|
Bræv Paulusar ápostuls til Kolossumanna, kapittul 1 Heilsan v1Paulus, ápostul Krists Jesu við Guðs vilja, og bróðirin Timoteusv2til hinar heilagu og trúgvandi brøðurnar í Kolossu, sum hoyra Kristi til: náði veri við tykkum og friður frá Guði, faðir várum! Tøkk fyri trúgv og kærleika hjá kirkjuliðinum í Kolossu v3Vit takka Guði og faðir várs harra Jesu Krists altíð, tá ið vit biðja fyri tykkum,v4eftir at vit hava hoyrt um trúgv tykkara á Krist Jesus og um kærleikan, sum tit hava til øll hini heilagu,v5vegna ta vón, sum tykkum er goymd í himnunum, hana sum tit áður hava hoyrt um í sannleiksorði gleðiboðskaparins,v6sum er komin til tykkara, eins og hann eisini er í øllum heiminum og ber ávøkst og veksur, líkasum eisini hjá tykkum, frá tí degi, tá ið tit hoyrdu hann og fingu at kenna náði Guðs í sannleika,v7soleiðis sum tit eisini hava lært av Epafrasi, okkara elskaða samtænara, sum er ein trúgvur tænari Krists fyri tykkum,v8hann sum eisini hevur sagt okkum frá kærleika tykkara í andanum. Bøn um andligan vøkstur v9Tess vegna hava vit, frá tí degi vit hoyrdu tað, ikki heldur hildið uppat at gera bøn fyri tykkum og biðja um, at tit mega verða fyltir við kunnleika um vilja hansara í øllum vísdómi og andligari skynsemi,v10so at tit hava eina slíka atferð, sum tað høvir fyri Harranum, honum til allan hugnað, við tað at tit bera ávøkst og vaksa í øllum góðum verki við kunnleikanum um Guð,v11av tí at tit verða styrktir við allari kraft eftir dýrdar mátti hansara til alt tolmóð og langmóð við gleðiv12og takka faðirinum, sum gjørdi okkum dúgligar til at fáa part í arvaluti teirra heilagu í ljósinum,v13hann sum bjargaði okkum út úr valdi myrkursins og flutti okkum inn í ríki elskaða sonar síns,v14sum vit hava endurloysingina í, fyrigeving syndanna. Vitnisburður um Krist, Guðs son, høvur og frelsara kirkjuliðsins v15Og hann er mynd hins ósjónliga Guðs, hin fyrstiføddi fyri ein og hvønn skapning,v16tí at í honum vórðu allir lutir skapaðir í himnunum og á jørðini, hinir sjónligu og hinir ósjónligu, annaðhvørt tað eru hásæti ella harradømi ella máttir ella vald. Allir lutir eru skapaðir við honum og til hansara;v17og sjálvur er hann fyrr enn allir lutir, og allir lutir standa við í honum.v18Og hann er høvd likamsins, tað er kirkjuliðsins, hann sum er upphavið, hin fyrstiføddi av hinum deyðu, fyri at hann í øllum lutum skuldi vera fremstur.v19Tí at í honum líkaði tað Guði, at øll fyllingin skuldi búgva,v20og við honum at gera allar lutir sáttar við seg, hvørt tað so eru teir, sum eru á jørðini, ella teir, sum eru í himnunum, við tað at hann íbirti frið við blóðinum á krossi hansara.v21Eisini tykkum, sum áður vóru vorðnir fremmandir og fíggindar í huga tykkara, soleiðis sum tit livdu í illum gerningum,v22hevur hann tó nú gjørt sáttar í holdslikami hansara við deyðanum, til tess at lata tykkum koma fram fyri ásjón sína heilagar og lýtaleysar og ólastandi,v23so satt sum tit verða verandi í trúnni, grundfestir og fastir, og ikki lata tykkum vika frá vónini í tí gleðiboðskapi, sum tit hava hoyrt, sum er boðaður fyri øllum skapninginum undir himninum, og sum eg, Paulus, eri vorðin tænari hjá. Líðing fyri gleðiboðskapin v24Nú eri eg glaður í líðingum mínum fyri tykkara skuld og uppfylli í holdi mínum tað, sum enn vantar í trongdum Krists, fyri likam hansara, sum er kirkjuliðið,v25sum eg eri vorðin tænari hjá samsvarandi tí Guðs húshaldi, sum mær er litið til viðvíkjandi tykkum: til fulnar at boða Guðs orð,v26tann loyndardómin, sum hevur verið duldur frá tí, at allar øldir og ættir vórðu til, men nú er opinberaður fyri hansara heilagu,v27sum Guð vildi gera kunnigt, hvussu stórur ríkdómurin í hesum loyndardómi er heidninganna millum, sum er Kristus í tykkum, vón dýrdarinnar.v28Og hann boða vit, við tað at vit áminna hvønn mann og læra hvønn mann við øllum vísdómi, fyri at vit kunnu leiða hvønn mann fram fullkomnan í Kristi;v29og við hetta strevist eg eisini, við tað at eg stríðist samsvarandi hansara mátti, sum virkar í mær við kraft. |