|
Jóhannesar opinbering, kapittul 12 Kvinnan og drekin v1Og stórt tekin kom til sjóndar á himni: kvinna klædd í sólini, og mánin var undir fótum hennara, og á høvdi hennara var krúna av tólv stjørnum.v2Og hon var við barn, og hon rópaði í barnsneyð og í føðingarverkjum.v3Og annað tekin kom til sjóndar á himni, og sí: stórur, eldreyður dreki, sum hevði sjey høvd og tíggju horn, og á høvdunum sjey krúnur.v4Og hali hansara tók triðingin av stjørnum himmalsins við sær og kastaði tær oman á jørðina. Og drekin stóð framman fyri kvinnuni, sum komin var at eiga barn, fyri at gloypa barni hennara, tá ið hon hevði átt tað.v5Og hon føddi son, sveinsbarn, sum stýra skal øllum fólkasløgum við jarnstavi, og barn hennara varð ript burtur til Guðs og til hásætis hansara.v6Og kvinnan flýddi út í oyðimørkina, har sum hon hevur stað gjørdan til av Guði, til tess at tey skulu føða hana har í eitt túsund og tvey hundrað og seksti dagar. Mikael stríðist móti drekanum v7Og stríð kom í á himni: Mikael og einglar hansara stríddust móti drekanum, og drekin stríddist og einglar hansara.v8Og teir vóru við undirlutan, og staður teirra varð heldur ikki longur at finna á himni.v9Og hin stóri drekin varð stoyttur oman, hin gamli ormurin, sum kallast djevul og Sátan, hann sum villleiðir allan mannaheimin, – hann varð stoyttur oman á jørðina, og einglar hansara vórðu stoyttir oman við honum.v10Og eg hoyrdi harða rødd á himni, sum segði: «Nú er komin frelsan og mátturin og ríki Guðs várs og veldi hins salvaða hansara; tí at klagari brøðra vára er stoyttur oman, hann sum klagaði teir fyri Guði várum dag og nátt.v11Og teir hava vunnið á honum vegna blóð lambsins og vegna orð vitnisburðar síns, og ikki var teimum lívið so kært, at deyði øgdi teir.v12Fegnist tí, himnar, og tit, sum í teimum búgva! Vei jørðini og havinum! tí at djevulin er stigin niður til tykkara í miklum móði, við tað at hann veit, at hann hevur bert skamma tíð.» Drekin eltir kvinnuna til tess at meina hana v13Og tá ið drekin sá, at hann var stoyttur oman á jørðina, elti hann kvinnuna, sum hevði átt sveinsbarnið.v14Og kvinnuni vórðu givnir veingirnir tveir av hini miklu ørnini, fyri at hon skuldi fljúgva út í oyðimørkina á stað sín, har sum hon fær føðslu sína tíð og tíðir og hálva tíð, langt burtur úr eygsýni ormsins.v15Og ormurin sprændi vatn út úr munni sínum aftan á kvinnuna, eins og eina á, fyri at skola hana burtur við streyminum.v16Og jørðin kom kvinnuni til hjálpar, og jørðin opnaði munn sín og svølgdi ánna, sum drekin sprændi út úr munni sínum.v17Og drekin gjørdist kvinnuni vreiður og fór burtur fyri at taka upp stríð móti hinum av avkomi hennara, teimum sum varðveita Guðs boð og hava Jesu vitnisburð.v18Og hann tók støðu á sandinum við havið. |