Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Bræv Paulusar ápostuls til Filippimanna, kapittul 2
Áminning um semju, um sjálvavnoktan eftir fyrimynd Krists
v1Um tað tá er nøkur áminning í Kristi, um tað er nøkur kærleiks uggan, um tað er nakað samfelag andans, um tað er nøkur samkensla og miskunn,v2tá gerið gleði mína fullkomna, við tað at tit hava sama hug, hava sama kærleika og samlyntir hava eitt í huga,v3einki gera av egingirnd, einki av lyst eftir fáfongdari æru, men heldur í lítillæti meta hvør annan meira enn seg sjálvan,v4og ein og hvør hyggur ikki bert um tað, sum hansara er, men ein og hvør eisini um tað, sum aðrir hava.v5Sama sinnalagið veri í tykkum, sum eisini var í Kristi Jesusi,v6hann, sum, tá ið hann var í Guðs mynd, ikki helt tað fyri rán at vera Guði líkur,v7men avklæddi seg hana, í tí at hann tók á seg tænara mynd og gjørdist monnum líkur;v8og tá ið hann í framkomu var sum maður, setti hann seg sjálvan lágt, og varð lýðin til deyða, ja, til deyða á krossi.v9Fyri tað hevur eisini Guð hátt upphevjað hann og givið honum navnið, sum er yvir hvørjum einum navni,v10fyri at í Jesu navni skal hvørt knæ boyggja seg, teirra, sum eru á himni, og teirra, sum eru á jørð, og teirra, sum eru undir jørðini,v11og hvør tunga skal ásanna, at Jesus Kristus er harri, til dýrdar Guðs faðirs.
Áminning um at arbeiða upp á egnu frelsu
v12Tess vegna, elskaðu mínir, líkasum tit altíð hava verið lýdnir, so arbeiðið, ikki bert sum tá ið eg eri hjástaddur, men nú nógv meira, tá ið eg eri frástaddur, upp á tykkara egnu frelsu við ótta og bivan;v13tí at tað er Guð, sum virkar í tykkum bæði at vilja og at virka, eftir sínum tokka.v14Gerið alt uttan meinskan og iving,v15fyri at tit mega verða lýtaleysir og reinir, ólastandi børn Guðs mitt í eini spiltari og rangari ætt, har sum tit sýna tykkum eins og himnaljós í heiminum,v16við tað at tit halda lívsins orði fram, mær til rós á degi Krists, at eg ikki havi runnið til einkis og ikki heldur arbeitt til einkis.v17Ja, um eg sjálvur verði ofraður, meðan eg geri altartænastu fyri trúgv tykkara og beri hana fram sum offur, so gleðist eg og samgleðist við tykkum øllum.v18Á sama hátt skulu eisini tit gleðast og samgleðast við mær.
Paulus vónar brátt at kunna senda Timoteus
v19Men eg havi ta vón í Harranum Jesusi, at eg brátt kann senda Timoteus til tykkara, so at eisini eg kann verða glaður í huga, tá ið eg fái at vita, hvussu tað veit við hjá tykkum;v20tí at ongan havi eg hansara líka í lyndi, sum so trúliga vil hava umsorgan fyri, hvussu tykkum veit við.v21Tí at allir søkja teir sítt egna, men ikki tað, sum hoyrir Kristi Jesusi til.v22Men hansara roynda trúskap vita tit um, at hann hevur tænað fyri gleðiboðskapinum saman við mær, eins og barn tænar faðir sínum.v23Hann vóni eg tá at fáa sent, líka skjótt sum eg síggi, hvat ið úrslitið verður hjá mær.v24Men eg havi tað álit á Harranum, at eg eisini sjálvur skal koma skjótt.
Paulus sendir Epafroditus aftur
v25Men eg helt tað vera neyðugt at senda til tykkara Epafroditus, bróður mín og starvsfelaga og stríðsfelaga, men sendimann tykkara og ørindreka til at veita mær hjálp í trongd míni;v26av tí at honum longdist eftir tykkum øllum og hann hevði nógva órógv á sær, tí at tit høvdu hoyrt, at hann hevði verið sjúkur.v27Tí at hann var reiðuliga sjúkur, komin til deyða; men Guð miskunnaði honum, og ikki bert honum, men eisini mær, fyri at eg ikki skuldi hava sorg oman á sorg.v28Tí sendi eg hann so mikið skjótari, fyri at tit kunnu verða glaðir aftur, tá ið tit fáa at síggja hann, og eg kann verða meira ekkaleysur.v29Takið tá móti honum í Harranum við allari gleði, og havið slíkar menn í æru;v30tí at fyri Krists gernings skuld var hann komin til deyða, við tað at hann setti lív sítt í váða, fyri at bøta um saknin av tykkum í tænastuni móti mær.