|
Brævið til Hebreara, kapittul 4 Sabbatshvíldin, sum skal vera teimum trúgvandi fyri v1Tá ið tað enn stendur ein fyrijáttan eftir um at ganga inn til hvíld hansara, tá latum okkum vara okkum væl fyri tí, at nakar av tykkum skal halda, at hann er dragnaður afturúr!v2Tí at vit hava eisini fingið gleðiboðini boðað líka so væl sum hinir; men orðið, sum teir hoyrdu, gagnaði teimum einki, tí at tað ikki rann saman við trúnni hjá teimum, sum hoyrdu tað.v3Tí at vit, sum hava tikið við trúgv, ganga inn til hvíldina, soleiðis sum hann hevur sagt: «so at eg svór í vreiði míni: «Sanniliga, teir skulu ikki ganga inn til hvíld mína,»» tó at gerningarnir vóru fullgjørdir frá tí, at heimurin varð grundaður.v4Tí at hann hevur einastaðni sagt soleiðis um hin sjeynda dagin: «Og Guð hvíldi hin sjeynda dagin frá øllum gerningum sínum.»v5Og uppaftur á hesum staði: «Sanniliga, teir skulu ikki ganga inn til hvíld mína.»v6Av tí at tað soleiðis stendur eftir, at nakrir skulu ganga inn til hennara, og teir, sum fyrst fingu gleðiboðini boðað, ikki gingu inn fyri ólýdnis sakir,v7tá tilskilar hann aftur ein dag: «í dag,» við tað at hann hjá Dávidi sigur eftir so langa tíð, sum sagt er áður: «Í dag, um tit hoyra rødd hansara, tá forherðið ikki hjørtu tykkara!»v8Tí at hevði Jósva latið teir fáa hvíld, tá mundi hann ikki hava talað um ein annan dag aftaná.v9So stendur tá enn eftir ein sabbatshvíld fyri Guðs fólk.v10Tí at tann, sum gingið hevur inn til hvíld hansara, hevur eisini sjálvur fingið hvíld frá gerningum sínum, eins og Guð frá sínum. Mátturin í Guðs orði v11Latum okkum tí royna alt tað vit kunnu at ganga inn til hina hvíldina, fyri at ikki nakar skal falla av sama ólýdnis fyridømi.v12Tí at Guðs orð er livandi og máttmikið og hvassari enn nakað tvíeggjað svørð, og fer inn ígjøgnum, til tað skilir sál og anda, liðir og merg, og dømir hugsanir og ráð hjartans.v13Og eingin skapningur er fjaldur fyri ásjón hansara; men alt er nakið og bert fyri eygum hansara, sum vit standa til svars fyri. Kristus hin miskunnsami høvuðspresturin v14Við tað at vit tá hava ein stóran høvuðsprest, sum er farin ígjøgnum himnarnar, Jesus, son Guðs, tá latum okkum halda fast við játtingina!v15Tí at vit hava ikki ein høvuðsprest, sum ikki kann hava várkunn við veikleikum okkara, men ein, sum er freistaður á allan hátt líka við okkum, tó uttan synd.v16Latum okkum tí við frímóði ganga fram at hásæti náðinnar, fyri at vit kunnu fáa miskunn og finna náði til hjálpar í tímiligari tíð! |