Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Jóhannesar opinbering, kapittul 5
Bókin við sjey innsiglum, sum bert lambið kann loysa
v1Og eg sá í høgru hond hansara, sum í hásætinum sat, bók, skrivaða innan og uttan, innsiglaða við sjey innsiglum.v2Og eg sá veldigan eingil, sum rópaði við harðari rødd: «Hvør er verdur at lata upp bókina og loysa innsigli hennara?»v3Og eingin var tann á himni ella á jørð ella undir jørðini, sum var førur fyri at lata upp bókina ella hyggja í hana.v4Og eg græt illa, av tí at eingin varð funnin verdur at lata upp bókina ella hyggja í hana.v5Og ein av hinum elstu sigur við meg: «Grát ikki! Sí, sigrað hevur leyvan av ættargrein Júda, rótskot Dávids, so at hann er førur fyri at lata upp bókina og tey sjey innsigli hennara.v6Og eg sá, mitt ímillum hásætið og hinar fýra verurnar og mitt ímillum hinar elstu stóð lamb, sum var tað dripið; tað hevði sjey horn og sjey eygu, og eru tað teir sjey andar Guðs, sum eru sendir út um alla jørðina.v7Og tað kom og tók bókina úr høgru hond hansara, sum í hásætinum sat.
Lovsongur til lambsins
v8Og tá ið tað hevði tikið bókina, fullu hinar fýra verurnar og hinir fýra og tjúgu elstu niður fyri lambinum, teir høvdu hvør sína hørpu og gullskálir, fullar av roykilsi, og eru tað bønir teirra heilagu.v9Og teir sungu nýggjan song og søgdu: Verdur ert tú at taka bókina og lata upp innsigli hennara, tí at tú varðst dripin og við blóði tínum keypti tú Guði menniskju av øllum ættargreinum og tungumálum og tjóðum og fólkasløgum,v10og gjørdi tey fyri Guði okkara til kongaríki og til prestar, og tey skulu vera kongar á jørðini!»v11Og eg sá, og eg hoyrdi rødd av mongum einglum allan vegin rundan um hásætið og verurnar og hinar elstu, og talið á teimum var tíggju túsund ferðir tíggju túsund og túsund ferðir túsund.v12Teir søgdu við harðari rødd: «Verdugt er lambið hitt dripna at fáa máttin og ríkdóm og vísdóm og kraft og heiður og dýrd og signing!»v13Og ein og hvønn skapning, sum er á himni og á jørð og undir jørðini og á havinum, og alt, sum í teimum er, hoyrdi eg siga: «Honum, sum í hásætinum situr, og lambinum veri signingin og heiðurin og dýrdin og kraftin um aldur og allar ævir!»v14Og hinar fýra verurnar søgdu: «Amen!» Og hinir elstu fullu niður og tilbóðu.