|
Hitt almenna bræv Judasar, kapittul 1 Heilsan v1Judas, tænari Jesu Krists og bróðir Jákups, til teirra, sum eru kallað, sum eru elskað í Guði faðir og varðveitt Jesusi Kristi:v2miskunn og friður og kærleiki verði tykkum fyri í ríkiligum muni! Ávaring móti falslærarum v3Elskaðu tit; tá ið tað var mær ógvuliga nógv um at gera at skriva til tykkara um okkara felags frelsu, helt eg meg vera noyddan til at skriva til tykkara at minna tykkum um at stríðast fyri teirri trúgv, sum eina ferð fyri allar er fingin hinum heilagu.v4Tí at nakrir menn hava smeitt seg inn, sum langt síðan frammanundan vóru innskrivaðir til henda dóm: gudleysir, sum misbrúka náði Guðs várs til ólíkligskap og avnokta okkara einasta høvdinga og harra Jesus Krist. Guðs revsing skal ráma falslærararnar eins og í forðum v5Men tó at tit vita alt burturav, vil eg kortini minna tykkum á, at tá ið Harrin hevði bjargað fólkinum út úr Egyptalandi, týndi hann síðan tey, sum ikki trúðu.v6Og teir einglarnar, sum ikki hildu fast við tign sína, men góvu upp sín egna bústað, hevur hann goymt í varðhaldi í ævigum leinkjum undir myrkri til dóms á hinum stóra degi;v7eins og Sódoma og Gómorra og bygdirnar har um vegir, tá ið tær á líkan hátt sum hesir drivu hor og fóru eftir fremmandum holdi, eru settar sum eitt fyridømi, líðandi revsing í ævigum eldi.v8Og kortini gera hesir tað sama: við tað at teir ganga í dreymum, gera teir holdið óreint, vanvirða harradømi og spotta dýrdarmáttir.v9Men ikki vágaði sjálvur høvuðseingilin Mikael, tá ið hann trættist við djevulin um Móse likam, at seta fram ein spots dóm, men segði: «Harrin revsi teg!»v10Men hesir spotta tað, sum teir ikki kenna; og við tí, sum teir av náttúruni skilja eins og tey vitleysu djórini, forkoma teir sær sjálvum.v11Vei teimum, tí at teir hava gingið á Káins vegi og eru lopnir inn í Bileams villu, fyri vinnings skuld, og eru farnir til grundar í Kóras uppreisti.v12Hesir menn eru skerini við kærleiksmáltíðir tykkara, tá ið teir ósmædnir sita í veitslum við tykkum og nøra at sær; teir eru vatnleys skýggj, sum rekast fyri vindum; følnað trø, fruktaleys, tvær reisur deyð, rivin upp við rót;v13øðisligar havsbylgjur, sum skola frá sær sína egnu skomm; villfarandi stjørnur, sum bølamyrkrið er goymt til um allar ævir. Dómurin yvir teir boðaður av Enoki v14Men um hesar menn var tað eisini Enok, sjeyndi maður frá Ádami, spáaði, tá ið hann segði: «Sí, Harrin er komin við sínum heilagu tíggju túsund,v15til at halda dóm yvir øllum og revsa allar hinar gudleysu fyri øll teirra gudloysis verk, sum teir hava gjørt, og fyri øll tey hørðu orð, sum teir hava talað ímót honum, hinir gudleysu syndarar.»v16Hesir menn eru slíkir, sum knarra og klaga um lagnu sína, og tó ganga eftir girndum sínum; og muður teirra mælir hástór orð, og tó sýna teir virðing fyri fólki fyri vinnings skuld. Áminningar v17Men tit, elskaðu, minnist til tey orð, sum áður eru talað av várs harra Jesu Krists ápostlum.v18Tí at teir søgdu tykkum: Í síðstu tíðum skulu koma spottarar, sum ganga eftir sínum egnu gudloysis girndum.v19Hesir menn eru teir, sum valda split, náttúrligar menniskjur, sum ikki hava anda.v20Men tit, elskaðu, uppbyggið tykkum sjálv á tykkara heilagastu trúgv; biðið í heilagum anda,v21og haldið tykkum sjálv í Guðs kærleika, meðan tit bíða eftir várs harrra Jesu Krists náði til ævigt lív.v22Og summi skulu tit tala til rættis, tá ið tey eru í iva,v23og summi skulu tit frelsa, við tað at tit ríva tey út úr eldinum, og summum skulu tit várkunna við ótta, so at tit hata enntá kyrtilin, sum dálkaður er av holdinum. Lov til Guðs |