teimum ognast tað land, sum Harrin, Guð tykkara, vil geva tykkum hinumegin Jórdan. Síðan má hvør tykkara snúgvast heim aftur á ognarlut sín, sum eg havi givið tykkum.» Jósva kallaður til eftirmann Mósesar (4 Mós 21,33-35) v21Og ta ferðina gav eg Jósva hesi boð: «Tú hevur við egnum eygum sæð alt tað, sum Harrin, Guð tykkara, hevur gjørt hesum báðum kongunum; soleiðis vil Harrin fara við øllum teimum kongaríkjum, sum tú ert á leið til.v22Óttist teir ikki, tí at Harrin, Guð tykkara, fer at berjast fyri tykkum.»v23Ta ferðina bað eg til Harrans og mælti:v24«O, Harri, drottin, tú ert farin undir at sýna tænara tínum, hvør mikil tú ert, og hvør sterk hond tín er; tí at hvør er tann gudur í himni ella á jørð, ið útinnir tílík verk og ger tílíkar kraftargerðir sum tú?v25Loyv mær nú at fara yvirum og síggja tað frálíka land, sum er hinumegin Jórdan, hatta fagra fjallaland og Libanon.»v26Men Harrin var illur við meg tykkara vegna og bønhoyrdi meg ikki; og Harrin segði við meg: «Nú er nóg mikið, tala nú ikki meira við meg um hetta mál;v27men far nú niðan á Pisga fjallatind og hygg teg um í vestur og norður, í suður og eystur og lít at landinum við eygum tínum, tí at sjálvur skalt tú ikki koma yvir um Jórdan her.v28Men kalla á Jósva og set dirvi í hann og gev honum mátt, tí at hann er tann, sum skal fara yvirum á odda fyri hesum fólki, og hann skal skifta millum teirra hetta landið, sum tú sært.»v29Síðan dvaldu vit í dalinum ábeint Bet-Peor. |