Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Fyrra bræv Paulusar ápostuls til Timoteusar, kapittul 1
Heilsan
v1Paulus, ápostul Krists Jesu eftir boði frá Guði, frelsara várum, og Kristi Jesusi, vón vári,v2til Timoteusar, sum er mín skilgitni sonur í trúnni: Náði, miskunn, friður frá Guði faðir og Kristi Jesusi, harra várum!
Paulus minnir Timoteus á at stríða móti falslærarum
v3Sum eg álegði tær at verða verandi í Efesus, tá ið eg fór til Makedóniu, fyri at tú skuldi bjóða summum monnum ikki at fara við fremmandari læru,v4og ikki at taka eftir ævintýrum og endaleysum ættartølum, sum heldur elva trætur enn fremja húshald Guðs í trúgv, ger tú so!v5Men endamál boðsins er kærleiki av reinum hjarta og góðari samvitsku og falsleysari trúgv,v6sum summir eru viknir frá og hava tikið sær ónyttutalu fyri,v7við tað at teir vilja vera lóglærarar, men ikki skilja, hvørki hvat teir siga ella hvat teir tala so ráðisliga um.v8Men vit vita, at lógin er góð, um einhvør nýtir hana á lógligan hátt,v9og hann veit tað, at lógin er ikki ætlað rættvísum manni, men lógloysingum og tvørlyntum, gudleysum og syndarum, vanheilagum og óreinum, faðirmorðarum og móðurmorðarum, manndráparum,v10horkallum, siðloysingum móti náttúruni, mannatjóvum, lygnarum, meinsvornum, og hvat so annað er, sum er ímót hini heilnæmu læruni,v11samsvarandi gleðiboðskapinum um dýrd hins sæla Guðs, sum mær er litin til.
Paulus takkar Guði fyri náðina í Kristi
v12Eg takki honum, sum meg gjørdi sterkan, Kristi Jesusi, harra várum, fyri tað at hann helt meg vera trúgvan, við tað at hann setti meg til tænastu,v13meg, sum áður var spottari og forfylgjari og yvirgangsmaður; men mær varð miskunnað, tí at eg gjørdi tað óvitandi, í vantrúgv,v14og náði várs harra varð ovurstór við trúgv og kærleika í Kristi Jesusi.v15Tað orðið er satt og til fulnar tess vert, at tikið verður við tí, at Kristus Jesus kom í heimin at frelsa syndarar, og teirra millum eri eg fremstur;v16men tí varð mær miskunnað, at Kristus Jesus skuldi sýna á mær, sum var fremstur, alt langmóð sítt, til eitt fyridømi fyri teimum, sum skuldu trúgva á hann til ævigt lív.v17Men kongi ævanna, hinum óforgongiliga, ósjónliga, einasta Guði veri heiður og dýrd um aldur og allar ævir! Amen.
Paulus stuðlar Timoteusi til at stríða hitt góða stríðið
v18Hesa fyriskipan seti eg tær fyri, sonur mín Timoteus, samsvarandi teimum profetaorðum, sum áður eru talað um teg, at tú í teimum stríðir hitt góða stríðið,v19við tað at tú hevur trúgv og góða samvitsku, sum summir hava koyrt frá sær og hava liðið skipbrot á trúnni;v20teirra millum eru teir Hýmeneus og Aleksander, sum eg havi givið upp til Sátan, fyri at teir mega verða agaðir til at lata vera at spotta.