|
Seinna bræv Paulusar ápostuls til Timoteusar, kapittul 4 Timoteus skal boða orðið við trúskapi v1Eg leggi tær dýrt við fyri ásjón Guðs og Krists Jesu, sum døma skal livandi og deyð, og við opinbering hansara og ríki hansara:v2Boða orðið, ver at í tíð og í ótíð, aga, revsa, áminn við øllum langmóði og allari leiðbeining!v3Tí at tann tíð skal koma, tá ið teir ikki skulu tola hina heilnæmu læruna, men eftir sínum egnu lystum taka sær lærarar í hópatali, soleiðis sum tað kitlar teir í oyruni,v4og teir skulu venda oyrunum frá sannleikanum og venda sær at ævintýrum.v5Men ver tú edrúur í øllum lutum, tol ilt, ger trúboðara gerning, fullfør tænastu tína! Paulus væntar ikki at sleppa út við lívinum v6Tí at nú er komið at teirri stund, at eg verði ofraður, og tíðin er komin, at eg fari avstað.v7Eg havi strítt hitt góða stríðið, havi fullrunnið skeiðið, havi varðveitt trúnna.v8Og nú liggur rættlætiskransurin goymdur til mín, sum Harrin skal geva mær á hinum degi, hann hin rættvísi dómarin, og ikki mær eina, men eisini øllum teimum, sum hava elskað opinbering hansara. Paulus biður Timoteus um at koma skjótt v9Royn alt tað tú kanst at koma til mín sum skjótast!v10Tí at Demas er farin frá mær, av tí at hann elskaði henda heimin, og hann er farin avstað til Tessalóniku; Kreskes er farin til Galatiu, Titus til Dalmatiu.v11Lukas er einsamallur hjá mær. Tak Markus og hav hann við tær; tí at hann er mær nýtur til tænastu.v12Men Týkíkus havi eg sent til Efesus.v13Tá ið tú kemur, tá tak við tær tann møttulin, sum eg legði eftir í Troas hjá Karpusi, og bøkurnar, serliga skinnbøkurnar! Paulus sigur frá viðurskiftum sínum v14Aleksander koparsmiður gjørdi mær nógv ilt; Harrin skal løna honum eftir gerningum hansara.v15Honum skalt eisini tú vara teg fyri; tí at hann stóð hart ímót orðum okkara.v16Í fyrstu málsvørn míni kom eingin mær til hjálpar, men allir fóru frá mær. Gævi, at tað ikki má verða teimum tilroknað!v17Men Harrin stóð hjá mær og styrkti meg, til tess at boðanin við mær skuldi verða fullførd, og øll fólkasløg skuldu fáa hana at hoyra; og eg varð bjargaður úr ljónskjaftinum.v18Harrin skal bjarga mær frá øllum illum verki og føra meg frelstan inn í sítt himmalska ríki. Honum veri æran um aldur og allar ævir! Amen. Heilsanir |