Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Dómarabókin, kapittul 14
Samson tekur sær konu úr Filistalandi; gáta Samsons
v1Einaferð, tá ið Samson var farin oman í Timna, sá hann har eina av døtrum Filista.v2Hann fór tá heim aftur og segði faðir sínum og móður síni frá hesum og mælti: «Eg havi sæð gentu í Timna, eina av døtrum Filista; hana skulu tit fáa mær til konu!»v3Faðir og móðir hansara svaraðu: «Er nú eingin genta millum døtur frænda tína og í øllum fólki tínum, at tú mást fara at fáa tær konu frá Filistum, ið eru óumskornir?» Men Samson svaraði faðir sínum: «Hana skalt tú fáa mær, tí at hon er mær tekkilig!»v4Men faðir og móðir hans vistu ikki, at hetta var frá Harranum, sum hevði í hyggju at elva stríð við Filistar, tí at um tað mundið valdaðu Filistar Ísrael.
v5Samson fór nú við faðir og móður síni til Timna, og tá ið tey komu at víngørðum Timna, sí, tá kom ungt ljón ýlandi ímóti honum.v6Men andi Harrans kom yvir hann, so at hann skræddi tað sundur við báðum hondum, eins og var tað geitarlamb. Men faðir og móður síni segði hann einki um, hvat hann hevði gjørt.v7Síðan fór hann oman og bar upp bønarorð fyri gentuni, tí at Samsoni dámdi hana væl.v8Og tá ið hann nakrar dagar seinni var á veg oman at fáa hana til konu, fór hann til viks at hyggja at tí deyða ljóninum; sí, tá var vað av býflugum í ræi ljónsins og hunangur.v9Og hann tók hunang upp í hond sína og át, meðan hann gekk, og tá ið hann kom til faðir sín og móður sína, gav hann teimum, og tey ótu; men hann segði ikki fyri teimum, at hann hevði tikið hunangin úr ræi ljónsins.
v10Síðan kom Samson til konuna og gjørdi har veitslu, tí at so var siður hjá ungum monnum.v11Og tá ið teir sóu hann, valdu teir út tríati brúðarsveinar til at vera við honum.v12Tá segði Samson við teir: «Eg skal bera upp gátu fyri tykkum; og um tit ráða mær hana eftir hesum sjey veitsludøgum, skal eg geva tykkum tríati línklæði og tríati hátíðarbúnar.v13Men kunnu tit ikki ráða mær hana, so skulu tit geva mær tríati línklæði og tríati hátíðarbúnar!» Teir svaraðu honum: «Ber upp gátu tína og lat okkum hoyra hana.»v14Tá segði hann við teir: «Úr etaranum kom æti og søtleiki úr hinum sterka.» Tríggir dagar liðu nú, uttan at teir kundu ráða gátuna.v15Og fjórða dagin søgdu teir við konu Samsons: «Lokka mann tín til at siga okkum ráðan gátunnar! Annars seta vit eld á teg og hús faðirs tíns. Er tað til at ræna okkum, at tit hava boðið okkum higar?»v16Kona Samsons strongdi tá á hann við tárum og mælti: «Hatur og ikki ástir hevur tú lagt við meg! Tú hevur borið upp gátu fyri tjóðfeløgum mínum og ikki sagt mær ráðan hennara!» Men hann svaraði henni: «Faðir mínum og móður havi eg ikki sagt ráðan hennara; eigi eg tá at siga hana fyri tær?»v17Men hon strongdi á hann við tárum allar teir sjey dagarnar, sum veitslan stóð; og sjeynda dagin segði hann henni ráðanina, av tí at hon soleiðis júkaði inn á hann. Tá fór hon og segði hana fyri tjóðfeløgum sínum.v18Og sjeynda dagin, áður enn hann gekk inn í herbergi sítt, søgdu borgarmenninir við hann: «Hvat er søtari enn hunangur, og hvat er sterkari enn ljónið?» Men hann svaraði teimum: «Høvdu tit ikki pløgt við kvígu míni, so ráddu tit ikki gátu mína!»
v19Tá kom andi Harrans yvir hann, so at hann fór oman í Askalon og vá har tríati mans; og hann læt teir úr klæðum teirra og gav tey sum hátíðarbúnar til teirra, ið høvdu rátt gátuna. Og hann varð ógvuliga vreiður og fór heim aftur í hús faðirs síns.v20Men kona Samsons giftist einum av brúðarsveinunum, ið hevði verið vinur hans.