|
Fimta Mósebók, kapittul 5 Sáttmálin við Hóreb v1Og Móses kallaði saman allan Ísrael og segði við teir: «Hoyr, Ísrael, skipanir og løgboð, sum eg í dag kunngeri tykkum, lærið tey og haldið tey vandaliga.v2Harrin, Guð vár, gjørdi sáttmála við okkum á Hóreb.v3Ikki við fedrar okkara gjørdi Harrin henda sáttmála, men við okkum, við allar okkum, sum eru á lívi her í dag.v4Andlit til andlits talaði Harrin til tykkara út úr miðjum eldinum á fjallinum.v5Eg stóð tá sum millumgongumaður millum Harrans og tykkara og flutti tykkum orð Harrans; tí at tit óttaðust eldin og komu ikki niðan á fjallið: Hann segði: Hini tíggju boðini v6«Eg eri Harrin, Guð tín, sum leiddi teg út úr Egyptalandi, úr trælahúsinum.v7Tú mást ikki hava aðrar gudar enn meg.v8Tú mást ongar skurðmyndir gera tær og eingi líki av nøkrum tí, sum er uppi á himni ella her niðri á jørð ella í havinum undir jørðini;v9tú mást ikki tilbiðja tað og ikki dýrka tað, tí at eg, Harrin, Guð tín, eri vandlátur Guð, sum lati misgerðir fedranna vitja aftur á børnini í triðja og fjórða lið teirra, ið meg hata;v10men eyðsýni miskunn í túsunda lið móti teimum, ið meg elska og varðveita boðorð míni.v11Tú mást ikki misbrúka navn Harrans, Guðs tíns, tí at Harrin letur ikki tann sleppa órevsaðan, sum nevnir navn hansara í tóman heim.v12Minst til at halda hvíludagin heilagan, eins og Harrin, Guð tín, hevur boðið tær.v13Í seks dagar skalt tú starva og vinna alt verk títt,v14men sjeyndi dagurin skal vera hvíludagur fyri Harranum, Guði tínum; tá mást tú einki verk vinna, hvørki tú sjálvur, sonur tín ella dóttir tín, trælur tín ella trælkona tín ella oksi tín og asni ella nakað dýr hjá tær ella útisetarnir innan borgarliða tína, til tess at trælur og trælkona tín mega hvíla eins og sjálvur tú.v15Minst til, at tú sjálvur vart trælur í Egyptalandi, og at Harrin, Guð tín, leiddi teg út haðan við sterkari hond og útrættum armi; tessvegna beyð Harrin tær at halda hvíludagin.v16Æra faðir tín og móður tína, eins og Harrin, Guð tín, hevur boðið tær, til tess at tú mást liva leingi, og at tað má vignast tær væl í tí landi, sum Harrin, Guð tín, gevur tær.v17Tú mást ikki sláa í hel.v18Tú mást ikki dríva hor.v19Tú mást ikki stjala.v20Tú mást ikki bera falskan vitnisburð móti næsta tínum.v21Tú mást ikki girnast konu næsta tíns, og ikki girnast hús næsta tíns ella jørð hansara ella húskall ella arbeiðiskonu, oksa ella asna hans ella nakað, sum næsti tín eigur.»v22Hesi orð talaði Harrin til allan savnað tykkara á fjallinum út úr miðjum eldinum, skýgginum og loyndarmjørkanum við harðari rødd og legði einki afturat; og hann risti tey á tvær steintalvur, sum hann fekk mær. Móses millumgongumaður Guðs og fólksins (smbr. 2 Mós 20) v23Men tá ið tit hoyrdu røddina út úr mjørkanum, meðan fjallið brann í eldi, tá komu tit til mín, allir høvdingar ætta tykkara og hinir elstu tykkarav24og søgdu: «Sí, Harrin, Guð vár, hevur sýnt okkum dýrd sína og mikilleika sín; og vit hava hoyrt rødd hansara út úr eldinum; nú hava vit sæð tað, at Guð fær talað við mann, og maðurin kortini heldur lívi.v25Hví skulu vit tá týna lívið? Tí hesin mikli eldur fer at oyða okkum; og um vit halda fram at lýða á rødd Harrans, fara vit at doyggja.v26Tí at hvør deyðiligur hevur nakrantíð eins og vit hoyrt rødd hins livandi Guðs tala út úr eldinum og kortini hildið lívi?v27Far tú og hoyr alt tað, sum Harrin, Guð vár, talar, og ber okkum síðan boð aftur um alt tað, sum Harrin, Guð vár, sigur við teg, so skulu vit lurta og gera eftir tí.»v28Og tá ið Harrin hoyrdi, hvussu tit talaðu til mín, segði hann við meg: «Eg havi hoyrt tey orð, sum hetta fólk hevur talað til tín; og tað, sum teir siga, er rætt.v29Gævi teir altíð mega hava tílíkan hug, so at teir óttast meg og varðveita boðorð míni allar dagar, til tess at tað má vignast teimum og børnum teirra væl um allar ævir.v30Far nú tú og bjóða teimum at fara heim aftur í tjøld síni.v31Men verð tú standandi eftir her hjá mær, so skal eg kunngera tær øll tey boðorð, allar tær skipanir og allar tær lógir, sum tú skalt kenna teimum, til tess at teir ganga eftir teimum í tí landi, sum eg skal geva teimum til ognar.v32Verið tí vandnir í at gera eins og Harrin, Guð tykkara, hevur boðið tykkum, og víkið hvørki til høgru ella vinstru.v33Fylgið altíð teirri leið, sum Harrin, Guð tykkara, hevur boðið tykkum at ganga, til tess at tit mega halda lívi og hava eydnuna við tykkum og liva leingi í tí landi, sum tit skulu taka til ognar.» |