|
Bræv Paulusar ápostuls til Filippimanna, kapittul 3 Ávaring móti jødiskum falslærarum; Paulus heldur seg als ongan fyrimun hava sum Jøda v1Annars, brøður mínir, gleðið tykkum í Harranum! At skriva tað sama til tykkara er einki stríð hjá mær, men tykkum er tað til styrkingar.v2Gevið gætur eftir hundunum; gevið gætur eftir hinum ringu arbeiðismonnunum; gevið gætur eftir sundurskeringini!v3Tí at vit eru hinir umskornu, vit sum tæna Guði í anda hansara og rósa okkum av Kristi Jesusi og ikki troysta á holdið,v4tó at eg havi tað, sum eg kundi troystað á eisini í holdinum. Um einhvør annar tykist at kunna troysta á holdið, tá kann eg tað meira.v5Eg eri umskorin áttanda dagin, av Ísraels fólki, Benjamins ætt, Hebreari av Hebrearum, viðvíkjandi lóg ein Fariseari;v6viðvíkjandi vandlæti ein, sum gjørdi atsókn á kirkjuliðið; viðvíkjandi rættferðini samsvarandi lógini ólastandi.v7Men tað, sum var mær ein vinningur, tað havi eg fyri Krists sakir hildið vera tap.v8Ja, av sonnum haldi eg eisini alt vera tap móti tí, sum er so nógv mætari: kunnleikin um Krist Jesus, harra mín; fyri hansara skuld havi eg mist tað alt samalt og meti tað javnt við skarn, fyri at eg má vinna Krist,v9og verða funnin í honum, so at eg ikki havi rættvísi mína, hana sum fæst av lóg, men hana sum fæst við trúgv á Krist, rættvísina frá Guði trúar vegna,v10til tess at eg má kenna hann og kraftina av uppreisn hansara og samfelagið í líðingum hansara, við tað at eg verði sammyndaður við hann í deyða hansara,v11um mær tá mátti eydnast at náa til uppreisnar frá deyðum. Um kristnan fullkomileika v12Tað er ikki so, at eg longu havi náað tí ella longu eri fullkomin, men eg strembi eftir tí, um eg skuldi kunnað gripið tað, við tað at eg eisini eri gripin av Kristi Jesusi.v13Brøður, eg haldi ikki meg sjálvan enn hava gripið tað,v14men eitt geri eg: eg gloymi tað, sum er aftan fyri bak, og eg rætti meg fram eftir tí, sum er fyri framman, og skundi soleiðis at málinum, til tann sigursgrip, sum Guð hevur kallað okkum til úr erva í Kristi Jesusi.v15Latum okkum tí, so mangir sum fullkomnir eru, hava hetta huglyndi! Og um tit í einumhvørjum hugsa øðrvísi, tá skal Guð eisini opinbera tykkum hetta.v16Bert at vit, so langt vit eru komnir, halda somu leið. Paulus sum fyrimynd – øðrvísi við falslærarunum v17Verðið, brøður, samlíkir mær, og gevið tykkum far um teir, ið liva eftir tí fyridømi, sum tit hava í okkum.v18Tí at mangir liva – eg havi ofta sagt tykkum tað, og nú sigi eg tað eisini grátandi – sum fíggindar av krossi Krists,v19endi teirra er glatan, gudur teirra er búkurin, og æru sína seta teir í skemd sína, teir sum tráa eftir lutunum á jørðini.v20Tí at borgaraskapur okkara er á himnum, haðan sum vit eisini vænta sum frelsara Harran Jesus Krist,v21hann sum skal umskapa neyðarlikam okkara í somu mynd sum dýrdarlikam hansara eftir teirri kraft, sum hann er mentur eisini at leggja alt undir seg við.(4,1)Tess vegna, brøður mínir, sum eg elski, og sum mær leingist eftir, gleði mín og kransur mín, standið soleiðis fastir í Harranum, elskaðu tit! |