Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Jósvabók, kapittul 21
Levitaborgirnar
v1Tá gingu ættarhøvdingar Levita inn fyri Eleazar prest og Jósva Nunsson og ættarhøvdingar Ísraelsmannav2og talaðu soleiðis til teirra í Silo í Kánáanlandi: «Harrin beyð við Mósesi at geva okkum borgir at búgva í og hjá teimum beitilendi fyri fenað okkara.»v3Tá góvu Ísraelsmenn eftir boði Harrans Levitum hesar borgir við beitilendum burtur av arvalutum sínum.v4Lutkastið rakti nú fyrst kyntættir Kehatita, soleiðis at av Levitunum fingu synir Árons prests við lutkasti trettan borgir burtur av ætt Júda og ætt Símeons og ætt Benjamins;v5men hinir synir Kehats fingu við lutkasti eftir kyntáttum sínum tíggju borgir burtur av ætt Efraims og ætt Dáns og hálvari ætt Manasse.v6Synir Gersjons fingu við lutkasti eftir kyntáttum sínum trettan borgir burtur av ætt Issakars og ætt Ásjers og ætt Naftali og burtur av hálvari ætt Manasse í Básjan.v7Og Merari synir fingu eftir kyntáttum sínum tólv borgir burtur av ætt Rubens og ætt Gáds og ætt Zebulons.v8Og Ísraelsmenn góvu við lutkasti Levitum hesar borgir við beitilendum, eins og Harrin hevði boðið við Mósesi.v9Av Júda ætt og Símeons ætt góvu teir hesar borgir, ið her verða nevndar:v10Eftirkomarum Árons av kyntátti Kehats av Levi ætt, ið fingu fyrsta lutin,v11lutaðist Kirjat-Arba – tað er borgin hjá Arba, ættfaðir Ánaks, ið nú eitur Hebron – í Júdafjøllum við beitilendum.v12Men akurland borgarinnar og tilliggjandi torpar góvu teir Kálebi Jefunnesyni til ognar.v13Sonum Árons prests góvu teir Hebron, griðstaður fyri vígsekar, við beitilendum og Libna við beitilendum.v14Jattir við beitilendum og Esjtemoa við beitilendum.v15Hólon við beitilendum og Debir við beitilendum,v16Ásjan við beitilendum, Jutta við beitilendum og Bet-Sjemesj við beitilendum, tilsamans níggju borgir burtur av hesum báðum ættunum.v17Og burtur av ætt Benjamins: Gibeon við beitilendum, Geba við beitilendum,v18Ánatot við beitilendum, Álemet við beitilendum; tilsamans fýra borgir.v19Soleiðis fingu synir Árons, prestarnir, tilsamans trettan borgir við tilliggjandi beitilendum.v20Hinir Levitarnir av Kehats ætt fingu við lutkasti borgir burtur av Efraims ætt.v21Teimum ognaðist Sikem, griðstaður fyri vígsekar, við beitilendum í Efraims fjøllum og Gezer við beitilendum.v22Kibzáim við beitilendum, Bet-Hóron við beitilendum; tilsamans fýra borgir.v23Og burtur av Dáns ætt: Elteke við beitilendum, Gibbeton við beitilendum,v24Ajjalon við beitilendum, Gát-Rimmon við beitilendum, tilsamans fýra borgir;v25og burtur av hálvu ætt Manasse: Táanak við beitilendum, Jibleam við beitilendum, tilsamans tvær borgir.v26Hinir av Kehars ætt fingu eftir kyntáttum sínum tilsamans tíggju borgir.v27Synir Gersjons av Levi ætt fingu burtur av hálvu ætt Manasse Gólan í Básjan, griðstaður fyri vígsekar, við beitilendum og Asjtarot við beitilendum, tilsamans tvær borgir;v28og burtur av ætt Issakars: Kisjon við beitilendum, Dáberat við beitilendum,v29Jarmut við beitilendum, En-Gannim við beitilendum, tilsamans fýra borgir;v30og burtur av ætt Ásjers: Misjeal við beitilendum, Abdon við beitilendum,v31Helkat við beitilendum, Rehob við beitilendum, tilsamans fýra borgir;v32og burtur av ætt Naftali: Kedesj í Galileu, griðstaður fyri vígsekar, við beitilendum, Hammot-Dór við beitilendum, Kartan við beitilendum, tilsamans tríggjar borgir.v33Soleiðis fingu Gersjonitar eftir kyntáttum sínum tilsamans trettan borgir við beitilendum.v34Kyntættir Merarisona, teir ið enn vóru eftir av Levitunum, fingu burtur av ætt Zebulons: Jokneam við beitilendum, Karta við beitilendum,v35Rimmona við beitilendum, Náhálal við beitilendum, tilsamans fýra borgir;v36og hinumegin Jórdan áraka Jeriko burtur av ætt Rubens: Bezer í oyðimørkini, griðstaður fyri vígsekar, við beitilendum, Jáza við beitilendum,v37Kedemot við beitilendum, Mefáat við beitilendum, tilsamans fýra borgir;v38og burtur av Gáds ætt: Rámot í Gilead, griðstaður fyri vígsekar, við beitilendum, Máhanáim við beitilendum,v39Hesjbon við beitilendum, Jázer við beitilendum, tilsamans fýra borgir.v40Borgirnar, ið soleiðis lutaðust hinum kyntáttum Levi, Meraritunum eftir kyntáttum teirra, vóru tilsamans tólv.v41Allar borgirnar, sum Levitarnir fingu í ognarlandi Ísraelsmanna, vóru tilsamans fjøruti og átta við tilliggjandi beitilendum.v42Allar hesar borgir stóðu hvør fyri seg, og allar høvdu tær hvør síni beitilendi kring um seg.v43Soleiðis gav Harrin Ísrael alt tað landið, sum hann hevði svorið at geva fedrum teirra; og teir tóku tað til ognar og búsettust í tí.v44Og Harrin læt teir búgva í friði, beint so sum hann hevði svorið fedrum teirra; eingin av øllum fíggindum teirra kundi standast móti teimum; allar fíggindar teirra gav Harrin upp í hendur teirra.v45Einki av øllum teim góðu orðum, ið Harrin hevði givið húsi Ísraels, svitaðist; øll gingu út.