|
Dómarabókin, kapittul 1 Yvirlit yvir búseting ættanna v1Eftir andlát Jósva gingu Ísraelsmenn at leita ráð við Harran og søgdu: «Hvør okkara skal fyrstur fara niðan ímóti Kánáanitum at berjast við teir?»v2Harrin svaraði: «Tað skal Júda; sí, eg gevi landið upp í hendur hansara.»v3Júda mælti tá við Símeon, bróður sín: «Kom við mær niðan í arvalut mín og latum okkum báðar berjast móti Kánáanitum; síðan skal eisini eg koma við tær inn í arvalut tín.» Símeon fór tá við honum. v4Júda fór nú niðan, og Harrin gav Kánáanitar og Perezitar upp í hendur teirra, so at teir vógu teir í Bezek – tíggju túsund mans.v5Í Bezek komu teir fram á Ádoni-Bezek og bardust við hann og bóru sigur av Kánáanitum og Perezitum.v6Men Ádoni-Bezek flýddi; teir hildu tá aftan á hann; og tá ið teir høvdu fingið hann aftur, høgdu teir tumlar og stórutær av honum.v7Tá mælti Ádoni-Bezek: «Sjeyti kongar við avhøgdum tumlum og stórutóm vóru vanir at henta upp molar undir borði mínum; eins og eg havi gjørt, endurgeldur Guð mær nú.» Síðan tóku teir hann við sær til Jerúsalem, og har doyði hann.v8Júdamenn herjaðu á Jerúsalem og tóku hana, vógu íbúgvar hennara við svørði og settu eld á borgina. v9Síðan fóru Júdamenn í bardaga móti Kánáanitum, ið búðu á fjallalandinum, á suðurlandinum og á láglendinum.v10Og Júda fór móti Kánáanitum, ið búðu í Hebron; Hebron æt áður Kirjat-Arba. Og teir vógu Sjesjai, Áhiman og Talmai.v11Haðan fór hann móti íbúgvum Debirs; Debir æt áður Kirjat-Sefer.v12Tá mælti Káleb: «Tann, sum vegur Kirjat-Sefer og tekur hana, honum gevi eg Aksu, dóttur mína, til konu.»v13Og tá ið Otniel Kenazson, yngri bróðir Kálebs, tók borgina, gav hann honum Aksu dóttur sína til konu.v14Men tá ið hon skuldi fara heim við honum, eggjaði hann henni til at biðja faðir sín um jørð; hon fór tá niður aftur av asnanum; og Káleb spurdi hana: «Hvat vilt tú?»v15Hon svaraði honum: «Gev mær einahvørja heimanfylgju. Tá ið tú hevur gift meg burtur til hitt turra suðurlandið, mást tú eisini geva mær vatnbrunnar.» Tá gav Káleb henni ovaru og niðaru brunnar. v16Synir Hóbabs Kenita, ið var verfaðir Mósesar, fóru saman við Júdamonnum niðan úr Pálmaborgini og búsettust í oyðimørkini Árad hjá Ámalekitum.v17Júda fór við Símeoni, bróður sínum; og teir vógu Kánáanitarnar, sum búðu í Zefat, og bannførdu borg teirra; tí varð hon kallað Horma.v18Og Júda legði undir seg Gaza og landaøki hennara og Askalon og landaøki hennara og Ekron og landaøki hennara.v19Og Harrin var við Júda, so at hann legði fjallalandið undir seg; men teir, ið búðu á slættlendinum, fekk hann ikki rikið burtur, av tí at teir høvdu jarnvagnar.v20Kálebi góvu teir Hebron, eins og Móses hevði boðið; og hann rak burt haðan synir Ánaks tríggjar.v21Men Jebusitar, sum búðu í Jerúsalem, fingu Júdamenn ikki rikið út; tí búgva Jebusitar enn í dag í Jerúsalem millum Júdamenn. v22Eisini ætt Jósefs fór í hernað móti Betel; og Harrin var við teimum.v23Og ættarmenn Jósefs sendu njósnarar til Betel; borgin æt áður Luz;v24men tá ið njósnararnir sóu mann, sum kom út úr borgini, søgdu teir við hann: «Vís okkum á inngongdina í borgini, so munnu vit sýna tær miskunn.»v25Tá vísti hann teimum á inngongdina inn í borgina. Tá oyddu teir borgina við svørði; men mannin og alt húsfólk hansara lótu teir sleppa burtur.v26Maðurin fór til Hetitalands og bygdi har borg, sum hann kallaði Luz, og soleiðis eitur hon enn í dag. v27Og Manasse rak ikki íbúgvarnar í Bet-Sjean og bygdum hennara burtur, og í Táanak og bygdum hennara, og íbúgvarnar í Dór og bygdum hennara, og íbúgvarnar í Jibleam og bygdum hennara og íbúgvarnar í Megiddo og bygdum hennara. Kánáanitum eydnaðist tað at verða búgvandi í hesum landslutum.v28Men tá ið Ísraelsmenn megnaðust, gjørdu teir sær Kánáanitarnar vinnuskyldigar, men róku teir ikki fullkomiliga burtur. v29Og Efraimitar fingu ikki rikið Kánáanitarnar, sum búðu í Gezer, burtur; tí búgva Kánáanitar millum teirra í Gezer.v30Zebulon rak ikki íbúgvarnar í Kitron og íbúgvarnar í Náhálol burtur, tí hildu Kánáanitar áfram at búgva millum teirra og vórðu teimum vinnuskyldigir. v31Ásjer rak ikki íbúgvarnar í Akko burtur, ikki heldur íbúgvarnar í Zidon og í Máhálab, Akzib, Áfik og í Rehob,v32tí búðu Ásjeritar millum Kánáanita teirra, ið frammanundan búðu í landinum, tí at teir høvdu ikki rikið teir burtur. v33Naftali rak ikki íbúgvarnar í Bet-Sjemesj burtur, ikki heldur íbúgvarnar í Bet-Ánat, og búsettist millum teir Kánáanitar, ið búðu í landinum frammanundan; men íbúgvarnir í Bet-Sjemesj og íbúgvarnir í Bet-Ánat vórðu teimum vinnuskyldigir. v34Ámoritar trongdu Dánitarnar niðan í fjøllini og loyvdu teimum ikki at koma oman á slætt.v35Soleiðis eydnaðist tað Ámoritum at verða búgvandi í Har-Heres, Ajjalon og í Sjáalbim; men tá ið ætt Jósefs megnaðist, gjørdust teir henni vinnuskyldigir. v36Landamark Edómita gekk frá Sporðdrekaskarðinum til Sela og niðan frá Homrunum. |