|
Fimta Mósebók, kapittul 32 Inngangur v1Gevið ljóð, tit himnar, og latið meg orðum mæla: Lýð, tú jørð, á talu mína.v2Frøði mín sum regnið skal streyma, røða mín drúpa sum døggin, eins og skúrir á grønar nálir og æl á grønskandi urtir.v3Tí at navn Harrans vil eg kunngera; geva skulu tit Guði várum heiður. Harrin lítargóður, Ísrael lítarleysur v4Hann er kletturin, fullkomin eru verk hans, tí at allir vegir hans eru rættlæti, trúfastur Guð uttan svik; rættvísur og rættlátur er hann.v5Men synir hansara gjørdu illa, hetta spilta og rangvørga ættarkyn! Harrin hevur ríkliga vælsignað Ísrael v6Vilja tit løna Harranum svá, tú fávitskuta, óvitra tjóð? Er hann ikki faðir tín og skapari, sá, sum gjørdi og myndaði teg?v7Minnist dagarnar í forðum, hyggið at árum hinna farnu ætta! Spyr faðir tín, hann skal frøða, gamalmenni tíni, tey skulu greina tær mál.v8Tá ið hin hægsti líknaði tjóðunum arvagrein og greindi sundur mannanna børn, tá setti hann landamark tjóðanna eftir tali Ísraels sona;v9men arvagrein Harrans var Jákup, Ísrael tilskilaði lutur hans.v10Hann fann hann í oyðimarkarlandi, í óbygdum, har djórini ýla; hann goymdi at honum hyggiliga og varðveitti hann sum sín eygnastein.v11Eins og ørnin vekur upp reiður sítt og sveimar yvir ungum sínum, svá breiddi hann út veingir sínar og bar hann á flogfjaðrum sínum.v12Harrin eina leiddi hann, eingin fremmandur gud var við honum.v13Hann læt hann taka fram yvir hólar landsins og eta gróður markarinnar, læt hann súgva hunang úr klettinum og olju úr tinnusteinum,v14aldi hann upp við róma undan kúm og mjólk undan seyði, við møri úr lombum og veðrum, úr Básjans tørvum og høvrum og við bestu hveiti; og av vínberjablóði drakst tú vín. Fólkið lønti tað aftur við illum signingina v15Men tá ið Jesjurun varð feitur, sló hann frá sær. Tú varðst feitur, digur og væl í holdum, tá havnaði hann Guði, skapara sínum, einkisvirdi frelsunarklett sín.v16Teir vaktu vandlæti hans við fremmandum gudum, reittu hann við andstygdum sínum.v17Teir ofraðu skógartrøllum, sum ikki eru gudar, gudum, sum teir áður ikki kendu, nýggjum gudum, nýliga uppkomnum, sum fedrar tykkara ikki óttaðust.v18Klettin, upphav títt, hirdi tú ikki um og gloymdi tann Guð, sum teg hevði alt. Tí mátti Guð revsa v19Tá ið Harrin hetta sá, havnaði hann teimum av gremju yvir synir sínar og døturv20og segði: «Eg vil fjala andlit mítt fyri teimum og vita, hvat ið verður av teimum, tí at teir eru rangvørgt ættarkyn, sum trúskapur ikki er skaptur í.v21Teir vaktu vandlæti mítt við tí, sum ikki er Guð, reittu meg við fánýtu gudum sínum. Eisini eg skal vekja vandlæti teirra við tí, sum ikki er fólk, reita teir við tjóð av dárum.v22Tí at eldur brennur í vreiði míni og logar dygst niður til heljar, etur upp jørðina og gróður hennar og kveikir í fjallanna grundir.v23Alt ilt skal eg rúgva yvir teir, skjóta í teir allar ørvar mínar.v24Ørmaktast teir av hungri og tærast av brunasótt og eitrandi sjúkum, tá sendi eg villdjór við flensandi tonnum og eiturormar eftir teimum.v25Úti skal svørðið týna og innandura ræðslan, bæði ungar menn og moyggjar, bróstabørn og gráhærdar oldingar. Men Harrin vil ikki vera til háð fyri heidningum, tí skal hann oyða teir og bjarga fólki sínum v26Eg setti mær fyri at blása