|
Bræv Paulusar ápostuls til Kolossumanna, kapittul 2 Stríð Paulusar fyri at kirkjuliðini skulu vaksa andaliga v1Tí at eg vil, at tit skulu vita, hvussu stórt stríð eg havi fyri tykkara skuld og teirra í Laodikeu og alra teirra, sum ikki hava sæð andlit mítt í holdinum,v2fyri at hjørtu teirra mega verða magnað, við tað at tey verða samanbundin í kærleika og vinna fram til allan ríkdómin í teirri fullvissu skynsemi, til kunnugleika um loyndardóm Guðs, tað er Krist,v3sum allir dýrgripir vísdómsins og kunnleikans eru fjaldir í. Áminning um at halda fast við Krist og vara seg fyri villleiðandi vísdómi v4Hetta sigi eg, fyri at eingin skal reingja tykkum við lokkandi orðum;v5tí at um eg eri frástaddur í holdinum, eri eg kortini hjá tykkum í andanum, og eg eri glaður við at síggja tað góða lagið hjá tykkum og fastleikan í trúgv tykkara á Krist.v6Líkasum tit tí hava tikið ímót Kristi Jesusi, Harranum, soleiðis skulu tit liva í honum,v7í tí at tit eru rótfestir og verða uppbygdir í honum og verða staðfestir við trúnni, soleiðis sum tit vórðu lærdir, og fara fram við henni í takkargerð.v8Gevið tí gætur, at eingin skal vera til at hertaka tykkum við heimspeki og tómari villu samsvarandi mannafrásøgnum, samsvarandi heimsins barnalærdómi og ikki samsvarandi Kristi; Hjá Kristi, sum teir í dópinum eru vígdir til, er frelsa og sigur yvir fíggindakreftum at finna v9tí at í honum býr øll fylling guddómsins likamliga;v10og tit eru fyltir í honum, hann sum er høvdið yvir øllum valdi og harradømi;v11í honum eru tit eisini umskornir við umskering, sum ikki er gjørd við hond, við úrlating úr holdslikaminum, við umskering Krists,v12av tí at tit vórðu grivnir við honum í dópinum, sum tit eisini vórðu uppreistir í saman við honum við trúnni á Guðs kraft, sum reisti hann upp frá deyðum.v13Eisini tykkum, sum vóru deyðir í misgerðum tykkara og í yvirhúð holds tykkara, gjørdi hann livandi saman við honum, við tað at hann fyrigav okkum allar misgerðir okkara,v14og strikaði út skuldabrævið, sum kom okkum við, og var skrivað við boðorðunum, tað sum var okkum ímót, og hann beindi fyri tí, við tað at hann negldi tað á krossin.v15Hann avvápnaði valdini og harradømini og sýndi tey opinberliga fram, tá ið hann vann sigur yvir teimum í honum. Ávaring mót falslærarum v16Latið tí ongan døma tykkum fyri mat ella drekka, ella hvat ið viðvíkur hátíðum ella nýmánum ella hvíludøgum;v17hetta er bert skuggi av tí, sum koma skuldi, men likamið er Krists.v18Latið ongan døma sigursprísin frá tykkum, sum hevur hugnað í eyðmýkt og eingladýrkan, við tað at hann fæst við sjónir sínar, er grundaleyst hástórur av sínum holdliga huga,v19og ikki heldur fast við høvdið, hann sum alt likamið veksur Guðs vøkstur út frá, útgjørt og samanbundið við liðum sínum og bondum.v20Eru tit deyðir við Kristi burtur frá barnalærdómi heimsins, hví lata tit tá, eins og livdu tit í heiminum, slík boð leggjast fyri tykkum:v21«Tak ikki, smakka ikki, nem ikki við!»v22– alt hetta er tó ætlað til at farast við at verða nýtt – samsvarandi mannaboðum og mannalærdómum?v23Hetta hevur væl orð fyri vísdóm við sjálvgjørdari dýrkan og eyðmýkt og eirindaloysi móti likaminum, ikki við nøkrum, sum er æru vert, eina til mettu fyri holdið. |