Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Fyrra bræv Paulusar ápostuls til Tessalónikumanna, kapittul 4
Áminning um at toknast Guði; ávaring móti girndarfýsni og sviki
v1Annars biðja vit nú tykkum, brøður, og áminna tykkum í Harranum Jesusi, at líkasum tit hava lært av okkum, hvussu tit eiga at liva og toknast Guði, soleiðis sum atferð tykkara eisini er, at tit soleiðis mega gera alt meiri og meiri framstig.v2Tit vita jú, hvørji boð vit góvu tykkum við Harranum Jesusi.v3Tí at hetta er Guðs vilji, halgan tykkara, at tit halda tykkum frá ólevnaði,v4at ein og hvør av tykkum veit at vinna sær sítt egna ker í heilagskapi og heiðuri,v5og ikki í girndarfýsni eins og heidningar, sum ikki kenna Guð;v6at eingin órættar ella svíkur bróður sín í nøkrum viðurskifti; tí at Harrin er hevnari av øllum slíkum, soleiðis sum vit eisini áður hava sagt tykkum og vitnað fyri tykkum.v7Tí at ikki kallaði Guð okkum til óreinsku, men til halganar.v8Tann, sum tí vanvirðir hetta, vanvirðir ikki eina menniskju, men Guð, sum eisini gevur heilaga anda sín til tykkara.
Áminning um framstig í bróðurkærleika, virksemi og sámiligari atferð
v9Men ikki hava tit fyri neyðini, at eg skrivi til tykkara um bróðurkærleikan; tí at tit eru sjálvir upplærdir av Guði til at elska hvør annan;v10og hetta gera tit jú eisini móti øllum brøðrunum í allari Makedóniu; men vit áminna tykkum, brøður, at gera alt meiri og meiri framstig,v11og at seta eina æru í tí at liva stillisliga og varða hvør um sítt egna og arbeiða við hondum tykkara, soleiðis sum vit hava boðið tykkum,v12fyri at tit mega sýna teimum, sum uttanfyri eru, eina sámiliga atferð, og tit ikki skulu treingja til nakran.
Viðvíkjandi teimum deyðu og afturkomu Harrans
v13Men vit vilja ikki, brøður, at tit skulu vera óvitandi viðvíkjandi teimum, sum sovna burtur, fyri at tit ikki skulu syrgja eins og hinir, sum ikki hava vón.v14Tí at um vit trúgva tí, at Jesus er deyður og risin upp, tá skal Guð eisini somuleiðis við Jesusi leiða tey fram, sum sovnað eru burtur, saman við honum.v15Tí at hetta siga vit tykkum, við einum orði Harrans, at vit, sum liva og verða eftir til komu Harrans, skulu als ikki koma undan teimum, sum sovnað eru burtur;v16tí at sjálvur Harrin skal stíga niður av himni við kallandi rópi, við høvuðseingils rødd og við Guðs básúnu, og tey, sum eru deyð í Kristi, skulu fyrst rísa upp;v17síðan skulu vit, sum liva, sum verða eftir, saman við teimum verða rykt burtur á skýggjum til fundar við Harran í luftini; og so skulu vit altíð vera saman við Harranum.v18Troystið tí hvør annan við hesum orðum!