|
Bræv Paulusar ápostuls til Filemons, kapittul 1 Heilsan v1Paulus, fangi Krists Jesu, og bróðirin Timoteus heilsa Filemoni, elskaða vini okkara og starvsbróður,v2og Appiu, systur okkara, og Arkippusi, stríðsfelaga okkara, og kirkjuliðinum í húsi tínum:v3Náði veri við tykkum og friður frá Guði, faðir várum, og Harranum Jesusi Kristi! Tøkk til Guðs fyri trúgv og kærleika Filemons v4Eg takki Guði mínum altíð, tá ið eg minnist til tín í bønum mínum,v5av tí at eg hoyri um kærleika tín og ta trúgv, sum tú hevur á Harranum Jesusi og á øllum hinum heilagu,v6fyri at felagsskapur tín í trúnni má verða virksamur fyri Krist í kunnleika um alt tað góða, sum er í tykkum.v7Tí at stóra gleði og ugga havi eg fingið av kærleika tínum, av tí at hjørtu teirra heilagu eru vorðin lívgað av tær, bróðir! Bøn fyri trælinum Onesimusi, sum rýmdur er; Paulus hevur ført hann til trúnna v8Tí er tað, at eg, tó at eg kundi við stórum frímóði í Kristi boðið tær tað, sum sámiligt er,v9heldur biði teg fyri kærleikans skuld, slíkur sum eg eri, sum hin gamli Paulus, og nú har aftrat fangi Krists Jesu;v10eg biði teg fyri barn mítt, sum eg havi gitið í leinkjum mínum, Onesimus,v11hann, sum áður var tær ónýtur, men nú er nýtur bæði tær og mær, hann, sum eg sendi aftur til tín,v12hann, tað er mítt egna hjarta.v13Fegin vildi eg havt hann hjá mær, fyri at hann í tín stað kundi tænt mær í leinkjum mínum fyri gleðiboðskaparins skuld.v14Men uttan samtykki títt vildi eg einki gera, fyri at góðvild tín ikki skuldi vera sum av tvingsli, men av fríum vilja.v15Tí at tað kann vera, at hann av teirri grund varð skildur frá tær eina stutta tíð, fyri at tú kundi fáa hann aftur til æviga ogn,v16ikki longur sum træl, men meira enn træl, sum elskaðan bróður, serliga hjá mær, men hvør mikið meira hjá tær, bæði í holdinum og í Harranum.v17So satt sum tú tí heldur meg fyri felaga tín, tá tak ímót honum sum ímót mær!v18Men hevur hann gjørt tær nakran órætt, ella skyldar hann tær nakað, tá set tað upp á rokning mína!v19Eg, Paulus, skrivi við míni egnu hond, eg skal gjalda tað, – fyri ikki at siga tær, at tú tess uttan eisini skyldar mær sjálvan teg.v20Ja, bróðir! lat meg fáa gagn av tær í Harranum, lívga hjarta mítt í Kristi! Ymiskar frágreiðingar og heilsanir v21Í treysti til lýdni títt skrivi eg til tín, við tað at eg veit, at tú vilt gera enntá meir enn tað, sum eg sigi.v22Men royn samstundis eisini at fáa eitt tilhald til mín; tí at eg vóni, at eg við bønum tykkara skal verða tykkum givin.v23Epafras, samfangi mín í Kristi Jesusi, letur heilsa tær;v24somuleiðis Markus, Aristarkus, Demas, Lukas, starvsfelagar mínir.v25Náði várs harra Jesu Krists veri við anda tykkara! |