|
Jósvabók, kapittul 16 Landøkið hjá báðum ættum Jósefs v1Síðan varð landamarkið hjá Jósefs sonum tilskilað við lutkasti og gekk fyri eystan frá Jórdan áraka Jeriko við Jerikos vøtn og niðan gjøgnum oyðimørkina, ið hevjar seg upp á fjallalandið við Betel;v2og frá Betel framvegis yvir at landamarki Arkita, at Átarot,v3gekk síðan oman vestureftir móti landamarki Jafletita og móti landamarki Bet-Hórons hins niðara og alt at Gezer og gekk í sjógv. Landøki Efraims v4Hesin landsluturin ognaðist Jósefs sonum, Manasse og Efraim;v5og landamarkið fyri tí luti, sum Efraims synir fingu eftir kyntáttum sínum, var fyri eystan Átarot-Addar til Bet-Hóron hins ovara;v6haðan gekk tað vestur at havinum. Fyri norðan var Mikmetat mark; haðan gekk landamarkið eystureftir til Táanat-Sjilo og gekk í bugi sunnanvert við Jánoa.v7Frá Jánoa gekk tað oman at Átarot og Náara, tætt við Jeriko og endaði úti við Jórdan.v8Frá Tappua gekk landamarkið vestur í Kána-dalin og endaði úti við havið. Hetta var arvalutur Efraims ættar eftir kyntáttum teirrav9umframt borgir og torpar, sum Efraims synir fingu burtur av arvaluti Manasse sona.v10Men Kánáanitarnar, sum búðu í Gezer, róku teir ikki burtur; tí búgva Kánáanitar enn í dag í miðjum Efraim; men teir eru vinnuskyldigir. |