Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Hitt fyrsta almenna bræv Jóhannesar, kapittul 1
Jóhannes er eygnavitni um Jesus sum lívsins orð, hann skrivar, til tess at gleðin skal taka til
v1Tað, sum var frá upphavi, tað, sum vit hava hoyrt, tað, sum vit hava sæð við eygum okkara, tað, sum vit skoðaðu og hendur okkara numu við, tað er lívsins orð; –v2og lívið varð opinberað, og vit hava sæð og vitna og boða tykkum hitt æviga lívið, sum var hjá faðirinum og varð opinberað okkum; –v3tað, sum vit hava sæð og hoyrt, boða vit eisini tykkum, fyri at eisini tit mega hava samfelag við okkum; men samfelag okkara er við faðirin og við son hansara Jesus Krist.v4Og hetta skriva vit til tykkara, fyri at gleði tykkara má verða fullkomin.
At ganga í ljósinum, at játta syndir sínar. Jesu blóð reinsar frá synd
v5Og hetta er tann boðskapur, sum vit hava hoyrt av honum og boða tykkum, at Guð er ljós og at myrkur als ikki er í honum.v6Um vit siga, at vit hava samfelag við hann, og ganga í myrkrinum, tá ljúgva vit og gera ikki sannleikan.v7Men um vit ganga í ljósinum, eins og hann er sjálvur í ljósinum, tá hava vit samfelag hvør við annan, og blóð Jesu, sonar hansara, reinsar okkum frá allari synd.v8Um vit siga, at vit ikki hava synd, tá svíkja vit okkum sjálv, og sannleikin er ikki í okkum.v9Um vit játta syndum okkara, tá er hann trúfastur og rættvísur, so at hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi.v10Um vit siga, at vit ikki hava syndað, tá gera vit hann til lygnara, og orð hansara eru ikki í okkum.