|
Jóhannesar opinbering, kapittul 11 Tempul Guðs verður málað v1Og mær varð fingið rør, líkt einum stavi, og sagt varð: «Statt upp og mála tempul Guðs og altarið og teir, sum har tilbiðja!v2Men forgarðin, sum er uttan fyri templið, skalt tú lata vera uttanfyri og ikki mála hann, tí at hann er givin fólkasløgunum, og tey skulu traðka undir fótum hin heilaga staðin í fýrati og tveir mánaðir. Tvey vitni, máttur teirra, deyði, uppveking og himmalsferð v3Og eg skal geva mínum tveimum vitnum, at tey skulu profetera í eitt túsund og tvey hundrað og seksti dagar, klædd í sekkjum.v4Hetta eru hini tvey oljutrøini og hinir tveir ljósastakarnir, sum standa frammi fyri harra jarðarinnar.v5Og um einhvør vil skaða tey, gongur eldur út úr munni teirra og oyðir fíggindar teirra; og um einhvør skuldi vilja skaða tey, skal hann á tann hátt verða dripin.v6Hesi hava vald til at lata himmalin aftur, so at tað ikki kemur regn teir dagarnar, tey profetera; og tey hava vald á vøtnunum, at umskapa tey til blóð, og at sláa jørðina við alskyns plágu, so ofta sum tey vilja.v7Og tá ið tey hava fullført vitnisburð sín, skal djórið, sum stígur upp úr avgrundini, føra stríð við tey, og skal vinna tey og drepa tey.v8Og lík teirra skulu liggja á gøtunum í staðinum mikla, sum andliga kallast Sódoma og Egyptaland, har sum eisini harri teirra varð krossfestur.v9Og menn av tjóðum og ættargreinum og tungumálum og fólkasløgum síggja lík teirra tríggjar dagar og hálvan, og loyva ikki, at lík teirra verða løgd í grøv.v10Og teir, sum á jørðini búgva, gleðast yvir teimum og halda sær at gaman og senda hvør øðrum gávur, tí at hesir tveir profetar vóru ein plága fyri teir, sum á jørðini búgva.»v11Og eftir hinar tríggjar dagarnar og hálvan fór lívsandi frá Guði í teir, og teir risu á føtur, og mikil ótti fell yvir teir, sum sóu teir.v12Og teir hoyrdu harða rødd av himni, sum segði við teir: «Stígið upp higar!» Og teir stigu upp til himmalin í skýinum, og fíggindar teirra hugdu at.v13Og á teirri stund varð mikil landskjálvti, og tíggjundi parturin av staðinum rapaði, og í landskjálvtanum umkomust sjey túsund menn; og teir, sum eftir vóru, vórðu óttafullir og góvu Guði himmalsins æru.v14Annað veiið er yvirstaðið; sí, hitt triðja veiið kemur brátt! Hin sjeyndi lúðurin: lovsongur í himni v15Og sjeyndi eingilin básúnaði, og tað hoyrdust harðar røddir á himni, sum søgdu: «Heimsins kongadømið er vorðið Harra várs og hins salvaða hansara, og hann skal vera kongur um aldur og allar ævir.»v16Og hinir fýra og tjúgu elstu, sum sita fyri ásjón Guðs í hásætum sínum, fullu fram á andlit síni og tilbóðu Guðv17og søgdu: «Vær tøkkum tær, Harri Guð, tú alvaldi, tú sum ert, og tú sum vart, at tú hevur tikið hin mikla mátt tín og gjørst kongur.v18Og fólkasløgini eru vorðin vreið, og vreiði tín er komin og tann tíð, tá ið deyð skulu verða dømd, og tíðin til at geva tænarum tínum, profetunum, løn, og hinum heilagu, og teimum, sum óttast navn títt, smáum og stórum, og til at oyða teir, sum jørðina oyða.»v19Og tempul Guðs á himni varð latið upp, og sáttmálaørk hansara kom til sjóndar í templi hansara, og snarljós komu og røddir og torusláttir og landskjálvti og stórur heglingur. |