|
Fyrra bræv Paulusar ápostuls til Tessalónikumanna, kapittul 5 Harrans dagur; áminning um at vaka v1Men um tíðir og tímar, brøður, er tykkum ikki tørvur á, at skrivað verður til tykkara;v2tí at sjálvir vita tit gjølla, at Harrans dagur kemur sum tjóvur á nátt.v3Tá ið menn siga: «Friður og eingin fári!» tá kemur bráður undirgangur á teir, eins og verkir á barnakonu, og teir skulu als ikki komast undan.v4Men tit, brøður, eru ikki í myrkri, so at dagurin skuldi komið á tykkum sum tjóvur.v5Tí at allir eru tit børn ljósins og børn dagsins, vit eru ikki børn náttarinnar ella myrkursins.v6Latum okkum tí ikki sova eins og hini, men latum okkum vaka og vera ódruknir!v7Tí at tey, sum sova, sova um náttina, og tey, sum drekka seg drukkin, eru drukkin um náttina.v8Men vit, sum hoyra deginum til, skulu vera ódruknir, klæddir í trúar og kærleiks brynju og frelsunnar vón sum hjálm.v9Tí at ikki hevur Guð ætlað okkum til vreiði, men at ognast frelsu við harra várum Jesusi Kristi,v10sum doyði fyri okkum, fyri at vit, annaðhvørt vit vaka ella vit sova, skulu liva saman við honum.v11Áminnið tí hvør annan og uppbyggið hvør annan, soleiðis sum tit eisini gera! Ymiskar áminningar v12Men vit biðja tykkum, brøður, um at kennast við teir, sum arbeiða tykkara millum og eru fyristøðumenn tykkara í Harranum og áminna tykkum,v13og at hava teir í serliga miklum metum í kærleika fyri gerning teirra. Haldið frið tykkara millum!v14Og vit leggja tykkum tað í sinni: Áminnið tey óflýggjaligu, uggið tey mótlítlu, hjálpið teimum veiku, havið tol við øll!v15Gevið gætur, at eingin lønar nøkrum ilt aftur við illum; men roynið altíð at gera tað góða, bæði hvør móti øðrum og móti øllum!v16Verið altíð glaðir!v17Biðið uttan íhald!v18Takkið í øllum førum! Tí at hetta er vilji Guðs í Kristi Jesusi til tykkara.v19Sløkkið ikki andan!v20Vanmetið ikki profetaorð!v21Roynið alt, haldið fast á tí, sum gott er!v22Haldið tykkum frá tí illa av øllum slagi! Signingarynski |