|
Fimta Mósebók, kapittul 34 Deyði Mósesar v1Síðan gekk Móses av Móabsslættanum upp á Nebo fjallið dygst niðan á Pisga áraka Jeriko; haðan sýndi Harrin honum alt landið: Gilead alt at Dán,v2alt land Naftali, Efraims og Manasse, alt Júdaland at havinum fyri vestan,v3suðurlandið, Jórdanslættlendið og Jerikoláglendið, pálmaborgina alt at Zoar.v4Og Harrin segði við hann: «Hetta er tað landið, sum eg svór Ábrahami, Ísaki og Jákupi, tá ið eg segði: Eftirkomarum tínum skal eg geva tað. Nú havi eg latið teg líta at tí við egnum eygum; men yvir hagar skalt tú ikki koma.»v5Síðan doyði Móses, tænari Harrans, har í Móabs landi, eins og Harrin hevði sagt.v6Og hann jarðaði hann í dalinum í Móabs landi tætt hjá Bet-Peor; og enn í dag veit eingin, hvar ið grøv hans er.v7Móses var eitt hundrað og tjúgu ára gamal, tá ið hann andaðist; men enn var sjón hans ikki viknað og lívsmegin ikki horvin.v8Og Ísraelsmenn syrgdu Móses á Móabsslættanum í tríati dagar, til harmadagarnir eftir Móses vóru at enda.v9Jósva Nunsson var fullur av vísdóms anda, av tí at Móses hevði lagt hendur sínar á hann. Og Ísraelsmenn lýddu hann og gjørdu alt tað, sum Harrin hevði boðið Mósesi. Minni hans v10Men ongantíð kom aftur í Ísrael tílíkur profetur sum Móses, ið Harrin kendi andlit til andlits,v11tá ið hugsað verður um øll tey tekin og undur, ið Harrin læt hann gera í Egyptalandi á Fárao og øllum tænarum hans og øllum landi hans,v12og um hina miklu megi og alt tað øgiliga og veldiga, sum Móses útinti fyri eygsjón als Ísraels. |