Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Jóhannesar opinbering, kapittul 4
Jóhannes sær Guð sita í hásæti sínum á himni, fýra og tjúgu elstar, fýra livandi verur
v1Eftir hetta sá eg, og sí, tað vóru opnar dyr á himninum, og hin fyrra røddin, sum eg hevði hoyrt, sum var tað ein lúður, ið talaði við meg, segði: «Stíg upp higar, og eg skal sýna tær tað, sum eigur at henda eftir hetta!»v2Og í stundini varð eg burtur ryktur í andanum, og sí: Hásæti var reist á himni, og einhvør sat í hásætinum.v3Og tann, sum har sat, var á at líta líkur jaspissteini og sardissteini, og ælabogi var rundan um hásætið, á at líta líkur smaragdi,v4og uttan um hásætið vóru fýra og tjúgu hásæti, og í hásætunum sá eg sita fýra og tjúgu elstar, klæddar í hvítum klæðum, og á høvdum sínum høvdu teir gullkrúnur.v5Og út frá hásætinum gingu ljós og røddir og torusláttir, og sjey eldkyndlar brunnu framman fyri hásætinum, sum eru teir sjey andar Guðs.v6Og framman fyri hásætinum var sum glarhav, líkt krystalli, og mitt fyri hásætinum og rundan um hásætið vóru fýra livandi verur, alsettar við eygum frammantil og aftantil.
Lovsongur til Guðs
v7Og fyrsta veran er lík leyvu, og onnur veran er lík oksa, og triðja veran hevur ásjón sum menniskja, og fjórða veran er lík fljúgvandi ørn.v8Og tær fýra verurnar, hvør ein teirra, høvdu seks veingir, og vóru rundan um og innanvert alsettar við eygum; og uttan upphald, dag og nátt, siga tær: «Heilagur, heilagur, heilagur, Harrin Guð, hin alvaldi, hann, sum var, og sum er, og sum kemur!»v9Og tá ið verurnar veita honum, sum í hásætinum situr, dýrd og heiður og tøkk, honum sum livir um aldur og allar ævir,v10tá falla hinir fýra og tjúgu elstu niður fyri honum, sum í hásætinum situr, og tilbiðja hann, sum livir um aldur og allar ævir, og kasta krúnur sínar niður fyri hásætinum og siga:v11«Verdur ert tú, Harri og Guð okkara, at fáa dýrdina og heiðurin og máttin, tí at tú hevur skapað allar lutir, og fyri vilja tíns skuld vórðu teir til og vórðu skapaðir.»