teir burtur og týna minnið um teir millum manna.v27Men eg óttaðist, at fíggindar skuldu elva mær harm, mótstøðumenn teirra misskilja tað og siga: Hond okkara var á lofti, ikki var tað Harrin, sum gjørdi alt hetta!v28Tí at teir eru ráðaleys tjóð, hjá teimum er eingin hyggja.v29Vóru teir vitrir, skiltu teir hetta og vistu, hvat ið endi teirra verður.v30Hvussu skuldi ein elt túsund, og tveir rikið tíggju túsund á flótta, um ikki klettur teirra hevði selt teir, og Harrin givið teir upp?v31Tí at klettur vár er ikki eins og klettur teirra, tað vita fíggindar okkara fullvæl.v32Vínviður teirra er úr Sódomu og av akurlendi Gómorru; eitrandi eru vínber teirra og beisk teirra vínberjatyssi.v33Drekaeitur er vín teirra, ræðuligt ormaeitur.v34Er hetta ikki goymt hjá mær, innsiglað í goymsluhúsum mínum,v35til hevndardagurin kemur og endurgjaldið, tá ið føtur teirra skulu snáva? Tí at glatunardagur teirra er í nánd, í bræði kemur tað, sum teimum er ætlað.»v36Tí at Harrin man veita fólki sínum rætt og eymkast yvir tænarar sínar, tá ið hann sær, at megin er uppi bæði hjá trælum og hinum frælsu.v37Tá man hann spyrja: «Hvar eru nú gudar teirra, kletturin, sum teir litu á,v38sum ótu fiti sláturofra teirra og drukku vín droypiofra teirra? Rísi teir nú og hjálpi tykkum; veri teir nú vørn tykkara!v39Sannið nú, at eg, eg eri Guð, og at eingin Guð er til uttan eg! Eg deyði og lívgi, eg særi og grøði, og eingin bjargar úr mínum hondum.v40Tí at eg havi upp hond mína móti himni og sigi: So satt sum eg livi um ævir!v41Tá ið eg havi brýnt mín glógvandi brand, og eg fari undir at døma, tá hevni eg meg inn á fíggindar mínar, endurgjaldi teimum, ið meg hata.v42Eg geri ørvar mínar druknar í blóði og metti svørð mítt við holdi, í blóði av vignum og hertiknum, av høvdingahøvdum fíggindanna.» Allar tjóðir skulu prísa Ísrael v43Lovið, tit tjóðir, fólki hans, tí at hann hevnir blóð tænara sína, hann hevnir seg inn á sínar mótstøðumenn, og landi fólks síns veitir hann sáttargerð. Áminning um at halda lógina v44Móses kom tá og flutti fólkinum alt hetta kvæði, hann og Jósva Nunsson.v45Og tá ið Móses hevði lokið at mæla øllum hesum orðum fyri øllum Ísrael,v46segði hann við teir: «Leggið tykkum væl í geyma øll hesi orð, sum eg í dag havi flutt til vitnis ímóti tykkum, og bjóðið børnum tykkara at halda vandaliga øll orð í hesi lóg.v47Tí at hetta eru ikki tóm orð fyri tykkum, heldur stendur lív tykkara í tí, og í tí stendur eisini, um tit skulu liva leingi í tí landi, sum tit nú halda inn í yvir Jórdan til tess at taka tað til ognar.» Móses skal fara niðan á Nebo at doyggja v48Henda sama dag talaði Harrin við Móses og segði:v49«Far har niðan á Ábarim fjallið, Nebo fjallið, í Móabs landi ábeint Jeriko og lít út yvir Kánáanland, sum eg skal geva Ísraelsmonnum til ognar.v50Og har uppi á fjallinum, sum tú fert niðan á, skalt tú doyggja og savnast til ættarfólks tíns, eins og Áron, bróðir tín, doyði á Hór fjallinum og savnaðist til ættarfólks síns,v51aftur fyri at tit vóru trúleysir móti mær millum Ísraelsmanna við Meribavøtn í Kádesj í Zin oyðimørk, við tað at tit ikki halgaðu meg millum Ísraelsmanna.v52Tí skalt tú síggja landið har yviri, men ikki sjálvur koma hagar, inn í tað land, sum eg skal geva Ísraelsmonnum.» |