|
Dómarabókin, kapittul 21 Bjarging Benjaminita v1Ísraelsmenn høvdu svorið tann eið í Mizpa: «Eingin okkara má gifta nøkrum Benjaminita dóttur sína!»v2Tá ið nú fólkið var komið aftur til Betel, dvaldust teir har stórgrátandi fyri ásjón Harrans alt til kvøldsv3og søgdu: «Harri, Guð Ísraels! Hví hevur hetta hent í Ísrael, at ein av Ísraels ættum í dag skal vanta í?»v4Snimma morgunin eftir reisti fólkið altar har og ofraði brennioffur og takkaroffur.v5Síðan søgdu teir: «Hvør av øllum ættum í savnaði Ísraels man ikki vera komin við niðan til Harrans?» Tí at tað hevði verið lagt dýran við, at hvør tann, ið ikki kom við niðan til Harrans í Mizpa, skuldi týna lívið.v6Og Ísraelsmenn harmaðu Benjamin, bróður sín, og søgdu: «Í dag er ein ættin høgd burtur av Ísrael!v7Hvat kunnu vit nú gera fyri teir, ið eftir eru, til tess at útvega teimum konur, tá ið vit hava svorið við Harran ikki at gifta teimum nakra av døtrum okkara?»v8Tá spurdu teir: «Hvør av ættum Ísraels man tað vera, ið ikki vildi fara niðan til Harrans í Mizpa?» Og sí, frá Jábesj í Gilead var eingin komin í herbúðirnar til savnaðin. v9Og teir kannaðu liðið; og sí, eingin var við av teimum, sum búðu í Jábesj í Gilead. v10Tá sendi fólkið hagar tólv túsund mans av teimum, ið reystastir vóru, og legði soleiðis fyri teir: «Farið og jarðleggið øll, sum búgva í Jábesj í Gilead, bæði konur og børn!v11Og tit skulu fara at á henda hátt: Allar kallmenn og allar konur, sum kent hava mann, skulu tit avoyða við bannføring.»v12Teir funnu tá millum teirra, sum búðu í Jábesj í Gilead, fýra hundrað gentur, moyggjar, sum ikki høvdu kent mann. Og teir leiddu tær í herbúðirnar í Silo í Kánáanlandi.v13Síðan læt allur savnaðurin sendimenn fara at tala við Benjaminitar, sum hølaðust við Rimmon klett, og bjóða teimum frið.v14Tá komu Benjaminitar aftur; og teir giftu teimum tær konur úr Gilead, sum teir høvdu givið grið. Men tær vóru ikki nóg nógvar til teirra. v15Og fólkið harmaði Benjamin, tí at Harrin hevði brotið skarð í ættir Ísraels.v16Tá mæltu hinir elstu í savnaðinum: «Hvat skulu vit gera fyri at útvega konur til teirra, ið eftir eru? Tí at beint er fyri øllum konufólkum í Benjamin!»v17Og teir søgdu: «Hvussu kunnu teir, ið eftir eru av Benjamini, varðveitast, so at ikki ein ættin verður oydd úr Ísrael?v18Vit mega jú ikki gifta teimum nakra av døtrum okkara.» Tí at Ísraelsmenn høvdu svorið og sagt: «Bølbiðin verði hvør tann, ið gevur Benjaminita konu!»v19Tá søgdu teir: «Sí, hátíð Harrans verður hildin hvørt ár í Silo, sum liggur fyri norðan Betel, fyri eystan vegin, ið gongur frá Betel niðan til Sikem og fyri sunnan Lebona.»v20Og teir buðu Benjaminitum og søgdu: «Farið og liggið á loynum í víngørðunum.v21Og tá ið tit síggja genturnar úr Silo koma út at troða dansin, tá skulu tit halda út úr víngørðunum og ræna tykkum hvør sína konu av gentunum úr Silo og síðan fara heim í Benjamins land.v22Og um fedrar teirra ella brøður teirra koma við kærumáli ímóti tykkum, tá skulu tit siga við teir: «Latið okkum hava tær í náðum; tí at eingin av okkum hevur tikið sær konu í bardaga. Tit hava heldur ikki givið okkum tær; um so var, høvdu tit verið sekir.» »v23Benjaminitarnir gjørdu nú soleiðis; hvør teirra tók sær sína konu av dansigentunum, sum teir høvdu rænt. Síðan fóru teir heim aftur á arvalut sín, endurreistu borgirnar og vórðu búgvandi í teimum.v24Tá fóru eisini Ísraelsmenn haðan hvør til sínar ættir og sítt ættarkyn; og teir hildu haðan hvør heim aftur á óðal sítt. v25Á teimum døgum var eingin kongur í Ísrael; hvør maður gjørdi, sum honum líkaði best. |