Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Jósvabók, kapittul 11
Norðurkánáan tikið
v1Men tá ið Jábin, kongur av Házor, frætti hetta, sendi hann Jóbab, kongi av Mádon, boð og somuleiðis kongunum av Sjimron og Aksjafv2og kongunum har norðuri í fjallabygdunum, á slættlendinum fyri sunnan Kinnerot, í láglandinum og á heiðunum við Dór úti við sjógvin,v3Kánáanitum bæði fyri eystan og vestan, Ámoritum, Hetitum, Perezitum, Jebusitum í fjallabygdunum og Hivitum niðanvert við Hermon í Mizpalandi.v4Hesir løgdu nú út við øllum herliðum sínum, fjølmangir sum sandurin við sævarflóð, og við nøgd av hestum og vagnum.v5Allir hesir kongar løgdu ráðini saman, síðan komu teir og settu upp herbúðir sínar við Meromsvøtn og búðust til bardaga móti Ísraels fólki.v6Tá segði Harrin við Jósva: «Óttast ikki fyri teimum, tí at um hetta mundið í morgin skal eg lata teir liggja vignar á vali fyri Ísraelsmonnum; tú skalt kvetta hælsinurnar á hestum teirra og brenna upp hervagnar teirra.»v7Jósva og alt herfólkið, sum við honum var, komu tá brádliga yvir teir við Meromsvøtn, og løgdu á teir.v8Og Harrin gav teir upp í hendur Ísraels, so at teir vunnu sigur á teimum og eltu teir alt at Zidon hini miklu og til Misrefot-Máim og eystur í Mizpedalin; og teir vógu teir, so at eingin teirra komst undan.v9Jósva fór við teimum, soleiðis sum Harrin hevði boðið: Hælsinurnar á hestum teirra kvetti hann av, og hervagnar teirra brendi hann upp.v10Um tað mundið snúðist Jósva aftur og vá Házor og feldi kongin har við svørði; men Házor var áður høvuðsborgin í øllum hesum kongaríkjum.v11Teir bannførdu borgina og avoyddu hvørt mansbarn, sum har var, so at einki livandi var eftir; og Házor settu teir eld á.v12Jósva fekk undir seg allar borgirnar hjá hinum kongunum eins og allar kongarnar sjálvar; og hann vá teir við svørði og avoyddi teir, so sum Móses, tænari Harrans, hevði boðið.v13Tó brendu Ísraelsmenn onga av teimum borgum, ið stóðu uppi á hæddum uttan Házor eina; hana setti Jósva eld á.v14Allan herfong og fenað úr hesum borgum rændu Ísraelsmenn sær til handar; men hvørt mannkyn feldu teir við svørði og avoyddu tað, til ikki livandi kykt var eftir.v15Eins og Harrin hevði boðið Mósesi, tænara sínum, soleiðis beyð Móses Jósva, og soleiðis gjørdi Jósva; einki læt hann vera ógjørt av øllum tí, sum Harrin hevði boðið Mósesi.
Yvirlit yvir sigurvinningar Ísraels
v16Soleiðis legði Jósva alt hetta landið undir seg, fjallalandið og alt suðurlandið, alt Gósjenland og láglandið, slættlendið og Ísraels fjallaland og láglandið har um leið,v17frá tí nakna hálandinum, ið hevjar seg niðan móti Se'ir og alt at Báal-Gád í Libanons dali niðanvert við Hermons fjall; og allar kongar teirra tók hann, jarðlegði teir og týndi teimum av lívi.v18Í langar tíðir lá Jósva í bardaga við hesar kongar.v19Eingin borg gav seg við góðum undir vald Ísraelsmanna uttan eina Hivitarnir, sum búðu í Gibeon; alt máttu teir taka við bardaga.v20Av Harrans ávum herdu teir hjørtu síni og løgdu í hernað móti Ísraelsmonnum, so at hesir avoyddu teir og eirindaleyst týndu øllum av lívi, eins og Harrin hevði boðið Mósesi.
Avoyðing Ánakita
v21Um tað mundið kom Jósva og rak Ánakitarnar út úr fjallalandinum, úr Hebron og Debir, úr Ánab og úr øllum Júdafjøllum og úr øllum Ísraelsfjøllum; og Jósva avoyddi teir eins og borgir teirra.v22Eingin Ánakiti var eftir í landi Ísraelsmanna; einans í Gaza, Gát og Ásdod vóru nakrir eftir.v23Soleiðis legði Jósva alt landið undir seg samsvarandi øllum tí, sum Harrin hevði talað við Móses; og Jósva gav Ísrael tað í arv, hvørji ættini sín lut. Síðan varð friður í landinum.