Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Triðja bræv Jóhannesar, kapittul 1
Heilsan
v1Hin elsti til hin elskaða Gajus, sum eg elski í sannleika.v2Elskaði mín, eg ynski, at tað í øllum lutum má vita tær væl við, og at tú mást hava heilsuna, líkasum tað veit sál tíni væl við.
Jóhannes glaður um Gajusar hjálpsemi
v3Tí at eg varð ógvuliga glaður, tá ið tað komu brøður og vitnaðu um tann sannleika, sum er í tær, hvussu tú fert at í sannleikanum.v4Eg havi onga størri gleði enn hesa, at eg hoyri, at børn míni ganga fram í sannleikanum.v5Elskaði mín, tú gert eina trúfasta gerð í øllum tí, sum tú virkar fyri brøðurnar, og tað fyri ókunnigar menn;v6og teir hava vitnað fyri kirkjufólkinum um kærleika tín; og tú gert væl í at fremja ferð teirra, soleiðis sum tað er sámiligt fyri Guði;v7tí at tað er fyri navnsins skuld, at teir eru farnir út, uttan at taka ímót nøkrum frá heidningunum.v8Av teirri grund eiga vit at taka okkum av slíkum monnum, fyri at vit kunnu verða arbeiðisfelagar fyri sannleikanum.
Jóhannes gremur seg um Diotrefes
v9Eg havi skrivað nakað til kirkjufólkið; men Diotrefes, sum fegin vil vera fremstur millum teirra, vil ikki taka ímót okkum.v10Av teirri grund ætli eg, tá ið eg komi, at minna á teir gerningar, sum hann ger, við tað at hann baktalar okkum við illum orðum; og ikki nøgdur við hetta, tekur hann ikki sjálvur ímót brøðrunum, og teimum, sum vilja gera tað, forðar hann og koyrir tey út úr kirkjuliðinum.v11Elskaði mín, tak tú ikki eftir tí, sum ilt er, men eftir tí, sum gott er. Tann, ið ger gott, er av Guði; men tann, ið ilt ger, hevur ikki sæð Guð.
Jóhannes rósar Demetriusi
v12Demetrius hevur góðan vitnisburð av øllum og av sannleikanum sjálvum; eisini vit geva honum góðan vitnisburð, og tú veitst, at vitnisburður okkara er sannur.
Orð til endans
v13Eg hevði nógv at skriva til tín, men eg vil ikki skriva til tín við blekki og penni.v14Men eg vóni skjótt at síggja teg, og tá skulu vit munnliga tala saman.v15Friður veri við tær. Vinirnir lata heilsa tær. Heilsa tú vinunum, hvørjum einsæris.