|
Hitt fyrsta almenna bræv Jóhannesar, kapittul 4 Áminning um at royna andarnar v1Elskaðu tit, trúgvið ikki einum og hvørjum anda, men roynið andarnar, um teir eru av Guði; tí at mangir svikaprofetar eru farnir út í heimin.v2Av hesum kenna tit Guðs anda: Ein og hvør andi, sum viðkennir sær, at Jesus Kristus er komin í holdi, er frá Guði.v3Og ein og hvør andi, sum ikki viðkennir sær Jesus, er ikki frá Guði; og hetta er Antikrists andi, sum tit hava hoyrt um, at hann kemur, og hann er longu nú í heiminum.v4Børn míni, tit eru av Guði og hava vunnið á teimum; tí at tann, sum er í tykkum, er størri enn tann, sum er í heiminum.v5Teir eru av heiminum; tí tala teir av heiminum og heimurin hoyrir teir.v6Vit eru av Guði; tann, sum kennir Guð, hoyrir okkum; tann, sum ikki er av Guði, hoyrir okkum ikki. Av hesum kenna vit sannleikans anda og villunnar anda. At elska hvør annan; kærleikin er av Guði v7Elskaðu tit, latum okkum elska hvør annan, tí at kærleikin er av Guði; og ein og hvør, sum elskar, er føddur av Guði og kennir Guð.v8Tann, sum ikki elskar, kennir ikki Guð, tí at Guð er kærleiki.v9Í hesum varð Guðs kærleiki opinberaður okkara millum, at Guð hevur sent son sín, hin einborna, í heimin, fyri at vit skulu liva við hann.v10Í hesum er kærleikin: Ikki at vit elskaðu Guð, men at hann elskaði okkum og sendi son sín til at vera bót fyri syndir okkara.v11Elskaðu tit, hevur Guð soleiðis elskað okkum, tá eiga vit eisini at elska hvør annan.v12Eingin hevur á nøkrum sinni sæð Guð; um vit elska hvør annan, tá verður Guð verandi í okkum, og kærleiki hansara er fullkomin í okkum.v13Av hesum kenna vit, at vit verða verandi í honum og hann í okkum, at hann hevur givið okkum av sínum anda.v14Og vit hava sæð og vit vitna, at faðirin hevur sent sonin til at vera frelsari heimsins.v15Tann, sum viðkennir sær, at Jesus er Guðs sonur, í honum verður Guð verandi, og hann í Guði.v16Og vit hava ásannað og trúð tí kærleika, sum Guð hevur til okkara. Guð er kærleiki, og tann, sum verður verandi í kærleikanum, verður verandi í Guði og Guð í honum.v17Í hesum er kærleikin vorðin fullkomin hjá okkum, at vit hava frímóð á dómadegi; tí at, eins og hann er, soleiðis eru eisini vit í hesum heimi.v18Ótti er ikki í kærleikanum, men hin fullkomni kærleikin rekur út óttan; tí at ótti hevur í sær revsing; men tann, sum óttast, er ikki fullkomin í kærleikanum.v19Vit elska, tí at hann elskaði okkum fyrst.v20Um einhvør sigur: <<Eg elski Guð,>> og hann hatar bróður sín, hann er lygnari; tí at tann, sum ikki elskar bróður sín, sum hann hevur sæð, hvussu kann hann elska Guð, sum hann ikki hevur sæð?v21Og hetta boðið hava vit frá honum, at tann, sum elskar Guð, eigur eisini at elska bróður sín. |