Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Dómarabókin, kapittul 12
Jefta berjist við Efraimitar
v1Síðan savnaðust Efraimitar og hildu norðureftir; og teir søgdu við Jefta: «Hví fórt tú í hernað móti Ammonitum og stevndi ikki okkum við tær til ferðar? Nú vilja vit seta eld á hús títt og brenna teg inni!»v2Men Jefta svaraði teimum: «Eg og menn mínir stóðu í hørðum stríði móti Ammonitum, tá bað eg um hjálp frá tykkum, men tit vildu ikki hjálpa okkum úr hondum teirra.v3Og tá ið eg sá, at eingin kom mær til hjálpar, setti eg lívið í váða og fór ímóti Ammonitum, og Harrin gav teir upp í hendur mínar. Hví koma tit nú at herja á meg?»v4Síðan savnaði Jefta allar Gileads menn til at berjast við Efraim. Og Gileads menn vunnu sigur av Efraim;v5og teir byrgdu vaðini um Jórdan fyri Efraimitum: Og hvørja ferð einhvør flóttamaður úr Efraim rópaði: «Lat meg koma yvirum!» spurdu Gileads menn: «Ert tú Efraimiti?» og um hann tá svaraði: «Nei,»v6søgdu teir við hann: «Sig Sjibbolet»! Og um hann tá segði: «Sibbolet», av tí at hann ikki kundi bera orðið rætt fram, tóku teir hann á hondum og drópu hann við Jórdans vað. Ta ferðina fullu av Efraim fjøruti og tvey túsund.
Deyði Jefta
v7Jefta var dómari í Ísrael í seks ár. Og Jefta Gileaditi andaðist og varð jarðaður í borg síni í Gilead.
Ibzan og Elon
v8Eftir hann var Ibzan úr Betlehem dómari í Ísrael.v9Hann átti tríati synir; tríati døtur gifti hann burtur, og tríati sonarkonur førdi hann sonum sínum aðrastaðni frá. Hann var dómari í Ísrael í sjey ár.v10Síðan andaðist Ibzan og varð jarðaður í Betlehem.
v11Eftir hann var Elon Zebuloniti dómari í Ísrael, og hann var dómari í Ísrael í tíggju ár.v12Síðan andaðist Elon Zebuloniti og varð jarðaður í Ajjalon í Zebulons landi.
Abdon
v13Eftir hann var Abdon Hillelsson úr Piraton dómari í Ísrael.v14Hann átti fjøruti synir og tríati sonarsynir, ið riðu á sjeyti asnafolum. Hann var dómari í Ísrael í átta ár.v15Síðan andaðist Abdon Hillelsson úr Piraton og varð jarðaður í Piraton í Efraims landi á Ámaleks fjøllum.