|
Jósvabók, kapittul 15 Landøkið Júdaættar v1Við lutkastinum fingu kyntættirnir av Júda ætt sín landslut yvir móti Edóms landamarki, Zin oyðimørkina, sunnast í landinum.v2Landamark teirra fyri sunnan byrjar frá endanum á Salthavinum frá víkini, ið gongur suðureftir;v3haðan gongur tað sunnanvert við Sporðdrekaskarðið, fer yvir at Zin og snýr sær niðaneftir sunnanvert við Kádesj-Barnea og yvir at Hezron; síðan niðan til Addar og haðan í bugi til Karka;v4haðan gongur tað yvir at Azmon og alla leið at Egyptalands á; síðan gongur markið í sjógv. Hetta er landamark teirra í suðuri.v5Landamarkið fyri eystan er Salthavið og alt at Jórdans ósa. Landamarkið fyri norðan gongur frá havsins vík frá Jórdans ósa;v6haðan gongur landamarkið niðaneftir til Bet-Hogla og longur fram fyri norðan Bet-Árába og niðan at steini Bóhans Rubenssonar.v7Síðan gongur landamarkið frá Ákors dali til Debir og norður um Gilgal, ið liggur áraka Ádummimskarðið fyri sunnan dalin; síðan gongur landamarkið at En-Sjemesjvøtnum og endar við Rógel kelduna.v8Haðan gongur landamarkið niðan móti dali Hinnomssonar sunnanvert við øksl Jebusita, sum nú eitur Jerúsalem; og síðan gongur landamarkið upp á fjallatindin, sum er fyri vestan Hinnoms dal við norðurendan av Refaim dali.v9Av fjallatindinum gongur landamarkið í bugi við Neftoa vatnræsi og út til bygdina á Efraims fjalli og haðan til Báala, ið nú eitur Kirjat-Jearim.v10Frá Báala gongur landamarkið í bugi vestureftir at Se'irs fjalli og síðan yvir at brekkuni norðanvert við Jearims fjall, har ið nú Kesalon liggur; og haðan oman til Bet-Sjemesj og yvir at Timna.v11Haðan gongur landamarkið norðureftir at Ekrons fjallaási og síðan í bugi til Sjikkaron og yvir at Báalafjalli og alla leið til Jabneel og gongur í sjógv.v12Í vestri er havið mikla landamark allan vegin. Hetta eru landamarkini hjá Júdasonum íkring, eftir kyntáttum teirra. Káleb og Otniel v13So sum Harrin hevði boðið Jósva, fekk Káleb Jefunneson sín landslut í miðjum Júdasonum, borgina Kirjat-Arba, ið æt eftir ættarfaðir Ánakita; hon eitur nú Hebron.v14Og Káleb rak burtur haðan tríggjar Ánakitar, Sjesjai, Áhiman og Talmai, eftirkomarar Ánaks.v15Síðan fór hann í hernað móti íbúgvum Debirs; Debir æt áður Kirjat-Sefer.v16Tá mælti Káleb: «Tann, sum vinnur borgina Kirjat-Sefer og leggur hana undir seg, honum vil eg geva Aksu, dóttur mína, til konu.»v17Og tá ið Otniel Kenazson, bróðir Kálebs, vann borgina, gav hann honum Aksu, dóttur sína, til konu.v18Men tá ið hon skuldi fara heim við húsbónda sínum, eggjaði hann henni til at biðja faðirin um nakað av jørð; hon fór tí niður aftur av asnanum. Káleb spurdi hana tá: «Hvat vilt tú?»v19Hon svaraði: «Gev mær einahvørja heimanfylgju; av tí at tú hevur gift meg burtur til hitt turra suðurlandið, so mást tú eisini geva mær vatnbrunnar.» Tá gav hann henni hinar ovaru og hinar niðaru brunnarnar. Júdaborgir v20Hetta er arvalutur Júdaættar eftir kyntáttum teirra:v21Borgirnar við útjaðara Júdaættar sunnantil móti landamarki Edóms: Kabzeel, Eder, Jágur,v22Kina, Dimona, Árara,v23Kedesj, Házor, Jitnan,v24Zif, Telem, Bealot,v25Házor-Hádata, Kerijot-Hezron; tað er Házor.v26Ámam, Sjema, Mólada,v27Házar-Gadda, Hesjmon, Bet-Pelet.v28Házar-Sjúal, Beersjeba, Bizjótja,v29Báala, Ijjim, Ezem,v30Eltolad, Betul, Horma,v31Ziklag, Madmanna, Sansanna,v32Lebaot, Sjilhim, En-Rimmon; tilsamans tjúgu og níggju borgir og torpar teirra.v33Á láglandinum: Esjtaol, Zórea, Asjna,v34Zánoa, En-Gannim, Tappua, Enam,v35Jarmut, Ádullam, Sóko, Ázekav36Sjáaráim, Áditáim, Gedera, Gederotáim; tilsamans fjúrtan borgir og torpar teirra.v37Framleiðis Zenan, Hádasja, Migdal-Gád,v38Dilean, Mizpe, Jokteel,v39Lákisj, Bozkat, Eglon,v40Kabbon, Lakmas, Kitlisj,v41Gederot, Bet-Dágon, Náama, Makkeda; tilsamans sekstan borgir og torpar teirra.v42Framleiðis Libna, Eter, Ásjan,v43Jifta, Asjna, Nezib,v44Ke'ila, Akzib, Maresja; tilsamans níggju borgir og torpar teirra.v45Ekron við bygdum og torpum sínum.v46Frá Ekron og vestur at havinum alt økið fram undir líðunum við torpum sínum,v47Ásdod við bygdum og torpum sínum, Gaza við bygdum og torpum sínum, alt at Egyptalands á; fyri vestan var havið mikla landamark.v48Í fjallalandinum: Sjámir, Jattir, Sóko,v49Danna, Kirjat-Sefer, tað er Debir;v50Ánab, Esjtemo, Ánim,v51Gósjen, Hólon, Gilo; tilsamans ellivu borgir og torpar teirra.v52Framleiðis Árab, Duma, Esjean,v53Jánum, Bet-Tappua, Áfeka,v54Humta, Kirjat-Arba, tað er Hebron, og Zior; tilsamans níggju borgir og torpar teirra.v55Framleiðis Máon, Karmel, Zif, Jutta,v56Jizreel, Jokdeam, Zánoa,v57Káin, Gibea, Timna; tilsamans tíggju borgir og torpar teirra.v58Framleiðis Halhul, Bet-Zur, Gedor.v59Máarat, Bet-Ánon, Eltekon; tilsamans seks borgir og torpar teirra. Tekoa, Efrata, tað er Betlehem, Peor, Etam, Kúlon, Tátam, Sóres, Kerem, Gallim, Beter og Menóho; tilsamans ellivu borgir og torpar teirra.v60Framleiðis Kirjar-Báal, tað er Kirjat-Jearim, og Rabba; tilsamans tvær borgir og torpar teirra.v61Í oyðimørkini: Bet-Árába, Middin, Sekáka,v62Nibsjan, Ir-Mela, En-Gedi; tilsamans seks borgir og torpar teirra.v63Men Jebusitarnir, sum búðu í Jerúsalem, fingu Júdamenn ikki rikið burtur; tí búgva Jebusitar enn í dag í Jerúsalem saman við Júdamonnum. |