|
Seinna bræv Paulusar ápostuls til Tessalónikumanna, kapittul 1 Heilsan v1Paulus og Silvanus og Timoteus til kirkjuliðið av Tessalónikumonnum í Guði, faðir várum, og Harranum Jesusi Kristi:v2Náði veri við tykkum og friður frá Guði, faðir várum, og Harranum Jesusi Kristi! Tøkk til Guðs fyri tolmóð kirkjuliðsins í atsóknum og trongdum. Afturkoma Krists og rættferðar løn v3Tað er skylda okkara, brøður, at takka Guði altíð fyri tykkum, soleiðis sum sámiligt er; tí at trúgv tykkara tekur til í stórum og kærleikin tykkara millum økist hjá hvørjum einstøkum av tykkum øllum,v4so at vit sjálvir rósa okkum av tykkum í kirkjuliðum Guðs fyri tolmóð tykkara og trúgv í øllum atsóknum tykkara og teimum trongdum, sum tit tola –v5– eitt merki um Guðs rættvísa dóm, – fyri at tit skulu verða hildnir verdigir til Guðs ríki, sum tit eisini líða fyri,v6so satt sum tað er rætt hjá Guði at geva teimum trongd afturfyri, sum treingja tykkum,v7og geva tykkum, sum verða trongdir, hvíld saman við okkum, tá ið Harrin Jesus verður opinberaður av himni við einglum veldisins,v8í logandi eldi, tá ið hann letur hevnd koma yvir teir, sum ikki kenna Guð, og yvir teir, sum ikki eru lýdnir móti gleðiboðskapinum um váran harra, Jesus,v9teir, sum skulu líða revsing, æviga glatan burtur frá ásjón Harrans og burtur frá dýrd veldis hansara,v10tá ið hann kemur á tí degi til at sýna seg dýrmætan í sínum heilagu og undursaman í øllum teimum, sum trúð hava; tí at vitnisburði okkara til tykkara hevur verið trúð. Bøn fyri andliga vøkstri kirkjuliðsins |